mikudagur 21. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 21. jan. 2009
MIÐvIkaN
17
beinleiðis í rørið til motorin so
hvørt hann brendi tað. Og hendan
pøsin rakk til skipið kom í havn.
Útróður í Grønlandi
Í 1930 og 1931 var Diurin við
Standard. Skipari var Jákup við
Á úr Porkeri. Hetta var ein stór
skonnart, sum porkeningar áttu.
Hon var so stór, at 1200 skippund
sóust ikki aftur í henni.
Millum annað róðu teir út
í Grønlandi við við einum 5-6
bátum, sum fleiri føroysk skip
gjørdu tá í tíðini. Fiskaríið var
gott, men prísurin var sera vána-
ligur, bert 10 oyru pundið. Hetta
gav bert einar 300 krónur í avrokn-
ing, og var hetta sera lítið í mun
til veiðuna.
Teir vóru seinir heim úr Grøn-
landi hetta heystið, og teir komu
eisini í storm á Kappanum. Teir
fingu ein slíkan sjógv, at kokka-
húsið á dekkinum fór til sjós. Hetta
gjørdist ein svangligur heimtúrur,
nú teir illa fingu matgjørt.
Í 1934 sigldi Standard á ein
boða á Norðurlandinum í Íslandi,
og skipið varð vrak. Manningin
varð bjargað.
Upplivdi feigdar
veðrið hjá Laura og
Immanuel
Í 1932 var Diurin við Norðfarinum.
Her upplivdi hann tiltikna illveðr-
ið, tá ið Laura og Immanuel gingu
burtur við tilsamans 38 monnum.
Norðfarið var tá á veg til
Íslands. Teir fingu ein so stóran
sjógv, at saltið var tveitt yvir í
annað borðið , so skipið fekk
slagsíðu. Í lastini var ein tóm
krubba, og har stóðu allir
spakarnir. Tóma krubban var nú
fylt við salti, so fólkið mátti fara í
lastina við tallerkum, pottalokum,
fjalum og berum hondum fyri at
fáa skipið á rættkjøl aftur. Tað
vóru nógv skip, sum vóru illa
kroyst í hesum veðrinum.
Diurin kendi fleiri av monnun-
um við hesum skipum. Tveir
porkeningar vóru við Lauru.
Hann kendi eisini fleiri menn
við Immanuel. Hann hevði siglt
saman við teimum við City of
Norwich, har Gunnar Danielsen,
ættaður úr Søldafirði, var skipari.
Spurningurin er um nakar annar
er á lívi, sum hevur upplivað hetta
illveður.
Fingu ikki oyra fyri
heilan túr
Í 1936 var Diurin við Honnu av
Tvøroyri. Petur í Geilini var skipari.
Á vegnum heim fingu teir illveður
á Kappanum. Tá fingu teir ein
so stóran sjógv, at lúkan fór av.
Tíbetur var lastin so full av fiski, at
sjógvurin ikki slapp í hana.
Sama ár var hann við Bára-
drangi. Men hetta gekk ikki væl.
Tíðirnar vóru framvegis ringar, og
reiðaríið fór á húsagang. Tá vóru
fiskimenn ikki so væl tryggjaðir
við sjópanti sum í dag. Tískil
fingu teir ikki eitt oyra fyri túrin.
Báradrangur var annars seinasti
deyðsiglari á Tvøroyri.
Nógvar vanlukkur
Diurin hevur livað stóran part av
hesi tíðini, táið stórar vanlukkur
hendu á sjónum. Hesar raktu
meint, eisini í Porkeri.
Fyrst í mars mánaða 1910 fóru
nógvar sluppur av Trongisvági
út á Bankan. Tá ið tíðin var úti
fyri vanligum túri, komu tær
allar aftur í øllum góðum uttan
Norðstjørnan hjá Mortensen.
Leingi var bíðað, men um miðjan
apríl gjørdist ræðuliga óvissan
til ræðuliga vissu. Hildið varð, at
hon var farin í tí ringa veðrinum,
sum var á Bankanum 10. mars.
Við vóru 11 menn. Av hesum
vóru níggju porkeningar. Johan
Mortensen úti á Klova í Porkeri
var skipari. Saman við honum
fórust fýra brøður hansara og
maður systir hansara, hann var
úr Sumba. Harvið fórust seks
mans so at siga úr sama húsi. 11.
maðurin var úr Hovi.
Longu í 1914 hendi næsta stóra
vanlukkan. Tá fórst Robert Miller.
Hon fór av Havnini 13. mars. Hon
skuldi undir Føroyar og helst á
Bankan, men spurdist ikki aftur.
Onnur føroysk skip, sum vóru
á Bankanum, høvdu sæð hana
og hildu, at hon 20. mars fór av
Bankanum. Hon sigldi tá í ein
útnyrðing ella norðan, og hildið
var, at hon setti kós til Íslands.
Eitt skip hevði sæð Robert Miller
repa seglini um 20. mars vestan
fyri Mykines.
24. og 25. mars var eitt rætti-
ligt ódnarveður undir Íslandi og
kunnu teir vera farnir tá. Skipari
var tann bert 22 ára gamli John
Danielsen, beiggi Danbjørg. Ein
annar porkeningur var beiggi Diin,
Petur Hans, sum bert var 15 ára
gamal. Hetta var sjálvsagt ein
stórur smeitur. Teir báðir vóru
porkeningarnir við. Manningin var
11, og teir flestu vóru úr Sumba.
Undir krígnum fórust fleiri
porkeningar á sjónum. Í 1940
gekk ein porkerisbátur, Búgvin,
burtur við 8 monnum. Fleiri av
hesum monnum vóru í ætt við
teir, sum fórust við Norðstjørnini.
