mikudagur 21. januar 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 14 - 21. januar 2009 ]
Tá FSF í morgin
ger av, hvør verður
fremsti kandidatur
in til tøka landsliðs
venjarasessin, er hetta
samstundis avgerðin
um framtíðar kósina
hjá føroyskum fót
bólti. Og helst er talan
um mest týðandi val
ið, síðani avgerðin um
at fara á altjóða pallin
varð tikin í 1990
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Eg haldi, at føroyskur fót
bóltur hevur brúk fyri
bretskum íblástri, tí bretskur
hugburður og bretskur fót
bóltur passa væl til okkum.
Hann hevur ferð og styrki.
Heimsins besta landskapp
ing, Premier League, liggur
beint sunnan fyri okkum,
og kring alt landið eru vit
hugtikin av Liverpool, Man
chester United, Chelsea og
Arsenal. Kortini brúka vit
ikki bretskan fótbólt sum
íblástur, tá vit uppala okkara
fótbóltsspælarar. Vit eru í
staðin við at gerast eitt kopi
av fótbóltinum í tí landinum,
sum er nummar 36 í heimi
num. Tað gevur lítla mein
ing.
Soleiðis segði fyrrverandi
landsliðsspælarin,
Uni
Arge, tá hann í summar var
partur av temagreinum um
føroyskan fótbólt.
Endamálið við greina
røðini var at kasta ljós á,
hvussu vit kunnu menna
føroyskan fótbólt. Og júst
tann spurningurin er kjarn
in, tá starvsnevndin hjá FSF
í morgin tekur avgerð um,
hvønn teir – har eru bara
menn – vilja hava sum
landsliðsvenjara komandi
trý árini.
»Trygga« loysnin
Millum fótbóltskøn er breið
semja um, at eitt tað størsta
frambrotið innan føroyskan
fótbólt er venjaraskúlin,
sum seinastu fjórðings øld
ina er uppbygdur, soleiðis
at føroyskur fótbóltur í dag
kann uppala venjarar við
altjóða góðkendum licensi.
Hetta er gjørt í tøttum
samstarvi við danska Fót
bóltssambandið, DBU, og tí
er einki ónáttúrligt í, at tað
er danski fótbóltsskúlin,
sum hevur sett sítt stóra
fingramerkið á arbeiðinum
við føroyska landsliðnum.
Verður sæð burtur frá
fyrstu árunum við Páll Guð
laugssyni, har motivatión
og trúgvin upp á tað ógjør
liga var mest sum altavger
andi, hevur tað verið DBU
skúlin, sum hevur stýrt.
Allan Simonsen, Henrik
Larsen og Jógvan Martin
Olsen hava eisini hvør í sín
um lagi lagt virðismiklar
hornasteinar eftir sær, og
stóra takið er nú at laga før
oyska fótbóltsvarðan hæg
ri.
Tí er ikki óhugsandi, at
niðurstøðan hjá starvsnevnd
ini verður, at hetta gerst
best við einum manni, ið
nýtir sama arbeiðslag sum
undangongumenninir,
og
fellur valið á danska skúlan,
er fáir betur skikkaðir kandi
datar enn Flemming Serrit
slev.
Mentanarliga
er
talan
neyvan heldur um tí heilt
stóru broytingina, og máls
liga er trupulleikin eingin,
um talan verður um danan.
Sum við bara sjey starvs
setanum í 27 ár eisini hevur
víst seg sum ein óvanliga
støðug arbeiðsmegi í einum
heimi, ið annars er eyð
kendur av stórari og skjótari
útskifting.
Bretskur íblástur
Samstundis sum miðvísa
arbeiðið á økinum verður
róst, eru eisini atfinningar
um, at føroyski fótbólts
skúlin av tí sama er vorðin
ov stereotypur. At mest sum
allir venjararnir eru uppaldir
í sama skúla, og at fjøl
broytnið innan fótbólts
áskoðanina tí hevur verið
ov lítið.
O m a n f y r i s t a n d a n d i
útsøgnin hjá Una Arge skal
eisini síggjast í ljósinum av
hesum. Og hóast danski fót
bóltsskúlin hevur fingið
nógvar rósur, so er tað í dag
nakað nógv longur millum
stóru stjørnurnar í Danmark,
enn tað hevur verið. Nakað
sum atfinningarsamar rødd
ir hava tengt saman við tryg
ga danska mentalitetinum.
Ein mentalitetur, sum sam
bært núverandi donskum
Uvenjarum hevur verið
við til at skapa eina vatt
mentan, har spælarar verða
ballaðir inn, og har eins
rættanin í uppalingini er ov
stór.
