Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 - Eg eri sera fegin um við­gerð­ina í Íslandi. Nú síggi eg so væl við­ vinstra eyga, sum eg ongantíð­ hava gjørt áð­ur. Høgra eyga er eisini munandi betur, og tað­ er bara, tá eg taki okkurt serstakt uppí hondina, at eg taki brillurnar uppá. Nú kann eg ganga úti í regni og inni í dampi – uttan nakrar sum helst trupulleikar, sigur 63 ára gamli Kartni Olsen Sjón Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 63 ára gamli umsjónar­ maðurin, Kartni Olsen, er ein av mongum føroying­ um, sum hevur í Íslandi og hevur fingið Lasersjón at viðgjørt sær eyguni. Onnur hava verið í øðrum londum í somu ørindum og sum skilst, eru mong – og helst tey allar flestu ­ væl nøgd við úrslitið. Tað serliga við viðgerðini í Íslandi er, at hon nú er vorðin nógv bíligari, enn hon hevur verið. Orsøkin er, at íslendska krónan er lág, og hetta hevur eisini verið viðvirkandi til, at fleiri og fleiri føroyingar, sum hava trupulleikar við eygunum, nú leita sær til Íslands. Fyri nøkrum árum síðan kostaði ein slik viðgerð hjá Lasersjón einar 25.000 krónur, men í dag kostar hon bert helmingin av hesum. ­ Eg veit, at grannafólk hjá okkum hava goldið einar 25.000 krónur fyri viðgerðina, men eg fekk mína fyri einans 12.500 krónur, sigur Kartni Olsen, sum er sera fegin um, at hann ikki lurtaði eftir eygna­ læknanum, men tók av hesum møguleika seinna­ partin í november síðsta ár. Hevði hann fylgt ráðunum hjá eygnalæknanum, hevði hann ongantíð fingið hesa viðgerð og hevði tískil heldur ikki sloppið av við brillurnar. Hjá Lasersjón í Íslandi funnu tey eisini út av, at Kartni hevði havt ein blóð­ tøpp í øðrum eyganum. Føddur við brillum ­ Eg kann siga, at eg eri føddur við brillum og fekk mínar fyrstu brillur sum seks ára gamal. Brillurnar hava mangan verið mær ein stórur trupulleiki gjøgnum árini. Eg hevði eisini stóran bygningsfeil sum gjørdi, at eg var vorðin vaksin, áðrenn optikarin fann røttu gløsini til míni eygu. Hvørja ferð, eg skifti gløsini, var torført at raka “sentrum” aftur, sum hann tekur til. Kartni sigur, at hvørja ferð hann fekk nýggj brillugløs, kundi hann slett einki gera tann fyrsta dagin. ­ Míni eygu vóru so ser­ støk og trupul, at eg noyddist at leggja meg í seingina, áðrenn eg tók nýggju brillurnar uppá. Tá eg hevði fingið náttarsvøvn, byrjaðu eyguni so smátt at fokusera í nýggju brillunum dagin eftir, og tá kundi eg Kartni fekk »nýggj« Nú skulu útróðrar- bátar kannast Fiskiveiðieftirlitið fer nú at gera kanningar á bryggjukantinum fyri at vita, um bátar í bólkunum 5A og 5B hava galdandi fiskiloyvi. Um Fiskiveiðieftirlitið kannar bát og hesin ikki hevur galdandi fiskiloyvi, verður ikki gjørligt, at avreiða fiskin, fyrr enn viðurskiftini eru fingin í rættlag, skrivar eftirlitið á heimasíðuni. Eru fyrispurningar um fiskiloyvi, ber til at fara á heimasíðuna www.fisk.fo undir oyðubløð. Ella ringja til Fiskimálaráðið tlf. 353030. Átakið hjá Fiskiveiðieftirlitinum byrjar tann 26. januar. Ikki fleiri fransmenn til Afghanistan Franski verjumálaráðharrin, Herve Morin, sigur, at Frakland fer ikki at senda fleiri hermenn til Afghanistan, hóast Barrack Obama hevur sagt, at USA fer styrkja sínar deildir har. Frakland hevur í løtuni 2.600 hermenn í Afghanistan. Tá fleiri franskir hermenn doyðu í Afghanistan herfyri, vísti ein kanning, at ein meiriluti av franska fólkinum vil hava hermenninar heim úr útlondum. Umframt hermenninar í Afghanistan hevur Frakland 3.000 hermenn í Tjad, 2.000 í Kosovo og 150 í Bosnia.