Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2009 13 Líkt er til, at Helgi Abrahamsen heldur tað vera skeivt, at støk kunnu ættleiða. Onnur orsøkin er eftir hansara tykki, at hann heldur børn hava rætt til bæði mammu og pápa í útgangsstøðinum. Hugsi, at børnini sum verða ætt­ leidd eru meir enn fegin, um at koma til Føroyar til eina mammu ella ein pápa og hava ein tryggan og góðan uppvøkstur við kærleika og umsorgan. Altenativið er jú í flestu førum at vaksa upp á einum barnaheimi uttan bæði mammu og pápa. Helgi sigur so rætt, at tey sum ættleiða skulu gjøgn­ um alskyns samrøður og kanningar, so eingin ivi er um, at eisini tey støku sum ættleiða eru sera vælegnað og toppmotiverað foreldur. Blíðan byr verður teimum ynskt! Argumentatiónin skríggjar til himmals Hin orsøkin til at støk ikki eiga at kunna ættleiða, sigur hann vera, at korini hjá støku uppihaldarunum eru so vánalig, og tí eiga vit ikki loyva teimum at ættleiða!!!! Eg fegnist um, at eisini Helgi Abrahamsen hevur sannað truplu umstøðurnar hjá støku uppihaldarunum. Men, at tað skal gerast ein forðing hjá støkum at ættleiða er mær ein gáta. Tað er væl tað sama sum at siga, at av tí at vit (polit­ ikarir) ikki hava gjørt okk­ ara arbeiðið nóg væl, skulu tey støku sum vilja ætt­ leiða straffast!!! Áttu vit ikki heldur at bøtt um korini hjá støku uppihaldarunum? Tí Helgi, nú tú hevur sannað truplu korini hjá teim støku er sjávsagdi spurningurin: Hvat skulu tú og eg gera við tað? Tað eru væl júst tú og eg, sum kunnu broyta vánaligu kor­ ini hjá støku uppi­ haldarunum. Hvat kann gerast við korini? Eitt tað fyrsta uppskotið vit skulu viðgera á tingið eftir jólasteðgin er uppskotið um dupultan útbúgving­ arstuðul stakar uppihald­ arir. Vóni, at tú og øll sam­ gongan fara at viðgera uppskotið við vælvild. Umframt mangt annað vit kunnu gera fyri nevnda málbólk. Tí vit kunnu veru­ liga gera nógv so allar familjur í Føroyum – eisini tær har talan er um stakar uppihaldarir trívast væl. Støk ikki ættleiða? Bérgtóra Høgnadóttir Joensen Pástandurin frá politiskari síðu um, at núverandi játtanin til lønir í 2009 er røkkur til at løna øllum, sum nú eru sett í starv á Fróðskaparsetrinum, hevur ikki hald í veruleikanum. Roknistykkið hjá fíggjar­ nevndini gongur heilt einfalt ikki upp. Góð støða Í valstríðnum til seinasta løgtingsval vóru flestu av innvaldu tinglimunum samdir um, at Fróðskapar­ setrið skuldi mennast til eitt “altjóða universitet”. Eftir seinasta løgtingsvalið byrjaði tað væl, tí Fróðskap­ arsetrið fekk munandi hækking í játtanini á fíggjar­ lógini í 2008. Menningin av stovninum fekk góðan gróðrarbotn, og lagt bleiv til rættis samvarandi polit­ iska viljanum. Sett varð út í kortið nøkur ár fram í tíð­ ina, eitt nú í samband við útbjóðingar av nýggjum útbúgvingum, sum jú taka eitt áramál at gjøgnumføra. Til verka Sum vera man varð raðfest og planlagt út frá sannfør­ ing um, at nú skuldi veru­ lig menning fremjast á Fróðskaparsetrinum. Tað setir krøv, m.a. um at stovn­ urin fær fleiri starvsfólk, harímillum vísindafólk. Í samband við nýggj vísindastørv á Fróðskapar­ setrinum í 2008 komu bæði nógvar og góðar umsóknir úr flest øllum heimspørtum. Hetta eru dømi, sum prógva, at