mikudagur 21. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 14 • 21. jan. 2009
leggur at, og Hans Pauli gleðir
seg til at síggja konuna taka
ímóti sær, fær hann í staðin boð
um at fara beinleiðis til hennara
jarðarferð. Soleiðis var lívið eisini
tá.
Diurin minnist eisini, at tað
sama hendi við Sigmund á
Rananum. Tá ið hann kom aftur
av skipi við Agnes Louise kom
prestur umborð at siga honum
frá, at konan, Petrina, var deyð.
Her var tað á sama hátt, at
Petrina var við at fara til gravar,
táið teir síggja skipið koma inn
eftir fjørðinum, so Sigmund fór
beint í jarðarferð. Petrina doyði í
barnsferð, og barnið doyði eisini.
Hetta var í 1926.
Arthur Waag ivaðist ikki í,
at hetta stóra mannfall millum
kvinnur í Suðuroy merkti hóttafall
fyri Suðuroynna. Hetta kom jú
afturat øllum fiskimonnunum,
sum fórust tá, og sum greitt fer
at verða frá í samband við, at
tað í februar eru 85 ár síðan, at
General Gordon fórst.
Arthur Waag fekk staðfest, at
nátasjúkan var ein serlig sjúka,
sum hevði við tøku av náta at
gera, meðan eiðislæknin R. K.
Rasmussen fekk staðfest, hvør
sjúkan var. Úrslitið var, at tøka
av havhestaungum varð bannað
i 1938. Arthur Waag hevði nógv
fortreð av, at hann ikki fekk
tann heiður í hesum sambandi,
sum hann hevði uppiborið.
Hetta komst partvíst av, at báðir
læknarnir kallaðust Rasmussen,
og tí kom bland í hvør var hvør.
Góð inntøka við
Rádna
Aftaná kríggið flytir Diurin við
húski til Vágs at búgva, har tey
eisini høvdu handil. Diurin fór
eisini at fáast við reiðaravirksemi.
Beint eftir kríggið var Diurin
við at keypa trolaran Rádna til
Vágs. Reiðari var Elith hjá Dias
á Heyggi, og Dánjal hjá Mouritsi
var skipari mesta av tíðini. Rádni
var ein bretsk korvett, sum var
brúkt undir krígnum. Hon varð
fullkomiliga umbygd í Vági, eitt
arbeiði, sum tók 15 mánaðir undir
leiðslu av Argja Palla. Tá hevði
hann eisini fingið oljufýring, sum
var eitt stórt frambrot í mun til
teir nógvu kolfýrdu trolararnar.
Men Diurin heldur ikki, at hetta
var eitt gott skip. Hesi krígsskipini
vóru gjørd í skundi, og tað var ikki
so nógv gjørt burtur úr teimum,
tí nógv teirra vórðu søkt kortini!
Upphaldsrúmini vóru eisini
vánalig. Rádni fekk somu lagnu
sum hinir trolararnir, hann fór
á húsagang og fór av landinum
aftur.
Diurin var nakrar túrir við á
saltfisk og ísfisk. Ein sum var
saman við Diinum við Rádna var
bygdarmaður hansara Otto Dam,
sum nú býr á Argjum. Hann fór
sum ungur til skips við Rádna, og
var hann biðin við av Diinum.
Otto letur sera væl at Diinum at
vera saman við. Hann var raskur,
róligur í síni medferð, og so var
hann eisini so góður við teir ungu.
Hetta er ein eginleiki, sum ikki
verður gloymdur!
Rádni var ein rimmar kjansur.
Inntøkurnar vóru millum tær
størstu fiskimannainntøkur yvir
høvur. Hetta var byrjanin uppá
trol og trolaralívinum hjá Otto.
