hósdagur 22. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2009
Tað undrar stórliga
stjóran á Rás2, Jon
hard Hammer, at Bill
hevur valt at melda
Rás2, vertirnar og
ein ónevndan gest
á rásini fyri at hava
tosað positivt um
hassj. – Hann kundi
heldur reist málið
í tinginum, heldur
enn at roynt at
skorað nøkur bílig
poeng, sigur Jonhard
Hammer
RÁS2 MELDAÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var sendingin »Vinstra
víkiskylda«, sum tær báðar,
Barbara Holm og Tjóðhild
Patursson eru vertir fyri, ið
eftir øllum at døma fekk
sinnið í kók hjá Bill Justinus
sen. Í hvussu er sigur hann
seg hava meldað Rás2, teir
báðar vertirnar og ónevnda
mannin, sum tær báðar tos
aðu við í Rásarúminum í
sendingini í síðstu viku.
Evnið í hesum partinum
av sendingini var hassj og
at varpa ljós á evnið høvdu
vertirnir fingið ein ónevnd
an mann, sum sjálvur í send
ingini viðgekk, at hann
nýtir evnið, í Rásarúmið at
tosa um sínar royndir.
Rás2 hevur nú í eina tíð
havt fokus á trupulleikan,
og tað var í einum framhaldi
av hesum, at maðurin var
biðin at koma í Rásarúmið.
Stjórin á Rás2, Jonhard
Hammer, skilir als ikki, at
Bill skal hava tikið hetta
stigið.
– Lat meg fyrst siga, at
eg eri ógvuliga fegin um, at
Bill Justinussen er ein trúgv
ur lurtari hjá Rás2, ikki bert
tá tíðindasendingarnar eru
fyri, men eisini til hvørja
undirhalds og samfelags
liga sending hjá okkum,
sigur Jonhard Hammer.
Hann vísir á, at tað nú er
ein mánaður síðani, at
Miðlahúsið setti fokus á
trupulleikan við hassj í Før
oyum. Hetta hendi við ein
ari samrøðu í Sosialinum
við Beintu Joensen, rúsevn
isráðgeva, sum vísti á, at
tað flýtur við rúsevnum í
Føroyum.
– Hon vísti á, hvussu støð
an er á hesum økinum í
Føroyum, og vit hava síðani
roynt at varpa ljós á trupul
leikan og lýst málið frá
fleiri síðum við tí fyri eyga
at skapa eitt kjak, sigur
Jonhard Hammer.
Brúka tíðina
skilabetri
Stjórin á Rás2 metir, at
trupulleikin við rúsevnum í
Føroyum er ógvuliga stórur,
og at tað tí er neyðugt at
skapa eitt kjak um evnið,
sum kann føra til eina
betran av støðuni. Og fyri
at kunna skapa eitt kjak er
neyðugt, at fólk vilja stilla
upp og tosa um tingini, og
tað ber sjálvandi ikki til at
stýra tí, sum verður sagt í
einari beinleiðis sending.
– Vit taka sjálvandi ikki
undir við rúsevnum, men
vit vilja fegin varpa ljós á,
hvussu
vandamikil
hesi
rúsevni eru.
Tað undrar hann, at Bill
Justinussen roynir at steðga
kjakinum um rúsevnir í
Føroyum.
– Tað er kunning og upp
lýsing sum hjálpir, og ikki
bara at seta forboð, sigur
stjórin á Rás2.
Hann væntar kortini, at
løgtingsmaðurin kemur upp
á betri tankar.
– Eg rokni við, at Bill
Justinussen fer at hugsa seg
um og taka meldingina aft
ur, og heldur lata løgregluna
nýta tíðina upp á at fanga
tey, sum ganga runt í Før
oyum og selja ólógligu rús
evnini,
sigur
Jonhard
Hammer.
Hann heldur, at Bill
Justinussen
mátti
verið
serliga áhugaður í tí, eftir
sum júst hansara øki sigst
vera eitt hitt mest belastaða
í landinum í so máta.
– Men tað er kanska pen
ari bara at nokta fyri at
síggja tingini í eyguni og
bara tiga alt burtur og lata
sum um trupulleikin ikki er
til, sigur Jonhard Hammer,
stjóri á Rás2 í viðmerking
til meldingina av støðini og
vertunum.
Ómansligt
– Eg haldi, at tað er sera
ómansligt av einum eldri
politikara sum Bill Justinus
sen at melda tvær ungar
kvinnur, sum gera eitt slóð
brótandi arbeiði við at
senda útvarp til ungfólk og
at upplýsa um vandar í sam
felagnum, sigur Jonhard
Hammar.
