mikudagur 21. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2009
Oljuárið 2009
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tann stovnurin, sum um
situr oljuleiting og orku,
Jarðfeingi
er
nevniliga
skorin sera munandi á
fíggjarlógini. Samlaða játt
anin til stovnin er umleið
20 mill. kr., men av hesi
upphædd eru 5,5 mill. kr.
oyramerktar til arbeiðið at
prógva, at Føroyar eiga part
av landgrunni, sum liggur
uttanfyri 200 fjórðinga
markið. Hetta er ein avtala,
sum er gjørd millum før
oyskar og danskar mynd
ugleikar.
Petur Joensen, stjóri á
Jarðfeingi hevur ikki hug at
gera stórvegis viðmerkingar
til, at stovnurin hevur fingið
minni játtan. Men hann
heldur tað vera ein stóran
niðurskurð, tí í veruleikan
um er stovnurin skorin við
2 mill. kr. av umleið 14 ella
við heilum 15%. Tá sagt
verður, at játtanin til stovnin
er 20 mill., so er hetta ikki
heilt rætt, tí tær 5,5 mill.
eru
bundnar
til
land
grunnsmarkið, eisini nevnd
grein 76 verkætlanin, har
vit gera krøv út um land
grunnin uttanfyri 200 fjórð
ingar. Føroyar hava nevni
liga bundið seg til at rinda
helvtina av útreiðslunum til
hesar
kanningar.
Danir
rinda hina helvtina.
Petur Joensen sigur, at
tey við nýggju fíggjarlógini
hava fingið ein nýggjan
fíggjarligan veruleika at
fyrihalda seg til. So tey
mugu hyggja eftir, hvussu
tey skulu arbeiða. Hetta
fara tey at taka upp í næst
um.
Hetta er nokk so nógv at
skula spara heldur stjórin.
Jarðfeingi tekur sær av
oljuleiting, orku og aðrari
jarðfrøðiligari kanning.
Ring signal til
oljufeløg!
Uppá fyrispurning um tey
fara at brúka minni orku til
oljuleitingina sigur stjórin:
– Vit mugu fyrst fáa eina
samlaða mynd av okkara
virksemi og hvussu vit
skulu raðfesta, áðrenn eg
kann siga nakað um tað. Tá
man verður skorin so nógv,
so mugu vit fyrihalda okk
um til tað.
– Men er tað ikki eitt
óheppið signal at senda út
til altjóða oljufeløgini, at
føroyskir
myndugleikar
skerja játtanina munandi
til tann stovnin, sum stendur
fyri oljuleitingini?
– Hetta nýtist ikki at vera
Jarðfeingi
skal spara
heili 15%
Hóast føroyskir myndugleikar siga
seg leggja stóran dent á og raðfesta
oljuleiting við Føroyar høgt, so
sæst hetta ikki júst aftur á komandi
fíggjarlóg. Jarðfeingi skal spara
tvær av fjúrtan milliónum
Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi heldur sparingina
stovnurin skal gera vera stóra
Nýtist ikki at vera eitt negativt signal til oljufeløgini, at Jarðfeingi skal spara heldur stjórin
Flóttafólk á grikskari oyggj
Vanliga eru næstan bara ferðafólk í Norðurlondum, Fraklandi og øðrum
evropeiskum londum á griksku oynni Leros, men soleiðis er ikki longur.
Í dag eru minst líka nógvir afghanar, irakar, somalar og iranar á oynni.
Tey eru ikki vanlig ferðafólk, men fólk, sum eru flýdd undan kríggi og
ágangi í heimlandinum. Griksku myndugleikarnir siga, at í løtuni eru
umleið 3.500 flóttafólk á Leros. Grikkar sjálvir fýlast á, at USA og
Bretland ikki taka sær av flóttafólkunum, tí tað vóru tey londini, sum
byrjaðu kríggið í Irak og í Afghanistan.
Mótmæli í Moskva
Fleiri hundrað ungdólk gingu í gjárkvøldið
mótmælisgongu í Moskva, har tey mótmæltu, at ein
kendur mannarættindasakførari og ein blaðkvinna
vórðu myrd fyrradagin. Mótmælistiltakið var tætt
við staðið, har tann 34 ára gamli sakførarin
Stanislav Markelov og tann 25 ára gamla
blaðkvinnan Anastasia Baburova blivu myrd.
Mótmælisfólkini spurdu, hvussu tað kann bera til, at
fólk verða skotin á alljósum degi í miðbýnum í
russiska høvuðsstaðnum.