hósdagur 22. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 15 - 22. januar 2009
Føroyingar hava i eina tíð
samlað uppá avdankaðar
amerikanskar presidentar,
sum eru fráfarnir, og fyri
ræðandi stórar upphæddir
hava føroyskir ríkmenn
boðið teimum til Havnar at
halda fyrilestur. Hesar anti-
hendingar fingu føroyskar
fjølmiðladreingir heilt upp í
loft og summar av teimum
næstan í ekstasu!
Nú hava fráfarnir presi
dentar ofta risastóra skuld
og fyri at finansiera sítt
otium plaga teir at ferðast
um verðina við banalum
sjálvfylgiligheitum. Tað,
teir siga, er púra ófarligt,
og tað er avgjørt einki
informatiónsvirði at heimta
í teirra oratoriska møsni.
Men, gaman í, tað er allar
helst størri undirhaldsvirði
í tí at hoyra ein verðins
kendan møsnara enn eitt av
okkara lokalu høsnar
høvdum.
Í morgin leggur ”Busk
urin” frá sær í Tí hvíta
Húsinum, og so kunnu
føroyingar jú fara at dyrgja
eftir honum. Men ”Busk
urin” er so mikið múgv
andi, at tað er óvist, um
hann skoytir um at koma
til Havnar.
Obama er eingin
gandakallur
Men, ið hvussu so er og
ikki, beint nú eru fyribils
meginparturin av teimum
occidentalu tíðindadreingj
unum farnir at elta og
elska Obama, og tað er
lítið mark fyri, hvat nógvir
halda, at hann skal kunna
útrætta av undurverkum.
Men hvat fer Obama at
kunna avrika? Ja, vit vita
lítið um, hvat hann ætlar
ella torir at gera, nú tann
amerikanska kapitalisman
liggur fyri deyðanum.
Sjáldan, um nakrantíð
hevur so lítið av konkretum
innihaldi verið í viðføri
num hjá einum komandi
presidenti. Og tað er ikki
nógv, sum týðir uppá, at
hann fer at hætta sær at
røra við tey fundamentalu
problemini í tí amerikanska
samfelagnum.
Aðalinnihaldið í røðum
hansara hevur verið
rakstrarróp, sum “We want
change”, “We´ll get
there” ella “Yes,we can”.
Við so innantómum gorri
hevði eingin europeiskur
politikari verið valdur. Ja,
tað skuldi kanska líka
verið ein føroyskur full
veldismaður av “vit vilja
og kunna sjálvi”-typuni.
Men hevur Obama ikki
meira enn geldan retorikk í
skjáttuni, so kunnu tey hig
artil framdu bankatiltøkini
ikki fora fyri, at vit aftur
fáa eina nýggju krisu um
ein góðan mansaldur.
Obama tykist púra ráða
leysur longu, áðrenn hann
er komin í sessin! Men
livst, so spyrst!
Obama varð bara valdur,
tí amerikanski veljarin ikki
visti sær nakað alternativ.
Men í løtuni ganga ca.
50000 arbeiðsleysir finans
dreingir og klynka. Aftan
fyri teir hava staðið veldig
ar lobbyfyritøkur, sum
hava verið stórviðurin í tí
amerikonsku kapitalis
muni. Tær verða ikki lættir
at leypa um. Skal Obama
stýra heilt uttan um ta
lobbyina, má hann vera
óvanliga sterkur og hartil
djarvur.
Men fryktandi er fyri, at
sjálvt fundamentið í tí
amerikonsku kapitalismuni
er so rotið, at Obama skal
duga gand, um hann skal
venda fíggjarliga rákinum
eftir bara fýra árum, og
kann hann ikki tað, so
missir hann fólkaeydnuna,
og verður allarhelst fyrr
verandi presidentur í 2012.
So tað er valla nøkur grund
til hvørki obamilsi ella
dánilsi.
Noyðist Obama at lúta
longu um fýra ár, so kunnu
føroyingar jú altíð senda
boð eftir honum og bjóða
honum til fyrilestrar. Tá
fáa teir hann ógvuliga
bíliga!
Er nøkur grund til euforiskt OBAMILSI?
Virgar T.
DalsgaarD
Vakstraravtalan fyri Suður
oynna er í fleiri umførum
viðgjørd á tingi, og hon
liggur nú í vinnunevndini.
Annar faðirin at hesum
uppskoti sigur nú, at polit
iski myndugleikin skyldar
suðuroyingum eina greiða
fráboðan, um hann vil vera
við til at fremja málið ella
ikki.
Hetta er greið og virðilig
tala frá einum, ið ikki enn
hevur mist allar vónir um
at røkka einum máli, sum
allir flokkar hava lovað at
fremja.
Undir viðgerðini av
uppskotinum hesuferð fekk
málið annars sera góða
undirtøku frá flest øllum
tingmonnum.
Landsstýriskvinnan í
innlendismálum kendi seg
kortini kallaða til at boða
frá, at hetta var ikki rætta
løtan at koma við hesum
máli, og nú sæst so sjálvur
løgmaður tíverri verja hesa
andstøðu móti Suðuroynni.
