Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 Caroline ikki í Senatið Caroline Kennedy boðaði í gjár frá, at hon hevur slept ætlanini at taka við sum senatorur fyri Hillary Clinton, sum er vorðin uttanríkisráðharri og tí noyðist at siga sætið í Senatinum frá sær. Sambært talsmanninum hjá Caroline Kennedy hevur hon tikið avgerðina av persónligari orsøk. Bløð í New York halda, at Caroline Kennedy hevur tikið seg aftur, tí pápabeiggi hennara, tann 76 ára gamnli Edward Kennedy, er so sjúkur. Caroline Kennedy er dóttir fyrrverandi forsetan John F. Kennedy, men hon hevur ikki verið serliga virkin politiskt. Bill Justinussen heldur, at Rás2 eggjar ungum fólki til at roykja hassj og tí hevur hann meldað Rásina til fútan. Hann vildi enntá hava løgregluna oman í upptøkuhølið hjá Rás2 at handtaka ein mann á staðnum Fjølmiðil Áki Bertholdsen aki@sosialurin – Útvarpsstøðin, Rás2, er farin út um alt mark fyri, hvat ein fjølmiðil kann loyva sær. Tað heldur Bill Justinus­ sen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Hann hevur nú tikið tað heilt óvanliga stigið, at hann hevur meldað Rás2 til fútan. Tað, sum hevur fingið løgtingsmannin at fara so víttgangandi til verka, er tað, sum varð sagt í send­ ingini, “Vinstra Víkiskylda” síðsta mikudag. À Rás2 verður “Vinstra Víkiskylda” førd fram um ein samfelagsliga provoker­ andi sending, har ymisk evni verða tikin upp, eisini evni, sum vit ikki vanliga tosa hart um. Í sendingini síðsta miku­ dag høvdu vertirnir báðir, Barbara Holm og Tjóðhild Patursson, ein ungan mann í upptøkuhølunum, sum greiddi frá sínum sjónarmiði um rúsevni og serliga hassj. Vælsignaði hassj Bill Justinussen sigur, at ungi maðurin, sum var dul­ nevndur, greiddi í ógvuliga jaligum vendingum frá, hvussu hann brúkti hassj. – Hansara boðskapur var púra greiður og hann var, hvussu gott og óskaðiligt tað er at roykja hassj og tað var nógv skaðiligari at drekka og at roykja siga­ rettir. Bill Justinussen sigur, at enntá tónleikavalið í send­ ingini styðjaði upp undir boðskapin um, at hassj er óskaðiligt. – Tað er ongin ivi um, at sendingin var ein stór eggj­ an til ungfólk um at roykja hassj, tí tað var ein frálíkur møguleiki at rúsa seg, uttan at tað hevði nakra sum helst skaðiliga ávirkan. Sostatt hevur hann nú meldað bæði hendan unga mannin fyri løgregluni. Hann hevur eisini meldað vertirnar báðar, umframt leiðsluna fyri útvarpsstøðina fyri at hon gevur rúmd fyri slíkum sendingum. Eitt slag í andlitið Bill Justinussen vísir á, at hóast tað bæði er loyvt at drekka brennivín og at roykja sigarettir í Føroyum, er tað ólógligt at lýsa við tí. Hann staðfestir hinvegin, at tað er beinleiðis ólógligt bæði at selja og at brúka hassj og sostatt er tað heldur ikki loyvi at lýsa fyri tí undir nøkrum umstøðum. – Men tað gjørdi hendan sendingin at kalla ótálmað og tí er talan um greitt brot á lógina og á almenna fyrib yrgingarpolitikkin. – Sendingin var eitt slag í andlitið á politiska myndug­ leikunum, á løgregluni og á tollvaldinum, sum øll gera eitt stórt arbeiði fyri at tálma nýtsluni av rúsevn­ um. Og sendingin var eisini eitt slag í andlitið á øllum foreldrum, sum hvønn dag stríðast ein harðan kamp fyri at bjarga sínum børnum snikkaleys ígjøgnum ung­ dómsárini. Bill Justinussen tekur hetta í so stórum álvara, at beinanvegin sendingin byrj­ aði og hann hvønn veg tað bar, og hann ringdi hann til løgregluna beinanvegin og vildi hava tey oman í upp­ tøkuhølið í Rás2 at handtaka mannin á staðnum. – Maðurin sat í upptøku­ hølunum á Rás2 og greiddi frá, hvussu hann roykti hassj og sostatt sat hann beinleiðis og viðgekk lógar­ brot. – Tí helt eg, at tað varð sjálvsagt, at maðurin varð handtikin beinanvegin. Løgtingsmaðurin sigur, at hevði ein maður siti fyri tendraðari mikrofon og við­ gingið eitt dráp ella okkurt annað lógarbrot, hevði løg­ reglan uttan iva skunda sær á útvarpsstøðina at hand­ tikið hann. ­ Prinsippið er tað sama, hóast eg ikki skal samanbera dráp og hassjmisbrúk. Men tað helt løgreglan ikki, at hon kundi og tískil hevur Bill Justinussen aftan á meldað skrivliga fyri fút­ anum. Út um mark Bill Justinussen sigur, at hann