Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 Fimm man og ein kvinna eru í uppskoti til tær báðar virðislønirnar sum ársins leiðari Leiðaradagur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fríggjadagin skipar Synergi fyri ársins leiðaradegi. Og millum tað, sum er á skránni, er kjósanin av árs­ ins leiðara innan tað almenna og tað privata. Seinastu vikurnar hava fólk havt møguleika at senda inn uppskot til tilnevn­ ingar, og nú er greitt, hvørji tey seks eru, sum eru í upp­ skoti til heiðurin sum ársins leiðari. Í dómsnevndini, sum skal taka støðu til, hvør skal fáa heiðurin, sita Marita Ras­ mussen, stjóri í Vinnuhúsin­ um, Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla og Mary í Garði, stjóri á Nær­ verkinum. Og tey hava nú eisini fingið at vita, hvørji evnini eru, sum tey kunnu velja ímillum. Innan tað almenna eru kandidatarnir: Hjalti í Ják­ upsstovu, stjóri á Fiskirann­ sóknarstovuni, Petra Jóns­ dóttir, stjóri á Almanna­ stovuni og Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni. Fyri privata vinnulívið eru tríggir mans í uppskoti, og eru hesir Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Voda­ fone, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og Jan Müller, stjóri á Sosialinum og Miðlahúsinum. Bestu leiðararnir skulu finnast Eitt nýtt lánsbræv, ið danskir íleggjarar keypa frá Eik, gevur bankanum 615 mió. kr. í nýggjum gjaldføri. Upphæddin fer til endurfígging av verandi lánum BÚSKaPur Tíðindaskriv ­ Nýggja lánsbrævaútgávan hjá Eik Banka er eitt tekin um, at marknaðurin nú virk­ ar aftur eftir eitt tíðarskeið, har flestu fíggjarstovnar í heiminum hava hildið sera fast í gjaldførinum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, nú bankin hevur út­ vegað sær 615 mió. kr. á danska marknaðinum við útgávu av einum nýggjum lánsbrævi. ­ Vit settu okkum fyri at útvega 500­750 mió. kr. við hesi lánsbrævaútgáv­ uni, og tí eru 615 mió. kr. ein nøktandi upphædd, sig­ ur Finn Danberg, fíggjar­ leiðari og undirstjóri í Eik. Lánsbrævið verður í morgin skrásett á virðis­ brævamarknaðinum í Keypmannahavn við fyrsta handilsdegi 23. januar 2009. Upphæddin frá láns­ brævaútgávuni fer í stóran mun til endurfígging av verandi lánum hjá Eik Banka. Lánið, ið spyrst burtur úr lánsbrævaútgávuni, er eitt fastforrentað obligati­ ónslán við árligari rentu á 3 prosent. Lánið verður útgivið til kurs 98,701 og innfríað 31. august 2010 til kurs 100. Tað er fevnt av trygdini, danski staturin veitur bankum, ið eru part­ ur av danska fíggjargeir­ anum. Fíggjardeildin í Eik hevur samskipað útgávuna av lánsbrævinum, ið Nordea Bank Danmark A/ S hevur staðið fyri vegna Eik Banka. Eik fær 615 milliónir í nýggjum gjaldføri Ein av hesum trimum verður í morgin kosin sum ársins leiðari innan privata vinnulívið. Frá vinstru eru Bjarni A. Bjarnason, Jan Müller og Regin Jacobsen