Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2009 Nú oljuleiting hevur verið á skránni í meira enn 15 ár er tað helst uppá tíðina at seta seg niður og hyggja eftir tilgongdini og vita, um nakað kann gerast øðrvísi fyri at skapa størri áhuga fyri leiting við Føroyar sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi Oljuráið 2009 Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir at avtala varð gjørd millum Føroyar og Dan­ mark um yvirtøku av ráevn­ unum í undirgrundini fyrst í 90­unum varð alt fyri eitt farið undir at fyrireika eina føroyska kolvetnislóggávu, sum skuldi vera grundarlag undir leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Eftir at avtala varð gjørd við Bretland um markið varð so av álvara farið undir at fyrireika leitingina. Fyrstu loyvini vórðu latin í 2000 og síðani tá eru seks brunnar boraðir. Eisini hava verið skiftandi stjórar á Jarðfeingi, og tann seinasti í røðini er Petur Joensen, sum røkir starvið til í november, tá hann hev­ ur sitið í tvey ár, eftir at fyrrverandi stjórin Sigurð í Jákupsstovu fór í farloyvi. Síðani er tað hent, at hann er farin í annað starv. Petur Joensen hevur ikki enn gjørt upp við seg sjálvan, um hann fer at søkja starvið, sum verður lýst leyst í november. –Tað fái eg at síggja til ta tíð. Nú ræður um at fáa so nógv gott av skafti í hesum ári sum gjørligt. Og eitt, sum oljustjórin hevur skrivað sær aftanfyri oyrað er, um ikki tørvur er á at gera okkurt øðrvísi, soleiðis at ferð kann setast á oljutilgongdina. Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvat tað er hann hugsar um. Bara at tá tú hevur fingið drúgvar roynd­ ir og tú sær, at tíðir broytast, so mást tú eisini fyrihalda teg til tað. Øðrvísi – Vit á Jarðfeingi hava tosað um, at nú er rættiliga long tíð frálíðin, síðani vit byrj­ aðu og tað er kanska uppá sítt pláss, at vit seta okkum niður og hyggja eftir, um nakað kundi verið gjørt øðrvísi. Hvat halda vit sjálvi, og hvat halda feløg­ ini. At vit hyggja eftir karm­ unum.Tíðirnar eru broyttar, og tað ger einki, at vit hyggja eftir treytum ol. Tað nýtist ikki at merkja, at vit fara at gera nakrar broyt­ ingar. Eftir so langa tíð við leiting so haldi eg gott, at man kann hyggja eftir onkrum. Vit fáa so ikki stjóran at koma út við nøkrum ítøki­ ligum. Men tey, sum arbeiða í oljuvinnuni, tað veri seg myndugleikar og oljufólk og so eisini fjølmiðlar vita, at tey ymsu økini kring heimin gera alt fyri at gera tað meira og meira attraktivt hjá oljufeløgunum at gera íløgur júst í teirra øki. Tað kann vera regulverkið, tvs. treytir fyri at kunna fáa loyvi, skattatreytir, krøv til bryggjukant og entá broyt­ ingar í loyvisgeving millum loyviumfør, tað sum á oljumáli verður nevnt ”Out of License awards”, nakað, sum vit hava fleiri dømi um vestan fyri Hetland. Tað merkir, at eru øki, sum ikki eru boðin út, men sum liggja tætt upp at fundum, so kunnu hesi, við lógar­ broyting, bjóðast út uttan beinanvegin. Hetta verður gjørt fyri ikki at tarna leit­ ingini men fyri at troyta høvi, sum bráddliga stinga seg upp. Tað kunnu so eisini vera myndugleikarnir sjálv­ ir, sum vilja raðfesta eitt ávíst øki, sum teirra egnu jarðfrøðingar hava arbeitt meira við enn oljufeløgini, høgt og fegnir síggja, at