Tann 14. februar 1944 hvørvur
báturin Louisa úr Porkeri við 4
monnum. Her var tað á sama hátt
sum vanligt var við familjuskapi.
Tveir av teimum vóru beiggjar,
synir Johan, beiggja Dias á
Heyggi, og hinir tveir vóru feðgar.
Torvbáturin
Tann 22. juli 1952 hendir enn
ein syrgilig vanlukka, hesa ferð
við einum torvbáti. Porkeningar
skóru torv í Nesi. Hagar var
lagaligast at fara við báti. Hetta
hevði altíð gingist væl. Hendan
dagin var eisini av besta veðri.
Teir høvdu fyrst verið eina ferð
við fullum báti av torvi, og teir
fóru avstað aftur eftir einum
førningi afturat. Odmar, sonur
Pola Poulsen, hevði verið við, og
hann vildi eisini sleppa við næsta
túrin, men pápin vildu ikki lovað
honum við. Hetta dámdi honum
sera illa. Men hetta bjargaði lívi
hansara. Báturin kom nevniliga
ikki aftur. Tá farið var at leita
sást torv á sjónum, og teir hildu
seg finna mastrina av honum.
Nógvar gitingar vóru um, hvat ið
kundi vera hent, um báturin var
sigldur á ein flúr ella hann hevur
verið órógvaður av eini brugdu.
Líkið av Pola rak á land í Kirkjubø
seinni. Poli var 39 ár, giftur við
Evi hjá Dias á Heyggi og átti fýra
børn. Jens Leo doyði frá konu og
trimum børnum. Afturat teimum
vóru tveir 17 og 15 ára gamlir
dreingir við, Jon Poulsen og
Herman Dam.
Gjørdist handils
maður og reiðari
Porkeri var ein fiskimannabygd
burturav, har eisini nógvir skiparar
vóru úr Porkeri. Ein røð av húsum
í bygdini verður kallað »skipara-
rekkjan«. Kendir skiparar vóru Lars,
Johan og Dánjal Larsen í Gjørðum,
Petur Mortensen í Geilini. Johan í
Birginum, Mortan í Nøkrum, Jákup
hjá Læars, Petur Frederik, ættaður
úr Funningi og aðrir.
Í 1937 yvirtók Diurin handilin
hjá pápa sínum. Í 1938 giftist
hann við ta javngomlu Ragnhild,
dóttir Katrinu og Melchior Nico-
demmusen í Skálavík. Ragnhild
var ein stak røsk kvinna. Hon var
dugnalig til hendurnar, og hon var
eisini fróðarkvinna. Í 1979/81 bað
Óluva Skaale hana skriva søgur til
barnaútvarpið, og tað lá væl fyri.
Hon doyði í 2001, 92 ára gomul.
Pápi Melchior var Demmus á
Hamri. Hann plagdi at hýsa gamla
Sloan, tá ið hann kom í oynna.
Í 1896 holvdist bátur úr Skála-
vík í Skálsáarbáruni. Báturin
hevði verið norðuri við Áir eftir
hvalatvøsti. Millum aðrar vóru
Demmus og sonurin 24 ára
gamli Melchior við. Melchior
slapp uppá kjøl og fekk fatur í
pápanum, men hann orkaði ikki
at halda honum. At enda sigur
pápin við sonin: “Bjarga tær
sjálvum, lat meg fara, men síggj
til at lata teg umvenda!” Tey
gjørdust eisini grundarlagið fyri
brøðrasamkomuna í Sandoynni í
mong ár.
Melchior var framburðsmaður.
Hann var dugnaligur til landbún-
aðin og dugdi at fáa burtur úr
øllum, eisini bjørgunum. Hann
fekk sær vatnmyllu, sum lætti
nógv um arbeiðið at mala kornið.
Tað var dyrkað korn nógv longri
í Sandoynni enn aðra staðni í
Føroyum.
Kvinnufall av
nátasjúku
Umframt allar skipavanlukkurnar
var 1937 eisini eitt syrgiligt ár í
Porkeri, táið fimm ungar konur
doyðu av havhestasjúkuni.
Tað var umleið 1930, at fólk
varnaðust eina merkiliga sjúku,
sum herjaði júst í september,
og sum kostaði fleiri mannalív.
Serliga vóru tað ungar kvinnur
sum doyðu. Lækni í Vági var
Arthur Rasmussen, seinni Vaag.
Hann hevur greitt frá, at árini
1930-1938 doyðu 54 fólk við vissu
av hesi sjúku. 40 av teimum vóru
úr Suðuroy.
Í 1937 doyðu 11 fólk av hav-
hestasjúkuni. Av hesum fimm
í Porkeri. Hetta vóru kvinnur í
aldrinum 22-38 ár. Tær doyðu
7., 17., 19., 30. september og 1.
oktober. Hetta merkir, at tær eru
allar deyðar innan 3-4 vikur.
Fleiri av teimum stóðu undir
børu í senn. Ein sum doyði var
Kristianna Sørensen, ættað
úr Lorvík, kona Hans Paula
undir Stígnum. Hans Pauli
var burtur, og jarðarferðin var
byrjað. Á kirkjugarðinum sær
fylgið eitt skip kom inn eftir
Vágsfirði. Tey síggja, at hetta
er City og Norwich, sum Hans
Pauli var við. Avrátt
verður at steðgað við
jarðarferðini. Tá City
Á Hamri á Skálavík haðani Ragnhild, kona Diin, var ættað
Ragnhild og Diurin
➘