hósdagur 22. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2009
Danski partabræva
marknaðurin er
á veg upp eftir í
morgun, og C20
indeksið lá á mið
degi til eitt pluss á
1,1%
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er reiðaríið Norden,
sum liggur klárt á odda og
hækkar
6,5%,
meðan
eisini donsku banka parta
brøvini standa seg væl.
Banka partabrøvini hava
sett inn ein spurt fyri at
finna aftur stóru parta
brævafallini, sum eru ein
avleiðing
av
fíggjar
kreppuni.
Í
C20
indeksinum
liggja
Sydbank
parta
brøvini til eina hækking á
3,7%, meðan Nordea og
Danske Bank eisini eru á
pluss og hækka ávikavist
3% og 2,7%.
Bankar væl fyri
Uttan fyri elituindeksið
(C20) eru partabrøvini
eisini hækkandi hjá Fionia
Bank og Amagerbanken.
Her er talan um ávikavist
11,4% og 8,8% hækking.
Harvið smittar tað av á
donsku
bankarnar,
at
amerikanski fíggjarsektor
urin er í pluss eftir frá
boðanina um enn ein
hjálparpakka til ameri
kanska fíggjarsektorin.
Á amerikanska parta
brævamarknaðainum
upplivdu
fíggjarparta
brøvini í gjár størstu hækk
ingina í tveir mánaðir. Tað
hendi eftir at nýggi ameri
kanski
fíggjarmálaráð
harrin, Timothy Geitner,
boðaði frá, at innan fyri
næstu
tvær
vikurnar
kemur eitt uppskot um ein
umfatandi hjálparpakka,
fyri
at
bøta
um
búskaparligu og fíggjar
ligu kreppuna.
Parken í fríum falli
Mest fallandi partabrøvini
eru at finna hjá Viborg
Håndbold og Parken Sport
og Entertainment. Hond
bóltsfelagið fall við 14%
eftir, at felagið aftan fyri í
dag niðurjusteraði meting
arnar til úrslitið fyri rokn
skaparárið 2008/2009.
Hondbóltsfelagið hevði
framman undan roknað
við einum umsetningi upp
á umleið 57 milliónir
krónur og eitt úrslit áðrenn
skatt eitt stað millum pluss
og minus eina millión
krónur. Men millum annað
ein
svíkjandi
sponsor
umsetningur hevur ført til,
at tað nú verður roknað
við reyðum tølum á botn
linjuni eftir skatt upp á
minus 2,53,5 milliónir
krónur.
Eisini
Parken
parta
brøvini hava fingið ein
avsmurning og fullu í dag
12,2% Tað hendir eftir at
grannskoðarar í Berlinske
Tidende í dag hava sátt iva
um, hvørt felagið hjá Don
Ø hevur styrkina at standa
ímóti fíggjarkreppuni.
Grannskoðararnir óttast
risastóru
skuldina
hjá
felagnum og eru ræddir
fyri, at tað fer at verða
trupult at útvega nóg nógv
gjaldføri til at gjalda
rentur og avdrøg á dýrum
lánum,
skrivar
danska
heimasíðan boersen.dk.
Partabrøv:
Bankar upp –
ítróttur niður
Enn er einki at frætta
um støðuna hjá
Tilhaldinum í Havn.
Borgarstjórin roynir
at finna neyðugu
pengarnar til
raksturin av húsinum,
og er skuffaður av
Løgtinginum, sum
hevur samtykt at
skerja játtanina
til tilhaldini kring
landið. Hetta er ein
dáragerð, sigur hann
eldRAØKI
Eilen Antoniussen
eilen@sosialurin.fo
Vit eru ikki enn komin til
nakra niðurstøðu viðvíkj
andi Tilhaldinum í Tórs
gøtu. Málið var fyri á sam
gongufundi týsdagin, og vit
arbeiða hvønn dag við
málinum,
sigur
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu.
