Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 14 - 21. januar 2009 ] 61 ára gamli Flemming Serritslev er fyrrverandi lands­ liðsvenjari í Danmark og fyyrverandi liðfelagi hjá Allani Simonsen í Vejle Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Flemming Serritslev hevur hægstu venjaraútbúgving, og hann hevur verið nógv nýttur sum lærari í venjaraútbúgvingunum hjá DBU. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum lands­ liðsvenjari. Øll árini frá 1992 og fram til 2006 var hann á lønarlistanum hjá DBU. Eftir at Danmark á sumri í 1992 hevði vunnið EM kappingina í Svøríki, gjørdist Flemming hjálpar­ venjari hjá Richard Møller Nielsen. Hetta starvið røkti hann fram til 2000. Tá Morten Olsen hetta summarið gjørdist danskur landsliðsvenjari, vildi hann hava Michael Laudrup sum hjálparvenjara. Fyrsti dyst­ urin hjá teimum báðum við róðrið varð spældur á Tórs­ vølli. Tá bleiv Flemming Serritslev venjari hjá U­21 landsliðnum. Hann sat í tí starvinum inntil á sumri í 2006, tá ið hann flutti til Vejle, har hann gjørdist ítróttarstjóri. Steðgurin í barndómsfelagnum var heilt stuttur, tí longu í november hetta sama árið slitnaði samstarvið. Talan segðist vera um samstarvstrupul­ leikar, sum keldur tætt upp at felagnum siga stóðust av, at ógreiða var um, hvørjar uppgávurnar vóru, sum royndi maðurin í nýggja starvinum skuldi røkja. Síðstu mánaðirnar hevur hann verið venjari í niger­ ianska felagnum Nasarawa United. Royndir úr feløgum Áðrenn Flemming Serrits­ lev í 1992 tók við starvinum sum hjálparvenjari hjá Richard Møller Nielsen, hevði hann í fleiri ár verið venjari í ymsum feløgum í Danmark. Frá 1981 og fram til 1985 var hann venjari í Ikast FS, sum nú er partur av FCM. Í 1986 var hann venjari í Kolding IF, sum hann síðst í sjeyti árunum hevði spælt við, og seks ára skeiðið frá 1987 og fram til 1992 vandi hann eitt av stóru feløgunum í Odense. Hann var venjari hjá B1909, sum tað í 1990 eydnaðist honum at flyta úr næstbestu og upp í bestu deildina. Góðar keldur vilja vera við, at tað er nógv, sum bendir á, at tað verður hesin maðurin, sum næstu árini skal hava ábyrgdina av føroyska landsliðnum. Føroysk svimjing stað­ festi enn einaferð sína støðu í Reykjavík Inter­ national kappingina Svimjing Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Føroysku svimjarnir heyst­ aði inn nógv heiðursmerki í kappingini Reykjavík International, sum var farna vikuskiftið. Pál Joensen vann 5 gull og 2 silvur í tí opna bólkinum hjá monn­ um. Venjarin hjá Páli, Jón Bjarnason var ikki nøgdur við venjingina Pál Joensen hevði fingið í kappingini, og sendi hann Pál í hylin at venja aftaná lokna kapping. Í sama bólki vann Magnus Jákupsson 2 silvur. Í dreingjabólkinum vann Eyðbjørn Joensen eina silv­ ur og eina bronsu. Ì opna bólkinum hjá kvinnum vann Sheila millum Garð­ arnar tvær bronsu. Í gentu­ bólkinum vann Paula Mohr 4 silvur og eina bronsu, og Birta Debes vann eina silvur og eina bronsu. Pál Joensen vann sær 700 evrur fyri at fremja tað næstbesta avrikið í allari kappingini. Hetta avrikið framdi Pál Joensen í 400 metrar frí. Føroysku heiðurs­ merkini vóru: Svimjarar føddir 1994 og eldri ... Gull 1500 frí, Pál Joensen (1990), 15:40.93 (stevnumet) 400 frí, Pál Joensen (1990), 3:53.71 (stevnumet) 200 rygg, Pál Joensen (1990), 2:17.73 200 frí, Pál Joensen (1990), 1:53.53 Silvur 800 frí, Mona Simonsen (1991), 9:33.57 200 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 2:18.75 100 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 1:04.77 Bronsa 200 firvald, Pál Joensen (1990), 2:12.55 100 firvald, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:08.52 400 frí, Mona Simonsen (1991), 4:37.65 200 blandað, Pál Joensen (1990), 2:12.79 100 frí, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:00.49 Svimjarar føddir 1995 og yngri ... Silvur 50 bringa, Poula Ø. Mohr (1995), 40.23 50 frí, Birita Debes (1995), 30.52 200 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 2:20.63 Bronsa 50 rygg, Birita Debes (1995), 33.05 50 bringa, Tanja Skaalum (1997), 41.16 50 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 29.06 50 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 30.70 200 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 2:25.60 400 frí, Cecilia Eysturdal, 5:04.78 100 bringa, Poula Ø. Mohr, 1:29.74 100 frí, Poula Ø. Mohr, 1:05.79 Virðislønir fyri tey fimm bestu avrikini, sambært FINA stigtalvuni 1. pláss 1.000 ­ Alex­ander Dale Oen, Noreg, 100m Bringusvimjing, 1:02.19, 905 stig 2. pláss 700 ­ Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag, 400m Frí, 3:53.71, 884 stig 3. pláss 400 ­ Jakob Jóhann Sveinsson, Ìsland, 100m Bringusvimjing, 1:03.20, 863 stig 4. pláss 200 ­ Henriette Brekke, Noreg, 50m Frí 25.89, 859 stig 5. pláss 100 ­ Sara Norden­ stam, Noreg, 200m Bringusvimjing, 2:31.87, 850 stig Danski favoritturin Pál gekk á odda í medaljuregninum Dýrur Derby­dystur Hóast Sir Alex­ Ferguson kann fegnast um, at Manchester United vann seg víðari til Liga Cup­ finaluna, so var hetta ikki kostnaðarleyst hjá ensku meistarunum. Ringast stendur til hjá Rafael, sum helst má sita uttan fyri við skaað næsta mánaðin. Anderson noyddist av vøllinum við skaða i fótliðnum, og eisini fingu Nani, Gary Nevile og Jonny Evans smærri snuddir í dystinum. Palacio til Tottenham Tað var ein góð íløga hjá Wigan, tá teir fyri bara einum ári síðani keyptu álopsspælaran, Palacio, sum er landsliðsspælari fyri Honduras. Prísurin tá var eina millión pund, men nú keypir Tottenham spælaran fyri 14 ferðir hesa upphæddina. Sambært ensku miðlunum er tað nú bara læknakanningin, sum vantar, áðrenn partarnir seta undirskrift á sáttmála sínamillum. Føddur 18. februar 1947 Sum spælari Vejle 1966-1977 Kolding 1978-1980 Sum venjari Ikast 1981-1985 Kolding 1986 B1909 1987-1992 Danmark, hjálparvenjari 1992-2000 Danmark, U21 2000-2006 Vejle, ítróttastjóri 2006 Nasarawa United (NIG) 2008 FAKTA um Flemming Serritslev