hósdagur 22. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2009
aftur koyra bil. At taka tær
gomlu uppá aftur, nyttaði
heldur einki.
Øll vita, at tað tekur sína
tíð at sleppa til eygnalækna
í Føroyum, og tá Kartni
eisini hevði fingið so ilt í
høgra eyga, vendi hann sær
aftur til optikaran.
- Eg segði honum, at
okkurt var galið við høgra
eyga, tí eg sá bara minni og
minni við tí, samstundis
sum eg hevði pínu í eyga-
num. Optikarin segði, at
hann kundi ikki senda meg
til eygnalæknan uttan so, at
tað var akut, og tað var tað
ikki hjá mær, legði hann
aftrat.
Mælti frá viðgerð
Kartni ringdi nú sjálvur og
bað um tíð hjá eygnalækna,
og har slapp hann fram at í
apríl ella mai mánaða í fjør
– eftir at hava bíðað í
umleið eitt hálvt ár.
- Eg haldi, at tað er rætt
av fólki, sum hava ring ella
serstøk eygu, at fara til
eygnalækna av og á fyri at
kanna eyguni. Men eygna-
læknin segði, at eygu míni
vóru fín eftir umstøðunum.
Tað var, meðan hann var
hjá eygnalækna, at Kartni
bar upp á mál møguleikarnar
at fáa serliga viðgerð fyri
eyguni, so hann kundi koma
at síggja betri – og kanska
sleppa av við brillurnar, um
hann var heppin.
- Eg hevði hoyrt um, at
fólk høvdu verið í øðrum
londum og høvdu fingið
viðgerð fyri eyguni, sum
hevði hjálp teimum væl.
Men eygnalæknin vissaði
meg um, at eg var ov gamal
til slíka viðgerð – og at
einki kundi gerast við
eyguni. Eygnalæknin vísti
á, at eg hevði stóran bygn-
ingsfeil og við viðgerð fór
eg at missa balansan.
Kartni sigur, at eygna-
læknin soleiðis fráráddi sær
at gera nakað við eyguni.
- Sum tíðin gekk, og eg
fór at síggja verri og verri
við høgra eyga, eins og eg
framhaldand hevði pínu,
fór eg at enda at halda, at tá
eygnalæknin segði, at einki
var galið við høgra eyga –
ja, so mátti tað vera galið
við mær sjálvum.
Kartni tók stigið
Tað var meira av tilvild, at
Kartni fekk skumpið og tók
stigið at fara til Íslands at
fáa sær viðgerð fyri eygu-
ni.
- Eg møtti einum hval-
bingi á Gummibátatænastu-
ni í oktober í fjør. Tá hevði
eg meira og minni sligið
meg til tols við, at einki var
at gera, tó at eg framvegis
ikki hevði tað gott í høgra
eyga. Eg var soleiðis í eini
ógvuliga keðiligari støðu.
Kartni sær nú, at hval-
bingurin, sum annars plagdi
at hava brillur, nú knappliga
ongar brillur hevði. Hann
spurdi tí, hvat hann hevði
gjørt.
- Jú, hvalbingurin hevði
verið hjá Lasersjón í Íslandi,
har hann hevði fingið við-
gerð fyri eyguni. Eg sigi
nú, at eg eisini hevði hugsað
um Ísland, men at eygna-
læknin hevði rátt mær frá at
fara hagar, tí einki kundi
gerast
við
míni
eygu.
Sovorðið hundans tvætl,
sigur hvalbingurin tá. Hann
hevði nevniliga fingið at
vita, at viðgerðin kundi
hjálpa næstan øllum, sum
hava trupulleikar við eygu-
num.
Kartni sigur, at hvalbing-
urin beinanvegin hjálpti sær
í samband við Lasersjón,
og eitt nú fingu teir sent
reseptina hjá optikaranum
yvir hagar.
- Longu dagin eftir var
svar komið úr Íslandi, har
tey søgdu, at eg var ein
góður “kandidatur” til hesa
viðgerð. Tey bjóðaðu mær
yvir at fáa eyguni kannaði,
og tað var ikki sørt, at eg
fekk ilt í búkin og gjørdist
ivingarsamur, nú eygna-
læknin hevði rátt mær frá at
fara.
Í Íslandi søgdu tey, at
Kartni kundi koma yvir, um
hann hevði hug, og tá tað lá
fyri hjá honum.
- Eg fekk nøkur pappír
sendandi, sum eg skuldi
fylla út, og í Íslandi søgdu
tey nú, at eg kundi koma, tá
eg vildi.
Teir fyrstu fjúrtan dagar-
nar eftir hetta lá ikki fyri
hjá honum at fara, og hann
ætlaði ikki, at viðgerðin
skuldi gerast í desember.
- Eg fór tí yvir til Íslands
17. november í fjør. Annan
dagin eftir fór eg til kann-
ingar, triðja dagin fekk eg
viðgerðina, og fjórða dagin
var eg til eina eftirkanning,
har tey søgdu, at viðgerðin
var væl eydnað.
Blóðtøppur í
eyganum
Kanningarnar hjá Lasersjón
í Íslandi vístu, at Kartni
hevði havt ein blóðtøpp í
høgra eyga, og tað var
haðani, at pínan og versnaða
sjónin stavaðu. Eygað var
illa farið av hesum. Men
hetta hevði eygnalæknin í
Føroyum einki sagt um.
