mikudagur 21. januar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 14 - 21. januar 2009 ]
United í
Liga Cup
finaluni
Derby stríddist
manniliga, men tað
var ikki nóg mikið
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Manchester United vann
seinnu hálvfinaluna í
Liga Cup kappingini 4-
2. Derby vann fyrra dyst-
in 1-0, og gjørdist tí talan
um ein samlaðan 4-3 sig-
ur til Manchester United.
Støðan í hálvleikinum
var 3-0 til Manchester
United, sum skoraði trý
mál innan 18 minuttir.
Nani, John O´Shea og
Carlos Tevez syrgdu fyri
tryggu leiðsluni.
Í 2. hálvleiki kom
spenningur aftur í dystin.
Paul Green var feldur í
brotsteiginum hjá United,
og dómarin var ivaleysur
og dømdi brotsspark til
Derby. Giles Barnes setti
brotssparkið í netið, og
Derby hevði aftur ein
møguleika í eygsjón. Tað
sá út til, at Christiano
Ronaldo drap spenningin
tá hann økti til 4-1 við
einum brotssparki. Men
Derby gav ikki upp.
Giles Barnes skeyt eitt
fríspark hegnisliga í net-
ið, og spenningur kom
aftur í dystin. Fleiri mál
komu ikki, og Manchester
United skal enn einaferð
til Wembley. Alex Fergu-
son valdi at geva fleiri
eykamonnum møguleik-
an, og sigast má, at teir
tóku av møguleikanum
við at spæla Manchester
United í finaluna.
Tottenham er
næstan har
Í annaðkvøld tekur Burn-
ley ímóti Tottenham í
hinari hálvfinaluni. Tott-
enham førir 4-1 frá fyrru
hálvfinaluni, og krevur
tað eitt stórt undur, um
Burnley skal vinna seg í
finaluni. Øll tekin eru
um, at finalan verður ein
klassikari millum Totten-
ham og Manchester Uni-
ted.
Fótbóltssambandið
tykist hava gjørt
sítt fótarbeiði til
lítar. Teir tríggir,
sum nú kandidera
til landsliðsvenjara
sessin, hava allir
framúr kvalifika
tiónir, og allir tríggir
passa teir beint til
vangamyndina, sum
er teknað av FSF
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í morgin hevur starvsnevnd-
in hjá FSF fund. Á skránni
er eittans mál – setanin av
landsliðsvenjara. Ella rætt-
ari, so skal starvsnevndin á
hesum fundi taka støðu til,
hvønn av teimum seinastu
trimum kandidatunum far-
ast skal eftir.
Sambært FSF-forsetan-
um, Høgna í Stórustovu,
vóru upprunaliga eini 20
nøvn á listanum, men eftir
standa nú trý nøvn, sum øll
so ella so hóska til vanga-
myndina, sum starvsnevndin
hevur teknað av komandi
venjaranum. Ein vanga-
mynd, sum staðfestir, at tal-
an skal verða um ein venj-
ara, sum ikki bara skal
røkka settum málum við A-
landsliðnum, men sum eis-
ini skal virka til at menna
samlaða føroyska landsliðs-
konseptið, og sum heldur
enn gjarna eisini skal virka
til menning av føroyskum
fótbólti í breiðum felags-
høpi.
Nøvnini
Fyri tveimum vikum síðani
staðfesti Høgni í Stórustovu,
at teir tríggir, sum vóru eftir
á listanum, komu úr trimum
ymsum londum.
Setningurin var tá komin
somikið langt, at Fótbólts-
sambandið var í ferð við at
kanna endaliga, um allir
hesir tríggir vóru sinnaðir
at koma til ítøkiligar sam-
ráðingar.
Tað vóru teir, og fyri góð-
ari viku síðani kundi for-
setin staðfesta, at nýggi
landsliðsvenjarin
verður
antin norðurlendingur ella
breti.
Undan hesum hevði Fót-
bóltssambandið longu verið
eitt legg í Íslandi, men tíðar-
faktorurin og eitt her-og-nú
tilboð til Guðjón Tórdarson
bar við sær, at hesin í ótíð
varð strikaður sum kandida-
tur.
Heilt
slept
íslendska
møguleikanum hevði FSF
tó ikki. Sambandið millum
FSF og íslenska pendantin,
KSÍ, hevur altíð verið gott,
og í íslendska venjara-
toyminum hava føroyingar
funnið
serbiska
Luka
Kostic, sum tó hevur ís-
lendskt pass.
