Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 14 - 21. januar 2009 ] Sum spælari var hann ein, ið altíð gav seg 100%. Hart arbeiðið førdi hann frá fjórðu bestu deildini upp í fremstu ensku røðina, og tað er nakað, sum gav stóra virðing, longu áðrenn hann gjørdist venjari Fótbóltur Jákup Møk jakup@sosialurin.fo Hann er kanska ikki størsti profilurin, sum hevur gjørt um seg á ensku leik­ vøllunum. Men hann gav seg altíð fult út. Ikki minst munnu Totten­ ham­fjepparar kennast við Colin Calderwood sum ein kompromis­leysan spælara, sum altíð vísti seg sum sannan leiðara á vøllinum. Og so kundi tað gera tað sama, um hann varð nýttur í verjuni ella sum sentralur miðvallari. Liðskipari fyrsta dystin Tað var annars ikki nøkur stór yrkisleið innan fót­ bóltin, tá Calderwood av fyrstan tíð trein á pallin. Eftir at hava spælt fyrstu 100 liga­dystirnar fyri Mansfield Town, varð hann í 1985 keyptur til Swindon av Lou Macari, sum støðugt verður mettur sum ein av heilt framúrskarandi venjar­ unum í enskum fótbólti. Hóast hann bert var 21 ára gamal, varð Calderwood alt fyri eitt valdur sum liðskipari hjá felagnum, og hann spældi samfullar dystir, tá felagið byrjaði upptúrin úr fjórðu deild. Tvær uppflytingar á rað førdu liðið upp í aðru deild, og hann var framvegis ein tann týdningarmesti spæl­ arin, tá Swindon í 1990 vann sær uppflyting til fremstu deildina. Steðgurin har varð tó stuttur, og Swindon reyk beina leið niðuraftur. Os­ valdo Ardiles, sum nú var venjari, hevði tó gjørt somik­ ið um seg, at hann slapp at taka við sum venjari í Totten­ ham, og eitt tað fyrsta, sum hann gjørdi á sumri í 1993, var at taka Calderwood við sær til London. Seinnu árini spældi hann við Aston Villa og Notting­ ham Forest, og seinasta árið varð spælt í Notts County, har skaðar tó syrgdu fyri, at talan nú bert gjørdist um fimm dystir, áðrenn gagg­ urnar vórðu settar á hillina. Hetta eftir eina yrkisleið, sum eisini kastaði 37 landsdystir av sær. Millum annað enn fyri føroyingar so minniligan 1­1 javnleik á Svangaskarði. Brúkar egið tilfar Sum venjari er tað fyrst og fremst við at menna egið tilfeingi, at Calderwood hevur gjørt um seg. Hann byrjaði útbúgving­ ina, longu í aktivu árunum í Tottenham, og sama felag kallaði eisini alt fyri eitt, tá Calderwood gjørdist tøkur á marknaðinum. Í 2003 gjørdist hann venjari hjá Northampton, sum hann eisini førdi til uppflyting, og í 2006 fekk hann starv í Nottingham Forest, sum fyri fjórðings øld síðani taldist millum tey bestu í heiminum. Eisini her gjørdist talan um uppflyting við einum liði, sum Calderwood sjálv­ ur hevði skapt, men ein van­ lukkulig byrjan upp á ver­ andi kappingarár í næst­ bestu ensku deildini bar við sær, at hann varð sagdur úr starvi. Hann er longu heiðraður sum ein útlendingur, ið hevur givið íslendska samfelagnum serliga nógv. Men Luka Kostic er sjáldan nøgdur serliga leingi í senn, og tí hevur hann nú sett sær nýggj mál Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Luka Kostic var ein av fleiri eysturlendskum fótbólts­ spælarum, sum leitaðu sær vestureftir, tá jarntjaldið fall um tíggjuáraskiftið fyri nú skjótt 20 árum síðani. Hann hevði longu 11 ár á baki sum yrkisspælari í Jugoslaviska Osijek, tá hann kom til Akranes, og longu fyrsta árið varð hann kosin ársins spælari hjá felagnum, sum eisini vann meistaraheitið eftir tætta kapprenning við Víking og Fram. Hann spældi í Akranes fram til 1994, tá liðið aftur vann meistaraheitið, og tvær ferðir varð hann eisini kosin besti