veit væl, at talifrælsið er ein av grundsúlunum í okkara fólkaræðið. Men hann heldur sam­ stundis, at talifrælsi krevur eisini ábyrgd og í hesum føri er Rás2 farin út um alt mark. Men hóast Bill Justinus­ sen hevur meldað, ætlar hann ikki steðga her. Tá ið Løgtingið hevur fund mikudagin, fer hann at spyrja Helenu Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinnu í mentamálum um hon við góðari samvitsku kann lata Rás2 varðveita sendiloyvið eftir hetta. ­ Hendir onki í hesum máli, vil eg hava hana at taka sendiloyvið frá Rás2. Kann ein fjølmiðil sleppa væl frá slíkum, kunnu vit akkurát tað sama sleppa øllum fyribyrgingarpoli­ tikki, sigur Bill Justinus­ sen. – Eg vil hava, at vita, hvat landsstýriskvinnan heldur um málið og so takið eg tað haðani frá, leggur hann aft­ urat. Rás2 helvtina av gjaldinum Men Bill Justinussen, tú hevur fyrr skotið upp, at Rás2 fær helvtina av tí gjaldi, sum allir føroyingar hvørt ár rinda Kringvarp­ inum. Stendur tú framvegis við tað? – Ja, tað meini eg fram­ vegis. Men tað hevur onki við hetta málið at gera, men kravið er sjálvandi, at Rás2 lýkur treytirnar og hesuferð er rásin farin út um mark. Men nú rør tú framundir, at Rás2 skal missa sendi­ loyvið? – Tað er fyri at skera mál­ ið út í papp. Eg havi ikki kravt, at tað skal verða úrslitið og tað vænti eg held­ ur ikki at tað verður. Men treytin er sjálvandi, at ein sending sum hendan ikki endurtekur seg. So leingi Rás2 lýkur treytirnar, er talan um minst líka gott útvarp sum tað hjá Kring­ varpinum, men sum støðan er nú, er kappingin ómeta­ liga ójøvn, sigur Bill Justinussen. Løgtings­ maður meldar Rás 2 ...Fyri tey ungu, sum hoyrdu sendingina, kann boðskapurin vera farin beint inn og hava elvt til, at tær ávaringar og lógarforboð, sum almennu Føroyar standa fyri, missa ávirkan. Sendingin kann væl hava havt ta ávirkan, at lurtarar hava fingið ein jaligan hugburð til ólógliga rúsevnið, og kann væl hava ávirkað lóglýdnar borgarar til at umhugsa sítt lóglýdni viðvíkjandi rúsevninum. Sendingin kann enntá hava havt ta ávirkan, at onkur, sum ikki áður hevur umhugsað at fara at nýta hash, nú fer at umhugsa tað og møgu­ liga nýta tað eisini... Bill Justinussen í fráboðan til fútan ...Eg meti, at sendingin var til miklan skaða fyri øll tey, sum lurtaðu, og at serliga tey ungu kunnu hava fingið stóran skaða, tí sendingin vendir sær beint ímóti tí, sum foreldur, myndugleikar og løgregla støðugt ávara føroyskan ungdóm ímóti.... Bill Justinussen í fráboðan til fútan ...Hash er ólógligt evni í Føroyum. Hóast hetta gav Rás2 í tveir tímar rúm fyri reklamu fyri ólógliga rúsevninum. Rás2 hevur sendiloyvi frá landsstýrinum. Landsstýrið hevur ein fyribyrgingarpolitikk, sum gjøgnum lóggávu og eftirlit ger alt fyri at fyribyrgja sølu og nýtslu av hash. Hvørji stig tekur landsstýriskvinnan í sambandi við, at ein útvarpsstøð við sendiloyvi frá landsstýrinum loyvir reklamu fyri ólógligum rúsevnum Hvussu tryggjar landsstýriskvinnan sær, at treytirnar í sendiloyvunum verða loknar... Spurningur frá Bill Justinussen til landsstýriskvinnuna í mentamálum Sendingin hjá Tjóðhild Patursson, vinstrumegin og Barbaru Holm, á Rás2 síðsta mikudag, hevur elvt til so mikla øsing, at Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur meldað tær báðar til fútan. Hann vildi eisini hava løgregluna at fara í upptøkuhølið hjá Rás2 at handtaka unga mannin á staðnum, sum tær báðar tosaðu við Háaktuelt kjak um samfelagsstøðuna Ein háaktuellur partur av skránni á Ársins leiðaradegi, sum verður fríggjadagin 23. Januar á Hotel Føroyum, er viðkomandi kjak um samfelagsstøðuna. Í panelinum sita Herman Oskarson, stjóri Hagstova Føroya, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Janus Petersen, stjóri , Føroya Banki, Søren L. Bruhn, stjóri Suðuroyar Sparikassi og Sonja Jógvansdóttir, samskipari Samtak. Vit spyrja m.a. hvat er ein kreppa? Hava vit yvirhøvur eina kreppu? Ella eru vit longu í ferð við at tosa okkum til eina kreppu? Og fyrireika vit okkum til eina kreppu. Óluva Zachariassen og Kári Durhuus fara at stýra kjakinum. Les meira um Ársins leiðaradag á www.synergi.fo og í týsdagssosialinum.