Hann kom at sigla við trolara í
nógv ár, og tá ið hann legðist uppá
land, fór hann at arbeiða uppá
trol á trolvirki. Hesum helt hann
áfram við, til hann táttaði í tey 80
árini. Framvegis minnist hann við
takksemi Diin, sum hann, ið fekk
sett hann við sum trolmann!
Otto og Ingrid høvdu gullbrúd
leyp seinasta leygardag. Ynskt
verður teimum tillukku!
Rádni var annars fyrsti føroyski
trolari, sum rendi seg í tosk undir
Grønlandi eftir kríggið.
Keypti Selnes
Diurin keypti sluppina Selnes fyri
25.000 kr. Hann rak hana sjálvur á
snørisveiðu við Andrev Lindarstein
úr Skúvoy sum skipara.
Í 1952 vóru teir seinir á Suður
landið, men fingu 213 skippund
vártúrin. Um 20. juli komu teir
heim við 300 skippundum, og um
10. september komu teir við 300
skippundum.
Nakað tað sama gekk í 1953.
Í 1954 fóru skipini ikki avstað
aftur fyrr enn í apríl vegna fiski
mannaverkfall í fleiri mánaðir.
Teir høvdu tikið salt men mátti
fortoya skipið við saltinum!
Selnes fekk 334 og 322 skippund
tveir túrar eftir verkfallið.
Í 1955 gekk á nakað sama hátt.
Christian Clementsen av Sandi
sigur í Siglingarsøguni, at hesi
árini hjá sær við Selnes vóru góð
inntøkuár, sum lønirnar vóru tá.
Hetta kann eisini sigast at vera
eitt herðaklapp til Diin.
Diurin leigaði Selnes út til aðrar
reiðarar á sild og útróður. Eitt ár
reiddi hann Selnes á sildaveiðu
saman við garnavirkinum á Oyri
við Aksel og Esmar Dahl, sum
lótu reiðskapin. Báðir partar
láta sera væl at samstarvinum.
Garnavirkið keypti seinni Selnes
og hevði hann í nøkur ár.
Á ídnaðarveiðu
Men Diurin var eisini millum
teir fyrstu á ídnaðarfiskveiðu.
Í 1971 keypti hann saman við
versoninum Viberg og pápa
hansara Ansgar Sørensen
ídnaðartrolaran Norðland, og
gekk hetta væl. Kann siga av
royndum, at Diurin var ein góður
reiðari. Men so fór at ganga niður
á bakka við ídnaðarfiskinum, og
Norðland varð seldur í 1974.
Fluttu til Havnar
Í 1970 flutti Ragnhild og Diurin til
Havnar, har tey bygdu sær hús úti
í Grønlandi. Fyrstu árini arbeiddi
hann í Skipshandlinum og seinni
á Telefonverkinum, har hann
arbeiddi, til hann var 75 ára gamal.
Diurin og Ragnhild fingu døtur
nar Ina, sum andaðist í 2007,
Oddvør, Brynhild og Jóna. Bryn
hild býr í Danmark, meðan hinar
búgva í Føroyum. Abbabørnini eru
10, og langabbabørnini eru 23, so
væl er komið burtur úr!
Tað verður ynskt Diinum
hjartaliga tillukku við teimum 100
árunum. Hann hevur verið ein
av teimum, sum hava bygt land
uttan nógvan háva.
Kristianna Sørensen, ættað úr Lorvík,
var ein av teimum fimm konunum í
Porkeri, sum í september 1937 doyði
av havhestasjúkuni. Viggo Joensen
úr Lorvík talaði á jarðarferðini
Melchior og Kathrina Nicodemussen, verforeldrini hjá Diinum
Diurin átti í Rádna, sum var ein uppá seg framkomin trolari aftaná kríggið
Komandi partur
Í komandi parti frætta vit aftur frá
Anton Petersen um hansara útróður í
Grønlandi. Í komandi parti er hann tó
eitt legg í Íslandi
Andrea og Petur Hans, systkin hjá Diinum doyðu bæði um 15 ára gomul