mikudagur 21. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 14 • 21. jan. 2009
Vit høvdu í ólavsøkublaðnum
í 2007 eina samrøðu við Diin.
Hetta var í samband við, at hann
hevði koyrt bil, til hann var 98 ára
gamal. Vit hava so ikki enn hoyrt
um nakran líka gamlan bilførara.
Bert hetta sigur, at her er talan er
um ein knassa.
Tað er stuttligt at práta við
Diin. Hann minnist ikki bert tað
gamla. Hann minnist eisini tað,
sum hendi í gjár, og hann fylgir
sera væl við í tí, sum gongur fyri
seg í samfelagnum.
Vit fara at tríva nakað aftur í
greinina frá 2007 og koma annars
inn á onnur viðurskifti, sum Diurin
kann greiða frá. Ikki minst um
pápan, ættina, heimbygdina og
annars um hansara virksemi í
sínum langa lívi.
Diurin er sera birgur. Eyguni eru
nakað farin, men hann klárar enn
at lesa nakað. Hann lesur millum
annað við áhuga Miðvikuna í
Sosialinum. Tí er tað ikki meira
enn rímiligt, at henda Miðvikan
kemur at snúgva seg um hann.
Diurin er einsamallur í húsi
og klárar stórt sæð seg sjálvan.
Hendan eina dagin bjóðaða hann
nátturða, og hóast honum stóð í
boði at fáa versonin at vaska upp,
so vildi hann ikki vita av tí. Tað
kundi hann saktans klára sjálvur!
Enn fer hann eisini framvegis
eitt legg útum í havan at taka
eina hond í. Seinasta summar
málaði hann stakittið! Hann ger
sær sjálvum døgurða. Men so
ferðast hann eisini til døturnar í
Trongisvági og Klaksvík.
Lávus var sjómaður
Diurin er sonur Olavus í Skemm
uni og Elsebeth Súsannu av Nesi
í Vági.
Lávus var føddur 21. jul 1867.
Pápin Johan Djurhuus, óðals
maður við Á, var slektaður av
Nesi í Eysturoynni. Hann var
av próstaættini hjá Andrias
Djurhuus.
Lávus fór til skips í 1887 við
Trangisvaag hjá Suderø Handels
forening.
Lávus førdi Trangiswaag í 1893,
áðrenn hann sjálvur hevði lært til
skipara.
Lávus tók skiparaprógv í 1894
hjá Jens í Dali. Hetta var fyrsta
árið, skiparaprógv var tikið í
Føroyum.
Hann førdi Jeanette í 1894 og
1895. Lávus var við til at keypa
Sildberan í 1895 úr Grimsby.
Hann kom í nevndina saman við
Jákup Kjelnæs, sum arbeiddi
nógv ár hjá T.F. Thomsen, og sum
fyrr er umrøddur í røðini Hendur
ið Sleptu. Lávus førdi Sildberan
fra 1895 til 1897.
Hann førdi Robert Miller 1898
1903. Lagnunar speisemi gjørdi,
at sonur hansara seinni gekk
burtur við sama skipi.
Árini 19031905 førdi Lávus
Sunbeam. Í 1916 førdi hann
deksbátin Jane & William fram til
1932, undantikið trý ár.
Tá legðist hann uppi og fór at
handla.
Ólavus og konan Elsba Sanna
vóru eisini millum tey fyrstu í
brøðrasamkomuni í Porkeri, sum
var ein tann fyrsta í Føroyum.
Hann var eisini ein av stuðlunum
at fáa fyrsta møtisalin hjá sam
komuni bygdan. Hann átti part í
økinum, sum varð latið til salin at
byggja á.
Hevði Dias á Heyggi
við fyrsta túrin
Lávus var mammubeiggi Dias á
Heyggi, sum eisini var úr Porkeri,
og Dias fór 14 ára gamal til skips
í 1894 við Jeanette, har Lávus var
skipari.
Teir vóru einir fýra fjúrtan ára
gamlir dreingir úr Porkeri við.
Reiðarin Jógvan Mortensen helt
fólkið vera nakað ungt. Men
Lávus segði, at teir skuldu ikki
verða sviknir av hesum dreingjum.
Teir vóru vanir at rógva út við
báti og vóru stakmenn at fiska.
Tað var eisini skjótt, at Dias
gjørdist av bestu fiskimonnum og
aftur seinni gjørdist hann ein av
fremstu rokskiparum í landinum.
Hann fekk eisini skip og virksemi
á landi.
Pápin hevði úthandil
Tey vóru átta systkin hjá Diinum.
Men bert tvey blivu gomul.
Umframt Diin sjálvan var tað
systirin Sunneva, sum giftist við
Peter Sørensen í Porkeri. Beiggin
Johan gjørdist bert 36 ára gamal.
Fleiri systkin doyðu sum
smá. Tá var ikki sum nú at fáa
læknahjálp. Lækni var bert á
Tvøroyri, og tað kundi ofta blíva
ov seint at bíða eftir honum.
Lávus fór at handla fyri Jaspur
á Løghamri í Vági og síðan fyri
seg sjálvan. Ein handil var ikki
bert ein handil. Hann tók eisini
móti fiski. Handlarnir í Porkeri
tóku nógvan saltfisk
til turkingar, sum gav
nógv arbeiði í bygdini.
Andreas Djurhuus 100 ár:
Koyrdi bil til hann var 98
Í morgin 22. januar verður Andreas Djurhuus, vanliga kallaður Diurin, 100 ár.
Vit hava verið inni á gólvinum hjá honum. Ikki sæst stórvegis av aldri á hesum gamla
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Elsba Sanna og Lávus, foreldrini hjá Diinum
Diurin avmyndaður mánadagin. Málningin til høgru av Vágseiði hevur systkinabarnið William Smith málað
➘