okkurt oljufelag fer í holt við. Men sum sagt, Petur Joensen vil ikki her og nú siga, hvørjar broytingar av hesum hann hugsar um. Framtíðin – Er tú nøgdur við verandi áhugan fyri leiting vð Føroyar? – Vit mugu fyrihalda okk­ um til tann veruleika vit hava. Stórur partur av land­ grunninum er bjóðaður út. Fokus hjá feløgunum er ringt at gera nakað við, men tað er ikki ómøguligt. Spurningurin er, um vit uppá nakran máta kunnu skapa áhuga fyri meiri leiting. Raka vit ikki við, so vænti eg tað verður ein tíð, áðrenn vit síggja nakað boom aftur, ja áðrenn feløgini standa og banka uppá. Tey stóru prospektini eru kanska longu umbiðin. So vit skulu ikki vænta, at tað verða nógv feløg, sum standa og banka uppá, sum støðan er nú. Men hinvegin haldi eg vit skulu vera nøgdir við tey feløg, sum eru her. Tað er ikki bara ein spurningur, hvusu nógv feløg eru her. Teirra áhugi er at finna olju og fyri at kunna tað, so má gerast eitt gott leitiarbeiði. Tað gera feløgini og tað gera okkara egnu serfrøðingar. Tað vóni eg kann halda fram, hóast vit verða eitt sidnur skerdir fíggjarliga. Tað er sera týdn­ ingarmikið, at vit kunnu vera við, bæði kunna sparra upp ímóti oljufeløgunum, og at vit við okkara egnu brillum kunnu hyggja uppá tingini og kanska eitt sindur øðrvísi viðhvørt. – Hvussu stóran týdning hevur leitingin hinumegin markið fyri okkum? – Tað hevur sera stóran tí oljufeløgini síggja alt økið millum Føroyar og Hetland sum eina provins. At nógv virksemi er hinumegin hev­ ur eisini týdning fyri okk­ um. eitt negativt signal til olju­ feløgini. Man tað ikki fara at laga seg onkursvegna! Hetta er so veruleikin, og so mugu vit finna út av, hvussu vit frægast kunnu liva við tí. Petur Joensen sigur, at tey mugu hyggja eftir øllum virkseminum, áðrenn tey kunnu siga nakað meira ítøkiligt. Sparingin er eini 15%, og tað er nógv heldur hann. Jarðfeingi: Tíðin komin til at gera broytingar Petur Joensen, stjóri her saman við undanfarna oljumálaráðharra, Tórbirni Jacobsen. tíðindi 19 Skar fingurin av sær Ein portugisiskur vinnulívsmaður skar annan fremstafingurin av sær, meðan hann var í einum rættarhøli í høvuðsstaðnum Lissabon. Tilburðurin var í síðstu viku, skrivar Reuters. Vinnulívsmaðurin var stevndur fyri fíggjarundandrátt, og hann gjørdist frá sær sjálvum, tá dómarin gjørdi av, at partar av stóra bóndagarði hansara skuldu seljast. Alt í einum tók hann ein knív og skar annan fremstafingurin av sær. Aftaná greiddi hann fjølmiðlunum frá,at hann fekk als ikki ilt, tá hann skar fingurin av. Nakað annað er, ayt gerðin ávirkaði ikki dómaran. Dansaðu alla náttina Nýggju forsetahjúnini í USA vóru troytt, tá tey loksins sluppu til songar í nátt. Í sambandi við forsetainnsetanina vóru Barrack og Michelle Obama í ikki færri enn tíggju veitslum ella tiltøkum, og alt endaði við dansi, sum vardi til songartíð. Tað vóru ikki bara forsetahjúnini, aðrir politikarar og embætisfólk, sum hátíðarhildu forsetaskiftið. Tað gjørdu nógvir amerikanarar eisini í nátt. Fráfarni forsetin, George W. Bush, kom aftur til Texas í gjárkvøldið. Fleiri fólk vóru komin at taka ímóti honum og konuni Lauru. Í einari stuttari røðu bað Bush amerikanararnar biðja fyri, at tann nýggi forsetin skal hava eydnuna við sær.