tað ber til at fáa toppkvali­ fiserað vísindafólk til eitt universitet í Føroyum. Men tað var avgerandi, at Fróð­ skaparsetrið í samskiftin­ um við umsøkjararnar kundi vísa á, at tað var ein politiskur vilji til at rað­ festa og menna Fróðskaparsetrið. Ring støða Fyrr hevur sjáldan verið politiskur vilji til at menna Fróðskaparsetrið, men tá vistu vit tað. Í 2008 tyktiskt viljin at vera til staðar, men í veruleikanum varð hann burtur, tá á stóð. Fróðskaparsetrið hevur í 2008 lagt framtíðar virk­ semi til rættis við grundar­ lag í politiskum útmelding­ um um uppraðfesting og altjóðagerð av stovninum. Men við verandi játtan er grundarlagið knappliga burtur. Støðan er tí verri nú enn frammanundan. Vit vóru at kalla komin í hásummartíð, áðrenn fíggj­ arlógin fyri 2008 varð sam­ tykt. Stutt eftir fáa vit sam­ gonguskifti, og fáar mánað­ ir eftir liggja vónir um menning av Fróðskapar­ setrinum í skelja sori. Hetta eru ringar fortreytir at arbeiða undir, og hetta er ikki álitisvekjandi fyri tey netverk, ið skulu byggjast upp við samstarvspartar – t.d. tey netverk, ið lunnar vórðu lagdir undir í 2008. Í samgonguskjalinum hjá ABC samgonguni stendur m.a. hendan orðingin undir yvirskriftini “Hægri lestur”: “Menningin av Fróð­ skaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis­, undirvísingar­ og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini vera fyri fjarlestri.” Nú lekur illa millum teori og praksis. Roknistykkið hjá fíggjarnevndini Í samband við fíggjarlóga­ rarbeiðið fyri 2009 hevur serliga fíggjarnevndarfor­ maðurin ført fram eitt roknistykki um, at Fróð­ skaparsetrið við givnu játtanini uttan trupuleikar kann halda fram við virk­ seminum, sum varð sett í gongd í 2008. Fíggjarnevndarformað­ urin førir fram, m.a. í sendingini “Kjakarí’ið” í útvarpinum 14. januar 2009, at hann hevur tikið lønarútreiðslurnar á Fróð­ skaparsetrinum í november 2008, og ganga tað upp við 12 fyri at fáa ársútreiðslur­ nar. Og fyri at gera alt rætt og gott ger hann greitt, at hann hevur lagt 3% omaná fyri at taka fyrilit fyri lønarhækkingum. Roknistykki gongur ikki upp Fyri tann, ið ikki veit bet­ ur, kann hetta ljóða rætt og gjøgnumhugsað. Men roknistykkið hjá fíggjar­ nevndarformanninum hevur tíverri ikki innbygt røttu fortreytirnar. Trupuleikin er, at øll starvsfólk fyri 2009 ikki vóru við á lønarlistanum hjá Fróðskaparsetrinum í november 2008. Nøkur av størvunum vórðu ikki mannað fyrr enn eftir 30. november 2008, og tey størvini síggjast tí ikki í yvirlitinum frá november. Av hesi einføldu orsøk metir fíggjarnevndin lønarútreiðslurnar fyri 2009 ov lágt, og tí røkkur játtanin til Fróðskaparsetrið ikki til lønir í 2009. Um politiskur vilji var, hevði veri lætt at rætta í grundarlagnum fyri met­ ingini av lønartørvinum fyri 2009. Tað er bara at rokna tey starvsfólkini uppí, sum komu á lønar­ listan eftir 30. november 2008. So varð status quo í mun til 2008. Tað hevði ikki verið framhaldandi “menning av Fróðskapar­ setri Føroya”, men betur enn skerjing av Fróðskap­ arsetri Føroya. Áhaldandi pástandurin frá politiskari síðu um, at núverandi játtanin til lønir í 2009 er røkkur til at løna øllum, sum nú eru sett í starv, hevur ikki hald í veru­ leikanum. Roknistykkið hjá fíggjarnevndini gongur heilt einfalt ikki upp. Ikki tørv á fólki? Men tá starvsfólk koma so seint á lønarlistan, er tað so tí at Fróðskaparsetrið ikki hevur tørv á teimum? Jú, Fróðskaparsetrið hevur stórliga brúk fyri teimum m.a. til virksemi, sum í samsvari við polit­ iska viljan vórðu settar út í kortið í 2008. Eitt nú til undirvísing á nýggjum útbúgvingunum, ið vórðu bjóðaðar út á Náttúruvís­ indadeildini í 2008, og til raðfest granskingarøki í tilknýti til útbúgvingarnar. Tað krevjast lærarar til at undirvísa á hesum útbúgvingum, og nýggju fólkini skulu undirvísa nú. Orsøkin til, at nøkur fólk eru komin so seint á løn­ arlistan er, at tað ikki hevur borið til hjá teimum at blíva leys fyrr úr teimum størvum, ið tey framman­ undan vóru í. Haraftrat er mannagongdin við setan­ um av vísindafólkum á universitetum drúgv. Hvat er at gera? Setningurin “Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram” í samgongu­ skjalinum eigur at takast í álvara. Ásannandi at fíggjar­ nevndin ikki hevur brúkt veruliga lønartørvin sum grundarlag fyri at gera metingarnar av lønarút­ reiðslunum í 2009, er alneyðugt, at samgongan hækkar játtanina til Fróð­ skaparsetrið, so nevndi setningurin í samgongu­ skjalinum ikki verður gjørdur til skammar. Fróðskaparsetrið og roknistykkið hjá fíggjarnevndini Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum Hans Pauli Joensen Ja, Heðin Mortensen, hetta er ein panikkloysn, tí einki er gjørt til tess á nøkta tann ovurhondsstóra tørvin á ellis­ og røktarheimspláss­ um í Tórshavnar Komm­ unu í seinastuni. Mær vitandi hevur nú­ sitandi býráðsmeiriluti ikki útvegað nøkur ellis­ og røktarheimspláss í farnu setu. Jú forrestin, húsini hjá Álvi av Kák, sála, blivu keypt og umbygd til bú­ stovn til eldri fólk. Er hetta ikki ein panikkloysn, so veit eg ikki. Eini sethús í trimun hæddum, við ong­ um elevatori til 9 brúkarar, man allir bati bøtir. Tjarnagarður bleiv av­ greiddur, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokurin sótu í meiriluta. Verandi meiriluti arbeið­ ir nú við einari verkætlan Yviri við Strond, eitt ellis­ og røktarheim fyri 48 mill. kr. til 24 búfólk, men hetta verður neyvan liðugt tey fyrstu 3 til 4 árini. Vit vilja við hesum seta fokus á tann ovurhonds­ stóra tørvin á ellis­ og røtarheimsplássum í kommununi. Vit vita eisini, at hetta er eitt alternativ, sum eigur at verða kannað til botns, um vit kunna brúka hetta til nakað skilagott ella ikki. Tórshavnar Býráð hevur útskrivað byggiloyvi, so eingin annar enn teir sjálvir vita, hvørji bruna­ krøv og hvørjar treytir eru settar til byggingina. Tá barnafamiljur kunna búgva har, so má eldri fólk eisini kunna brúka bygninginarnar ella? Lat okkum nú arbeiða saman um hetta álvarsmál. Vit eiga at fáa serkøn fólk at kanna, um man kann brúka teir, hvat kostnaðurin verður pr búfólk, og til síðst, hvat samlaði kostn­ aðurin verður. Tá hesir spurningar eru svaraðir, veit man meira um teir eru egnaðir ella ikki. Lat okkum í felag ganga nýggjar leiðir og niðurlaga garðin millum samgongu og andstøðu, og finna felagsstev fyri at loysa uppgávuna. Hetta er ikki fyrsta panikkloysn á økinum Heðin? býráðslimur annfinn Brekkstein viðmerkingar