hósdagur 22. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2009
13
E
g haldi, at tað var í sanghøli
num í ”Færøernes mellem
og realskole” í Havn, at eg á
fyrsta sinni reiðiliga hefti meg
við innihaldið í alternativa
tjóðsangi okkara ”Eg oyggjar
veit”. Ein góð yrking um
føroysku náttúruna, góðveður
og storm – men so eisini um,
hvussu lítið og fátækt land
okkara er. Mær dámdi einki tað
orðaljóðið. So heldur orð Hans
Andriasar: ”Mítt føðiland, tú
ríkt ert fyri mær”.
Og hvør teirra hevur so rætt?
Í dag kunnu vit staðfesta, at
Føroyar – taka vit sjóøkið við –
eru munandi størri enn til døm
is Danmark. Og tað er einki
annað enn rímiligt, at vit taka
havið uppí, tí at tað, sum fyri
danir er dyrkilendi til land
búnað teirra, tað er havið við
ríkidømi tess fyri fiskivinnu
okkara.
Ein stórur partur av virksemi
okkara á landi er tengdur at
fiskivinnuni á ymiskan hátt. Og
av útflutningsvirðinum stendur
fiskivinnan saman við alivinn
uni fyri yvir 95 prosentum.
Vit hava serliga hetta seinasta
árið sæð í bløðunum, at veru
ligir møguleikar eru hjá okkum
at økja heilt munandi um virðið
á tí fiski, ið vit veiða í Føroy
um. Serliga hevur leiðarin á
granskingarkjarna Fróðskapar
seturs Føroya, Hóraldur Joen
sen, havt fleiri áhugaverdar
greinir um hetta evnið.
Eitt sindur av kjaki stóðst eitt
skifti av hesum greinum.
Tíverri vóru tað í heldur stóran
mun atfinningar, ið komu fram.
Eitt nú, at okkurt talgrundarlag
var ivasamt, eins og ivi var um,
hvørt tað fór at bera til at fáa til
høldar neyðugu rávøruna.
Millum annað.varð sagt, at
ómakurin varð ov stórur ella
stríðið ov nógv av at taka eitt
nú livur, og at lønin fyri tann
partin av arbeiðinum var ov lág,
og tí var ringt at skapa fyritreyt
irnar fyri at framleiða hávirðis
úrdrátt úr hesum. Merkiliga
lítið av umrøðu hevur hetta sera
týdningarmikla evnið fingið.
Lat okkum hyggja at teimum
møguleikum, sum sambært Hór
aldi eru fyri at skapa virðisøking
í fiskivinnuni umframt verandi
rávøruframleiðslu. Í seinastu
grein hansara, sum stóð í
Dimmalætting hin 9. januar og í
Sosialinum hin 12. januar, verða
tríggir hávirðisúrdráttir umrødd
ir: livralýsi, kollagen/gelatin og
fiskaprotein.
Livur
Av teimum gott og væl 7.000
tonsunum av livur, sum kundi
verið fingin til høldar úr botn
fiski, ið var landaður í 2005,
komu færri enn 400 tons upp á
land, meðan restin fór aftur í
havið. Við øðrum orðum tveittu
vit meira enn 90 prosent av hesi
virðismiklu vøru burtur. Virðið
á hesari livur var knappar 40
millónir.
Tóku vit alla livrina, so
kundu vit við verandi tøkni –
evnaúrdraging fingið eini
4.000 tons av lýsi úr livrini um
árið – við tølum fyri 2005 sum
grundarlagi. Lágt mett er
samlaða árliga søluvirðið av
hesum lýsi 600 milliónir
krónur.
Og arbeiddu vit hetta lýsið til
hylkislýsi (hetta hevði sam
stundis givið arbeiði til enn
fleiri hendur), so hevði hetta
fingið smásøluvirðið av
livraúrdráttinum at verið 2
milliardir krónur.
Fara vit eitt stig longri fram í
virðisøkingini og búgva okkum
út til at gera heilivágslýsi, so
fæst uppaftur nógv meira fyri
vøruna, einar 5.000 krónur fyri
hvørt kilo. Men til at fáa ágóð
an av hesum krevst, sum vera
man, at øll liðini at menna hetta
virksemið verða fíggjað, eitt nú
útreiðslur til at menna fram
leiðsluna, undirvísing og gran
sking, framleiðslutól, kunning
artøkni, marknaðarkanningar o.
a.. Og ein slík framleiðsla av
hávirðisúrdráttum hevði har
umframt skapt nógv annað
attengt virksemi. Brúk hevði
verið fyri nógvum hondum.