Bretskur fótbóltur hevur
– eisini áðrenn sjónvarps
tíðina – staðið ovarliga í fót
bóltsfatanini
hjá
føroy
ingum, og tí er einki ónáttúr
ligt í, um íblástur verður
læntur haðani. Og hóast
talan ikki er um eitt av teim
um heilt stóru venjaranøvn
unum, sum helst høvdu
kravt meira enn heila fíggjar
ætlan hjá FSF, so er Colin
Calderwood eitt sera spenn
andi venjaranavn.
Uppvenjingin
sum
manager í minni feløgum,
er einki óvanlig fyri enskar
ar venjarar. Og tað telur
rætta vegin, at hann í tveim
um smáum feløgum støðugt
hevur verið noyddur at taka
atlit til neyðturvuleikan í at
menna egið tilfeingið. Eitt
arbeiði sum hann eisini
hevði ábyrgdina av í Totten
ham.
Og sum eitt “navn” í
enska
fótbóltsheiminum
hevur hann eisini tann fyri
mun, at hann kann medvirka
til at læta dyrnar enn meira
upp hjá evnaríkum føroysk
um spælarum. Og júst
menningin av hesum er ein
av aðaltættunum hjá einum
komandi landsliðsvenjara.
Og so skerst ikki burtur,
at skotski hugburðurin í
mangar mátar líkist tí før
oyska. Tí hóast tað altíð ber
til at fáa íblástur frá fólkum
við aðrari uppaling, so verð
ur sjáldan tikið so serstak
liga væl ímóti hesum, um
mentanarsjokkið er ov stórt,
tá arbeiðið fer ígongd.
Staðfestir
forarbeiðið
Millum teir báðar sterku
mótstøðumenninar
tykist
Luka Kostic ikki at hava
heilt somu slagkraftina.
Men tað kemst ikki av, at
íslendskt
nationaliseraði
serbin ikki hevur tær dygdir,
sum FSF hevur kravt í síni
vangamynd.
Sum spælari varð hann
fyrsti útlendingur, sum varð
kosin
ársins
spælari
í
Íslandi. Og sum venjari hev
ur hann í fleiri ár verið mett
ur sum ein tann fremstu hjá
grannum okkara fyri vestan.
Og sum partur av íslendska
landsliðstoyminum
hevur
hann verið við til at skapt
framúr úrslit. Ikki minst, tá
Ísland sum einasta norður
land var partur av EMenda
spælinum fyri U17landslið
í 2007.
Sambært okkara keldum
verður hann lýstur sum
“ekstremt ambitiøsur”, og
hetta samantvinna við teirri
sannroynd, at Ísland eins og
Føroyar er ein sera lítil tjóð
í altjóða høpi ger helst, at
Kostic hevur nakrar royndir,
sum hinir báðir ikki hava.
Vansin er tó, at hann ikki á
sama hátt er eitt navn í hvør
ki altjóða ella donskum
høpi, og tí tykist hansara
kandidatur veikari enn tað
hjá hinum báðum.
Hvønn vegin valið kopp
ar, verður tó ikki avgjørt
fyrr enn í morgin. Men líka
mikið hvør av teimum trim
um verður fremstur í kapp
renningini, so er talan um
trý serstakliga áhugaverd
nøvn. Trý nøvn, sum stað
festa, at, at fótarbeiðið hjá
FSF í venjarasetanini hevur
verið framúr væl úr hondum
greitt.
Størsta avgerðin í 19 ár
Breivik steðgar
Legendariska Marit Breivik, ið hevur vunnið tað, sum
vinnast kann, við norska kvinnulandsliðnum, boðar nú
frá, at hon steðgar sum landsliðsvenjari. Norska TV2 veit
at siga, at tað verður núverandi hjálparvenjarin, Thorir
Heigeirsson, sum tekur yvir sum landsliðsvenjari. Marit
Breivik, sum hevur vunnið í alt 13 heiðursmerki við
landsliðnum seinastu 15 árini, vil ikki sjálv gera
viðmerkingar til tíðindini.
Trý ár fyri háðan
Fýra Tottenhamfjepparar hva nú fingið fýra ára
dystarbann fyri atburð sín undir dysti. Teir fýra gingu á
odda í at háða og niðurgera Sol Campbell, sum eftir eina
fortíð í Tottenham nú spælir í Portsmouth. Hetta varð
gjørt, tá Tottenham spældi á útivølli móti Portsmouth. Við
niðurgerandi sangum um húðarlit og kynsliga orientering
gingu fjeppararnir á odda í at niðurgera Campbell í
dystinum á Fratton Park tnan 28. september í fjør, og nú
hevur rætturin altso talað í málinum, sum væl kann vísa
seg at skapa fordømi í enskari rættarsøgu.