Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 14 • 21. jan. 2009 Saltfiskurin varð fluttur við báti til Porkeris, og Diurin minnist, hvussu fiskur lá á hvørjum steini. Sum úthandil fekk Lávus vørurnar úr Vági. Fyrstu tíðina var ikki koyrandi, tí komu vørurnar við báti. Prísirnir vóru ásettur av høvuðshandlinum, so tað var eingin kapping í so máta. Tann sum rak úthandilin fekk so ein prosentpart av umsetninginum í sín part. Av hesum skuldi hann so gjalda útreiðslur sum vóru. Lávus doyði 18.11. 1937. Vágur var ein annar heimur Diurin var føddur 22. januar 1909. Hetta var beint eftir at reiðarafelagið varð sett á stovn, har versonurin nú er formaður. Diurin hevur upplivað stóran part av menningini í landinum hesi 100 árini. Telefonstøð var tó í Porkeri fyrst hann minnist. Hetta var einasta telefon í bygdini tá. Men vegur var eingin. Hann minnist væl, tá ið vegasamband kom til Vágs. Í 1938 kom vegur millum Porkeri og Hov. Vegurin til Vágs kom nakað fyrr. Áðrenn tað varð gingið, um tað ikki var farið við báti. Tað var heldur ikki so leingi at ganga til Vágs eftir tátíðar viðurskiftum. Og at koma til Vágs, tað var sum at koma til ein heilt annan heim. Porkeri var sum ein vanlig bygd tá í tíðini við svørtum tjøraðum húsum. Í Vági vóru húsini fyri tað fyrsta nógv fleiri, tey vóru eisini størri og vóru málaði í ymiskum litum. So var eisini ravmagn í Vági, og hetta gjørdi ikki bygdini minni ævintýrkenda. Tey høvdu jørð í húsinum og tí eisini kúgv. Hetta gav mjólk. Men kúgvin varð slept eina tíð, áðrenn hon kálvaði aftur. Diurin minnist, hvussu spennandi tað var, táið kúgvin var komin “í mánaða.” Tá kundi mjólk aftur væntast! Diurin minnist eisini fyrsta heimsbardaga 1914-1918, har tann mest ítøkiliga avleiðingin fyri gerandisdagin var, at tað gjørdist neyðugt at fara at dyrka korn. Tá vóru fleiri sornhús í Porkeri. Eitt sum hann minnist frá hesi tíðini er drílurin. Tað fekst bert rugur, og tí vóru drílarnir myrkir og hersknir, og teir smakkaðu ikki so væl, sum tá ið eisini hveitimjøl var í. Undir fyrra krígnum fekst heldur ikki petroleum til lampurnar. Tá fóru menn at gera sær lýsilampur. Serliga kendar vóru lampurnar, sum vóru framleiddar hjá Nyholm Debes og Ludvig Poulsen í Havn. Lýsi var nóg mikið av. Tað var jú lýsismeltari í Vági. Men tað kundi eisini vera lýsi av grindakúlum, sum heldur ikki trutu. Diurin fór í skúla undir heims- bardaganum. Tað var bert ein skúlastova og bert ein lærari. Ein lærari var Johan Danbjørg, sum seinni gjørdist kendur sum javnaðarpolitikkari. Men hetta var langt áðrenn, javnaðarflokkurin yvirhøvur var til! Diurin minnist eisini fyrsta bilin, sum kom í bygdina, og var hetta ein lastbilur hjá Dias á Heyggi. Diurin minnist, hvussu maður fór av húsi at síggja hetta undur. Ein av teimum fyrstu bilunum aftaná tað var hjá Garðamonnum, har Doreus Jacobsen, ættur úr Norðragøtu, koyrdi. Hann gjørdist eisini 100 ár. Sildabátarnir Diurin dugur væl at greiða frá um teir sokallaðu sildabátarnar, sum eiga sín part av okkara skipasøgu. Nógvir teirra komu eisini til Porkeris og Vágs. Teir vóru kallaðir sildabátar, tí teir upprunaliga vóru nýttir av skotum til veiðu av sild við gørnum. Olavus, pápi Diin, var við til at keypa ein tann fyrsta sildabátin til Porkeris i 1906, Isabella Innes og hann førdi hann til 1915. Keypsprísurin var 900 kr! Tá ið teir vóru keyptir høvdu teir einki lugar, bert