- Tað, sum gjørdi meg ser-
liga róligan í Íslandi, var, at
tú fekst eina sera neyva og
gjølliga frágreiðina um alt,
sum fór at fara fram. Har-
aftrat kundi tú seta allar
hugsandi
og
óhugsandi
spurningar. Áðrenn sjálv
viðgerðin fór í gongd, undir-
skrivaði eg eitt pappír sum
segði, at eg tók av til-
boðnum, og at ábyrgdin var
mín.
Undan viðgerðini fekk
Kartni eina tablett at leggja
undir tunguna, sum skuldi
gera
hann
avslappaðan
undir viðgerðini, sum kort-
ini tók lítla og onga tíð.
- Vit tosaðu fyrst saman
um, hvussu fram skuldi
farast við eygunum, og vit
vóru samdir um, at eg
skuldi sleppa at síggja langt
við vinstra eyga – og lesa
við høgra. Sjálv viðgerðin
tók bert nøkur fá sekund. Á
Lasersjón søgdu tey, at tað,
tey ikki kundu gera í dag,
kundu tey gera í morgin, tí
menningin á økinum er so
stór.
Kartni hevði ta kenslu, at
teir, sum viðgjørdu eygu
hansara, vóru sera dugna-
ligir, og hann kendi seg
væl, bæði fyri viðgerðina
og undir sjálvari viðgerð-
ini.
-
Undir
viðgerðini
hølvaðu teir av eygnahinnu-
ni og síðan laserviðgjørdu
teir eyguni. Teir hólvaðu
tvær ferðir og viðgjørdu
eyguni tvær ferðir við
strálum. Tú fylgir einum
reyðum prikki omanfyri
høvdið á tær, og her ræður
um at halda eyguni eftir
prikkinum, sum er laser-
strálan.
Kartni sigur, at viðgerðin
var ikki óbehagilig, men
hann føldi eitt sindur, tá teir
settu instrumentið inn, sum
hølvaði av hinnuni, tó ikki
stórvegis.
- Eg vil siga, at ongum
nýtist at halda seg aftur, tí
viðgerðin er óbehagilig.
Tað er hon ikki. Eina slíka
viðgerð kunnu øll fara
ígjøgnum – uttan at hugsa
um nevniverda pínu, sigur
hann.
Sera fegin
Um kvøldið hevði Kartni
tað ikki so gott í eygunum.
Tað var, sum hevði hann
“sveisaraeygu”, men longu
morgunin eftir var øll pína
burtur, og tá tey komu heim-
aftur úr Íslandi við flogfarið,
koyrdi hann sum ein royk
bilin úr Vágum og til Havn-
ar.
Kona Kartna var eisini
við í Íslandi. Eyguni hjá
henni eru rímiliga góð, tó at
hon las við brillum. Meðan
tey kortini vóru har yviri,
fekk hon eisini minni við-
gerð sum gjørdi, at hon
eisini slapp av við brillur-
nar.
- Eg eri sera fegin um við-
gerðina. Nú síggi eg so væl
við vinstra eyga, sum eg
ongantíð hava gjørt áður.
Høgra
eyga
er
eisini
munandi betur, og tað er
bara, tá eg taki okkurt ser-
stakt uppí hondina, at eg
taki brillurnar uppá. Nú
kann eg ganga úti í regni og
inni í dampi – uttan nakrar
sum helst trupulleikar, sigur
Kartni Olsen.
eygu í Íslandi
- Eg kann siga, at eg eri
føddur við brillum og fekk
mínar fyrstu brillur sum
seks ára gamal. Brillurnar
hava mangan verið mær ein
stórur trupulleiki gjøgnum
árini. Eg hevði eisini stóran
bygningsfeil sum gjørdi, at
eg var vorðin vaksin, áðrenn
optikarin fann røttu gløsini til
míni eygu, sigur Kartni Olsen,
sum hevur verið í Íslandi og
fingið væleydnaða viðgerð fyri
eyguni
Mynd: Jens Kristian Vang
Flogferðafólk fáa
endurgjald
Tey, sum vóru í amerikanska flogfarinum, sum mátti
neyðlenda í Hudson-ánni við New York í síðstu viku, fáa
nú endurgjald frá felagnum US Airways, sum átti
flogfarið. Felagið sigur, at tey 155 ferðafólkini fáa 5.000
dollarar í part, og harafturat fáa tey pengarnar fyri
ferðaseðilin endurgoldnar. Men ferðafólkini hava eisini
fingið at vita, at tað kann fara at taka mánaðir, áðrenn tey
fáa sítt viðføri aftur. Fleiri mugu tó rokna við, at alt er
oyðilagt, sigur felagið.
Árni Joensen stýrir
Dimmalætting
Partafelagið Dimmalætting fekki nýggja nevnd á
eykaaðalfundi fríggjadagin. Nývalda nevndin í P/F
Dimmalætting hevur skipað seg við Árna Joensen,
fyrrverandi stjóra á Skipafelagnum, sum formanni. Hini í
nevndini eru Schumann Hjaltalin, Heini Gaard, Lisbeth
L. Petersen og Bjarne S. Petersen, sum er stjóri á
Bornholms Tidende. Beate L. Samuelsen er tiltakslimur í
nevndini. Schumann Hjaltalin er nýggjur næstformaður í
nevndini.