spælarin í Íslandi. Ein heiður, sum eingin útlendingur hevði vunnið sær undan hesum. Útlendsk fyrimynd Og sum venjari vísti tað seg skjótt, at hann ikki var minni framúrskarandi. Fyrstu árini vandi hann Grindavik í næstbestu deildini, og tað eydnaðist honum at vinna uppflyting til bestu deildina, umframt at hann eisini leiddi Grundavik til sína fyrstu steypafinalu nakrantíð. Skiftini gingu hampuliga skjótt, og í tveimum um­ førum var hann venjuari hjá KR og Víkingi, áðrenn hann í 2003 varð knýttur at íslenska landsliðstoymi­ num. Fyrstu trý árini við ábyrgd av U17­landsliðnum, og frá 2006 til oktober mán­ að í fjør sum venjari hjá bæði U17­ og U21­lands­ liðnum. Eitt starv, har hann stóð við ábyrgd av íslendsku spælaramenningini hjá grannum okkara. Og eisini her hava úrslit­ ini verið sera góð. Fremst í so máta stendur helst lut­ tøkan hjá íslendska U17­ landsliðnum í EM­endaspæl­ inum í 2007. Nakað sum einki íslendskt U­lið hevði megnað undan hesum. Og eitt bragd, sum ikki gjørdist minni av, at íslendingar vóru einasta norðurlendska tjóðin í endaspælinum. Og sum prikkurin yvir i’num varð hann eisini heiðraður av íslendska for­ setanum sum ein útlend­ ingur, ið hevur givið eyka virði til íslendska sam­ felagið. Eisini hóast hann nú ikki longur formliga kann metast sum útlend­ ingur, tí passið hjá manni­ num er nú íslendskt. Knallharður Av persónum, sum hava kunnleika til Luka Kostic, verður hesin lýstur sum ein venjari, ið hevur ekstremt høgt ambitiónsstøði. Á felagsstøði kann vandin í hesum vera, at spælararnir snøgt sagt verða slitnir upp ov skjótt, tá tú dag og dagliga arbeiðir saman við einum somikið krevjandi venjara. Og helst er hetta eisini viðvirkandi til, at hann – hóast frálík úrslit – hevði fimm ymisk venjara­ størv fyrstu átta árini. Hinvegin er sama ambi­ tiónsstøði kanska júst ein dygd sum landsliðsvenjari, tí steðgirnir millum savn­ ingarnar kunnu jú verða drúgvir, og tí møðast spæl­ ararnir ikki á sama hátt tá. Spennandi skotin Íslendski serbin Føddur 20. januar 1965 Sum spælari Mansfield 1981-1985 Swindon 1985-1993 Tottenham 1993-1999 Aston Villa 1999-2000 Nottingham F 2000-2001 Notts County 2001 Skotland 1995-1999 Sum venjari Tottenham, eykalið 2001-2003 Northampton 2003-2006 Nnottingham Forest 2006-2008 FAKTA um Colin Calderwood Sum spælari Osijek (JUG) 1979-1989 IA Akranes 1991-1994 Sum venjari Grindavík 1994-1996 KR 1996-1998 Víkingur 1998-2000 KR 2001 Víkingur 2002 Ísland, U17 2003-2006 Ísland, U17 & U21 2006-2008 FAKTA um Luka Kostic Benitez hevur góðar vónir Tað var eitt lítið afturstig fyri Liverpool, at teir ikki bundu um ímóti Everton á Anfield Road í dystinum í gjárakvøldið. Liverpool venjarin, Rafael Benitez hevur kortini framvegis góðar vónir: ­ Spælarnir trúgva uppá, at teir eru førir fyri at kappast um meistaraheitið. Vit verða betri fyri, tá fleiri av okkara skaddu spælarum eru tøkir eftir. Vit eru javnir við Manchester United, og vit kunnu spæla betur, enn vit gera nú. Sigur Benitez við BBC. Clapson heldur fram Paul Clapson spælur eisini við íslendska Afturelding í komandi kappingarári. Tað staðfestir heimasíðan hjá felagnum. Við sínum 18 málum var Clapson ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist felagnum at flyta upp í næstbestu deildina í fjør. Nú skal framherjin royna at halda felagnum í deildini. Paul Clapson spældi í árunum 2006 og 2007 við KÍ. Í fjør skifti hann til íslendskan fótbólt, har hann eftir farna kappingarár varð valdur til ársins leikara hjá Afturelding.