eina stóra kahýtt. Manningingartalið hevur ikki kravt meira enn tað. Tá so skipini komu til Føroya mátti lugar gerast. Skipini vóru ikki stór. Tey fyrstu tóku 150-160 skippund. Tey seinnu um 200 skippund. Manningin var einir 10-12 menn, og var hetta nógv minni enn við sluppunum. Seinni skip av hesum slagnum sum komu til Porkeris vóru Jane & William, Families Pride og Vigelant, sum systkinabarn Diin, Petur í Skemmuni, sum var fluttur til Vágs, átti saman við fleiri porkeningum. Ein sildabátur var Port Jackson, men hann var ikki langlívaður og varð høgdur sundur longu í 1912/13. Góðskan man hava verið nakað vánalig. Skipini varðveittu síni uppruna- ligu ensku nøvn. Ein sera kendur sildabátur var Coralia, sum var partur av dramat- isku hendingini við Blithsome í 1935. Isabella Innes skotin niður á Føroya Banka Olavus førdu Isabellu Innes tey fyrstu 10 árini, men skipið var skotið niður av týskum kavbáti í 1917 undir 1. heimsbardaga á Mýlingsgrunninum, samstundis sum onnur skip vórðu skotin niður á Bankanum. Veðrið var so mikið gott, at teir kláraðu at rógva til lands, hóast báturin var borðfullur. Bankin var av týskarum lýst sum vandaøki, men hildið varð ikki, at Isabella Innes var í vanda- øki. Men hesin ivi kom teimum ikki til góðar, og tí fingu teir einki frá tryggingini. Hetta var sjálvsagt ein smeitur, men skipið var bíligt og goldið. Tá hetta hendi var Petur Frederik Petersen, ættaður úr Funningi, skipari. Teir vóru so nær landi, at teir høvdu bert róð ein hálvan tíma, tá ið teir síggja Munkin. Veiddu agnið sjálvir Sjálvur fór Diurin til skips 15 ára gamal við Jane & William, sum var ein av sildabátunum. Hetta var í 1924, sama ár sum Anna av Toftum fórst undir Íslandi við 17 monnum. Teir royndu nógv á Bankanum, har tað var nógvur fiskur tá. Men annars royndu teir eisini nógv undir Íslandi, mest norðanfyri Langanes. Her var lættari at fiska, tí tað var grynri. Teir høvdu sildagørn við at veiða sild til agn. Teir plagdu at fara inn í Íslandi at goyma sildina í einum íshúsi hjá onkrum bónda teir kendu, og høvdu tískil altíð feskt agn. Viðhvørt fingu teir so mikið av sild, at teir saltaðu uppí tunnur, sum teir kundu hava heim við sær. Maturin umborð var jú sera eintáttaður við fiski og saltkjøti, so teir nýttu eisini møguleika at keypa seyð frá bóndanum, og fingu teir harvið eisini ein feskan kjøtbita. Lýsi fyri olju Diurin minnist væl tíðina, tá ið skipini byrjaðu at fáa motor mitt í 20-unum. Her vóru føroyingar ikki serliga framskygdir. Fyrsta fiskiskip við motori var Ingrid, sum varð keypt til landið í 1904. Men hann var hildin at vera meira til fortreð, tí var motorurin tikin úr henni! Fyrstu motorarnir vóru smáir, og ofta vóru teir bert brúktir, tá ið vindurin ikki var til vildar. Tá siglt var heim, var motorurin ofta ikki settur í gongd fyrr enn komið var inn móti landi. Eina ferð Diurin var á veg heim við City steðgar motorurin, tí eingin olja var eftir. Ráðini tá vóru at nýta lýsi. Her var nóg mikið til, tí livur var tikin á túrinum, og hon var koyrd í tunnur. Ráðini vóru at síla uppí eina pøs av lýsi úr eini livratunnu. Lýsið dálkaði illa, so tað kundi ikki koyrast í tangan. Tí mátti ein maður stoyta lýsið Fiskur verður vaskaður í Porkeri Families Pride, ein av sildabátunum Porkeri 1907. Fyrsti salurin hjá Brøðrasamkomuni við fløtum taki sæst millum trý hús niðri í bygdini Standard, sum Diurin var við ➘