Næsta norðulendska navn-
ið er ikki óvæntað danskt. Í
eini tíð hevur tað ljóðað
fyri vist, at fyrrverandi
hjálparvenjarin og U21-
landsliðsvenjarin hjá Dan-
mark, Flemming Serritslev
er ein av kandidatunum.
Skjótt 62 ára gamli Serrits-
lev hevur sera drúgvar
royndir sum venjari, og
umvegis venjaraútbúgving-
ina hjá DBU hevur hann
eisini áður verið í samband
við FSF.
Bretska navnið á listanum
kemur úr Skotlandi. Sam-
bært skotskum tíðindamonn-
um, sum vit hava verið í
sambandi við, eru longu
nakrar vikur síðani, at FSF
formliga var í sambandi við
ein kandidat.Og í fleiri
mátar er Colin Calderwood
kanska
mest
spennandi
navnið á stutta listanum.
Longu 21 ára gamal var
hann liðskipari hjá Swin-
don, sum hann var við til at
spæla úr fjórðbestu upp í
bestu ensku deildina.
Ein av venjarum hansara
her var argentinski Osvaldo
Ardiles, og hesin keypti
Calderwood við sær, tá
hann gjørdist venjari í Tott-
enham. Og á skotska lands-
liðnum gjørdist talan eisini
um 37 landsdystir – harav
ein var ein 1-1 javnleikur á
Svangaskarði.
Umframt
Ardiles hevur Calderwood
eisini arbeitt saman við
Glenn Hoddle, og tá hann
gjørdi av at seta gaggurnar
á hillina, gjørdist hann alt
fyri eitt venjari hjá eyka-
liðnum hjá Tottenham, sum
støðugt hevði samband við
hann, hóast seinastu aktivu
árini vórðu spæld í øðrum
feløgum. Nakað sum mill-
um annað bar við sær, at
hann í tveimum umførum
hevði ein blaðungan Jón
Róa Jacobsen til royndar-
venjingar.
Hóska til profilin
Felags fyri teir tríggjar er,
at teir allir hóska til vanga-
myndina, sum starvsnevndin
hjá FSF hevði teknað av ein-
um komandi landsliðsvenj-
ara.
Luka Kostic hevur í fleiri
ár verið partur av venjara-
toyminum kring íslendsku
U-landsliðini.
Umframt
venjaraútbúgvingina hevur
hann eisini nomið sær vitan
innan føðslu og heilsu, eins
og hann hevur leiðaraprógv
frá íslendska handilshá-
skúlanum.
Flemming Serritslev er
við eini fortíð í Vejle partur
av kanska fremsta danska
fótbóltsskúlanum. Hann er
í toppinum av danska venj-
arahierarki’num, og av før-
oysku
starvsfeløgunum
verður hann heilt víst mett-
ur sum ein maður, sum
kann koma við hollari veg-
leiðing og stuðuli til saml-
aða føroyska venjaratoym-
ið.
Calderwood hevur kanska
ikki somu royndir við yngru
landsliðunum, men á altjóða
pallinum er hann meira enn
hinir profilurin, sum kann
vekja ans. Sum fyrrverandi
profilur í fremstu ensku røð-
ini vekir hann eina náttúrliga
virðing millum spælararnar.
Og so skal altso leggjast
afturat, at royndirnar ikki
eru heilt ongar, hóast alt. Í
Tottenham hevur hann stað-
ið í læru í einum av mest
virdu ensku fótbóltsskúl-
unum, har hann eisini hevur
staðið við ábyrgd av spæl-
aramenningini. Í North-
hampton Town og Notting-
ham hevur hann hóast fáar
midlar vunnið uppflyting.
Og við monnum sum Lou
Macari, Osvaldo Ardiles,
Craig Brown, George Gra-
ham, Gerry Francis og
Glenn Hoddle sum læru-
meistarunum er tað ikki
íblásturin, sum restar.
Vit hava roynt at fingið
viðmerkingar frá FSF, men
Høgni í Stórustovu, forseti,
og Ísak Mikladal, aðal-
skrivari, siga seg onga við-
merking hava til venjara-
setanina.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Helst er talan um mest týðandi valið, síðani avgerðin
um at fara á altjóða pallin varð tikin í 1990
Jákup Mørk, Sosialurin
Tríggir sterkir kandidatar
Luka Kostic, Flemming Serritslev ella Colin Calderwood. Í morgin verður ein teirra høvuðsmálið hjá FSF, sum ætlandi skal almannakunngera nýggjan
landsliðsvenjara um mánaðarskiftið