Ein avleiðing av sparing
á fíggjarlógini hevur við
sær, at Tilhaldið í Tórsgøtu
er hótt og helst noyðist at
lata aftur, um játtan ikki
verður funnin til raksturin
av húsinum. Tískil vendu
brúkarar av Tilhaldinum
sær til Tórshavnar býráð týs
dagin, tá fyrsti samgongu
fundur var í býráðnum. Við
sær
høvdu
tey
100
undirskriftir frá brúkarum
hjá Tilhaldinum.
Heðin Mortensen sigur,
at talan í minsta lagi er um
hálva millión, sum skal
finnast. Við vanligum við
líkahaldi kemur upphæddin
skjótt upp á heila millión.
Vit royna at finna eina
loysn. Møguliga skulu nøk
ur ting umskipast fyri at
bjarga Tilhaldinum. Enn er
ov tíðliga at siga nakað,
men í øllum førum skal
málið í fíggjarnevndina, tá
tað fer her frá, sigur hann.
Borgarstjórin leggur aftur
at, at málið verður tikið í
álvara í býráðnum, og tað at
pensionistar
møttu
so
fjølment upp til fundin, var
bara gott. Tað vísir at fólk
eru góð við húsið.
Hann letur tó ongan iva
vera um at hann er vón
brotin av avgerðini hjá løg
tinginum um at fremja hesa
sparingina.
Hetta er ein dáragerð,
sum løgtingið hevur framt.
Hetta er so óprofessionelt,
at kommunurnar ikki so
frægt sum eru eftirspurdar í
málinum. Og tað er alt løg
tingið, ið stendur aftanfyri
hetta.
Og hetta rakar allar
kommunur. Hava vit ikki til
haldini opin, gongur tað út
yvir alt eldraøkið, sum tað
er, og tørvurin á røktar
heimsplássum kemur bara
enn skjótari. Hetta fer at
bíta seg aftur í hælin, sigur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri.
Ein dáragerð
Deyðarevsing fyri
eitraða mjólk
Dómsvaldið í Kina viðger í hesum døgum fleiri rættarmál í
sambandi við gøluna, tá umleið 300.000 kinesisk smábørn
gjørdust sjúk av eitraðari pulvurmjólk. Minst seks av
børnunum doyðu. Ein rættur í Shijiazhuang har norðuri í
landinum hevur dømt ein mann til deyða fyri hansara lut í
gøluni, og tveir aðrir fingu lívlanga fongsulsrevsing. Zhang
Yujun, sum fekk deyðarevsing, var stjóri á einum virki,
sum gjørdi evnið melamin. Tað var hetta evnið, sum bleiv
funnið í mjólkarpulvurinum, og sum eitraði børnini.
Katholt selt á uppboðssølu
Heimstaðurin hjá Emil úr Lønnibergi, Katholt, verður í morgin seldur á uppboðs
sølu í Havn. Pallsetingin til stórsligna og væl umtókta leikin hjá Klaksvíkar Sjón
leikarfelag verður fríggjadagin seld hægstbjóðandi. Vit hava ikki umstøður at
goyma hendan stóra pallin, og tí hava vit gjørt av at selja hann, sigur Rudolf Joen
sen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Møguleiki er at keypa alla pallseting
ina, um áhugi er fyri tí, men Klaksvíkar Sjónleikarfelag er eisini sinnað at selja
pallin í pørtum. Nú gongur einki serligt við húsasøluni í Føroyum, men vit rok
na við, at vit fáa selt húsið í Katholt, men eg dugi illa at meta um, hvat vit kunnu
fáa fyri tað, sigur Rudolf Joensen. Seinasta sýningin av Emil úr Lønnibergi verð
ur í Norðurlandahúsinum sunnudagin, men longu fríggjadagin klokkan 15.00
verður uppboðssølan av pallinum í Norðurlandahúsinum í Havn.
Partabrævakursirnir hjá Sydbank upplivdu stóra hækking
í morgun