Hann
sigur,
at
Bill
Justinussen heldur átti at
brúkt sína dýrabæru tíð til
eitt nú at sett fram ein fyri
spurning í løgtinginum til
avvarðandi landsttýrisfólk
og t. d. spurt, hvat lands
stýrið ger við hendan trupul
leikan.
– Men Bill Justinussen
velur heldur at fara út í
populistisku martyrrolluna,
sigur Jonhard Hammer.
Eg havi spurt hann í
morgun, hvat hann hevur
gjørt við hetta málið, síðani
Sosialurin og Rás2 valdu at
taka evnið upp fyri einum
mánaði síðani, men hann
hevur einki gjørt, uttan at
melda tvær ungar kvinnur á
Rás2, sigur Jonhard Hamm
er.
Bill roynir at skora
bílig poeng
Anna V. Ellingsgaard,
forkvinna í felagnum
Føroysk Miðlafólk,
heldur, at skal
Bill Justinussen
melda fyri brot á
talu, skrivi og
kunningarfrælsi, átti
málið at verði sent til
Fjølmiðlanevndina
RÁS2 MELDAÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
– Eg havi ikki hoyrt hasa
sendingina, og áðrenn eg
havi tað, fái eg illa gjørt
nakrar
viðmerkingar
til
málið.
Tað sigur Anna V. Ellings
gaard, forkvinna í felagnum
Føroysk Miðlafólk.
Hon heldur tó, at tað í
fyrstu syftu ljóðar eitt sind
ur undarligt at melda málið
til løgregluna við grund
gevingini, at ein fjølmiðil
er farin langt út um alt mark
fyri skrivi og talufrælsi.
– Tá ljóðar tað heldur
sum eitt mál fyri Fjølmiðla
nevndina, heldur forkvinnan
í Føroysk Miðlafólk.
Í reglugerðini fyri »Góð
an fjølmiðlasið« stendur
neyvt útgreinað, hvat fjøl
miðlarnir hana skyldu til og
hvussu teir eiga at fara
fram. Har stendur soleiðis
um talu, skrivi og kunn
ingarfrælsi:
• Talu, skrivi og kunn
ingarfrælsi eru týdningar
miklir grundarsteinar í
einum fólkaræði, og fyri
at tryggja hetta frælsi
krevst, at fjølmiðlar eru
óheftir.
• Fjølmiðlar eiga at bera
tíðindi, upplýsa, kunna,
íbirta orðaskifti og at við
gera samfelagslig mál
kritiskt. Fjølmiðlar hava
tí serstaka ábyrgd av, at
øll viðkomandi sjónar
mið verða lýst.
• Fjølmiðlar skulu verja
talu, skrivi og kunn
ingarfrælsið. Fjølmiðlar
eiga tí ikki at lata óvið
komandi áhugamál forða
frælsari kunning, fræls
ari atgongd at heimildum
ella forða orðaskifti um
samfelagslig mál ella
viðurskifti.
• Fjølmiðlar eiga at verja
einstaklingar og bólkar
fyri órætti frá almennum
myndugleikum og stovn
um, fyritøkum ella øðr
um felagsskapum.
• Fjølmiðlar hava rætt og
skyldu at kunna um tað,
ið hendir í samfelagnum
og at avdúka ivasom við
urskifti.
At síggja til skuldi umrødda
málið komið undir seinasta
av
omanfyri
nevndu
punktum.
Forkvinnan í Føroysk
Miðlafólk leggur sum sagt
dent á, at hon ikki fær kom
ið við nøkrum ítøkiligum
úttalilsi, fyrr hon hevur
hoyrt viðkomandi sending,
sum altso varð send í síðstu
viku.
Ljóðar sum skeiv adressa
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, undrast stórliga á, at Bill
Justinussen hevur meldað Rás2. Bill átti heldur latið løgregluna
nýtt tíðina upp á at fanga tey, sum selja ólóglig rúsevni í
Føroyum, heldur hann
Anna V. Ellingsgaard. Eg havi
ikki hoyrt sendingina,og kann
tí ikki úttala meg um málið
Rwandiskir hermenn í Kongo
STkeldur í Demokratiska Lýðveldinumj Kongo siga, at Rwanda hevur sent
umleið 4.000 hermenn til Kongo, har teir berjast saman við
stjórnjarherinum ímóti rwandiskum uppreistrarmonnum. STtalsmaðurin í
økinum sigur við tíðindastovurnar, at teir rwandisku stjórnarhermenninir
eru sendir til eit øki, har menn hjá uppreistrarherinum FDLR standa sterkir.
Hesin uppreistrarherurin fær skyldina av ófriðinum, sum hevur herjað
Demokratiska Lýðveldið Kongo tey seinastu árini.