Fiskaskræða
Av teimum 90.000 tonsunum av
upsa, toski og hýsu, sum før
oyski feskfiskaflotin landaði í
2002, kundu fingist til vega
knappliga 6.000 tons av
skræðu. Sum er, tveita vit før
oyingar so at siga alla skræðuna
burtur. Úr hesi nøgd kundu
knappliga 600 tons av fiska
gelatini verið framleidd. Saml
aða søluvirðið av hesum gelat
ini er lágt sett 50 milliónir.
Og var fiskagelatinið virkað
til ávísar hávirðisúrdráttir, so
kundu vit vunnið munandi
meiri pening úr hesum, úti við
300 milliónir.
Í somu grein nemur Hóraldur
við møguleikarnar, sum eru at
finna í svartkjaftinum. Sambært
hesum kundi ein lítil brotpartur
av árligu svartkjaftaveiðu okk
ara 10.000 svarandi til 2.000
tons av turrum proteini verið
umgjørdur til virðismiklar
fiskapeptidúrdráttir og virðis
øktur úr 50 til meira enn 2.000
milliónir – ella tvær milliardir
sum pharmaceutisk framleiðsla.
Hesi tøl fyri virðisøking eru
so ógvuliga stór, at tú hevur ilt
við at fata, hvussu ið tað hong
ur saman. Men hetta kemur ikki
av sær sjálvum. Tað krevur
íløgur til at leggja til rættis, til
undirvísing, gransking, fram
leiðslutól o.s. fr. Og tað krevur
ikki minst nýhugsan og íverk
setan, eins og tað krevur sum
fyrstu fyritreyt vitandi og áhug
aðar politikarar, sum eru sinn
aðir at játta pening til slíkar
verkætlanir.
Fiskaprotein
Fiskaproetin er eitt sera gott pro
tein, og mong yvisk protein
produktir eru á marknaðinum.
Gjørdu vit slíkar hávirðisúr
dráttir úr 20.000 tonsum av
svartkjafti, so kundu vit fingið í
minsta lagi 400 milliónir
krónur fyri ta vøruna.
Niðurstøða
Leggja vit nú hesi tølini hjá
Hóraldi saman, so høvdu vit
árliga við tølunum fyri 2002 og
2005 sum grundarlagi kunnað
selt livur og fiskagelatin úr
skræðu fyri einar 100 milliónir.
Men gjørdu vit lýsi úr livrini,
hevði søluvirðið verið 600 milli
ónir, og var fiskagelatinið virk
að til hávirðisúrdrátt, so hevði
søluvirðið av tí verið 300 milli
ónir, tilsamans 900 milliónir.
Og høvdu vit virkað alt lýsið
til hylkislýsi, so hevði sølu
virðið verið 2 milliardir, meðan
til dømis 30.000 tons av svart
kjafti sum virðismiklir fiska
peptid og fiskaproteinúrdráttir
kanska kundi havt eitt søluvirði
upp á í minsta lagi 2 milliardir.
Minnist síðani til, at vit fiska
umleið tíggju ferðir so nógv!
Hesi tøl eru so stór, at tað má
øra fyri okkum. Tóku vit bara
alla livur og skræðu, so høvdu
vit við miðvísari virðisøking
kunnað fingið eina milliard ella
meira burtur úr fiskivinnuni
aftrat. Og fóru vit í holt við
skilagóða gransking saman við
øðrum tiltøkum, so høvdu vit
kunna vunnið fleiri milliardir
aftrat um árið burtur úr
svartkjaftinum.
Hetta er ikki heilaspuni, men
tað kemur ikki av sær sjálvum.
Her krevst eitt miðvíst og dygd
argott kanningar og gransking
arvirksemi. Og hetta virksemið
krevur íløgur, íløgur til eitt
veruligt granskingarumhvørvi í
Føroyum og fígging til skila
góðar verkætlanir.
Og tað er ikki vist, at tað bara
fer at vera lætt at røkka bestu
úrslitunum. Men at vinna fram
á krevjandi mál gevur samstund
is ofta eina størri gleði, stolt
leika og nøgdsemi yvir útint
verk enn eitt nú at finna
gullsand í eini á.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ei gullsand áin
við sær ber…
Tíðargreinin
tíðargreinin
Høgni Debes Joensen