Undarligt kortini, sum
alt broytist.
Fyri árí síðan, tá ið
CHEsamgongan var farin
undir virkið sítt, avtalaði
hon í samgonguskjalinum,
at vakstraravtalan fyri Suð
uroynna skuldi fremjast.
Tveir andstøðutingmenn,
sum báðir nú sita í landsins
ABCstýri, vóru tá so
forliptir í hesi avtalu, at
teir løgdu uppskot fram um
at fara undir hana beinan
vegin, og langt áðrenn
landsstýrismaðurin á økin
um hevði fingið stundir at
fóta sær.
Hetta var júst tann rætta,
og enntá tann lagaligasta
løtan, søgdu hesir báðir
fyri einum ári síðan.
Nú Suðuroyarblóðið
fossar í hvørji æðr í Tinga
nesi, nú tykist einki bera til
kortini, og eingin áhugi var
fyri at flyta Suðuroyar
málið úr CHE – og yvir í
ABCskjalið yvirhøvur.
Víðari menning av ser
føroyskum hugskotum, sum
spretta júst í Suðuroynni, so
sum trollemmur, skips
skrúva, oljureinsingar
skipan, serføroysk toska
aling, fyri bara at nevna
nøkur teirra, høvdu ivaleyst
verið upplagdir partar í eini
vakstraravtalu, men nei.
Nú tykist politiski
myndugleikin ræðast víðari
menning av tøkniligum
frambrotum, sum enntá eru
komin í eygað.
Eitt tað størsta vakstrar
potentialið í føroyskum
vinnulívið finna vit í
Hvalba, har heldur eingin
vilji sæst vera til at taka
tøk til samfelagsins besta.
Flokspolitisk seráhuga
mál viga nú munandi
tyngri á íløgusíðuni enn
vinnulig framtøk, sum
samfelagnum tørvar í stór
an mun á inntøkusíðuni.
Vakstraravtalan er ov
lítið ítøkilig, og Hvalbiar
bergholið er ov ítøkiligt,
sigur sami politiski
myndugleiki, sum ikki
orkar so mikið sum at fáa
tummilin uppeftir.
Sjálvt javnbjóðis og
rættvís viðger á fíggjar
lógini til grótkastið á
Hamranesi varð noktað
hvalbingum.
Almenna skyldan og
kolossala samfelagsliga
gagni í at fáa útflutningin
av landinum verður tíverri
ikki raðfest syndarliga høgt
í syðra partinum av land
inum, og tíverri satsar polit
iski myndugleikin allar
aðrar vegir enn á inntøku
síðuni, nú samgongan tí
verri slepti Hvalbiarberg
holinum komandi 1015
árini.
Harmiligt er, at hóast
blóðið rennur suðureftir, so
renna krónurnar norðureftir.
Um vakstraravtalan fær
somu lagnu sum Hvalbiar
bergholið, vita vit ikki í
løtuni, men tað fáa vit so
upp á skrift fyrsta dagin, tá
ið álitið kemur aftur úr
vinnunevndini.
Visjónsleysar raðfestingar
Hergeir
NielseN
Tá tíðindi um ísraelar og
palestinar ræður, tykist
mangur at fáa ilt í búkin
ella kanska uppaftur verri
ilt fyri hjartað. At bera
tíðindi til lurtarar bæði um
líkt og ólíkt, er álagt einum
og hvørjum tíðindamanni/
kvinnu, ið eru útbúgvin til
tað. Heimurin er vorðin
lítil sammett við tað, vit
fyri 50/60 árum síðan
kundu ímynda okkum hvat
fyrifarast kundi úti í tí
stóru verð.
Illimaður liggur altíð
framvið til tess at stimbra
tað ónda, ið av Skaparans
hond upprunaliga var ætlað
okkum til gleði og frama.
Nú kemur Jenis av Rana
sum ikki einaferð við
niðurgerðina av tíðinda
fólkum, ið royna at lýsa ta
aktuellu støðuna, tí tey
tíðindafólkini eru ikki
100% hansaramegin
andsýnis ísraelum contra
palestinum. Hann roynir av
øllum alvi at niðurgera tíð
indi teirra, tí tey eru, eftir
hansara hugsan, vinstra
hall, og tað er av tí ónda
fyri hann.
Hendan nógv umrødda
norðmannin, læknan
Gilbert, sum var at síggja í
sjónvarpinum, ið rynir at
hjálpa teimum illa særdu
og deyðkomnu í Gaza við
at seta sítt egna lív í váða,
niðurgerð hann sum fyrr
verandi og kanska verandi
terrorist, tí hann elskar ikki
Ísrael, George W. Bush og
jødar og annars alt tað, ið
Jenis av Rana stendur fyri.
Eru gomul, kvinnur, børn
og onnur óhjálpin palestin
skumegin ið liggja í mill
um, er tað bara harmiligt;
men harðskapur ísraela
andsýnis hesum hjálpar
leysu tykist hjá honum
Jenisi at vera ein sjálv
sagdur rættur teirra. Har
tykist eingin samkensla at
vera. Eg havi als ongan
samhug við Hamas, ið,
eins og Jenis av Rana og
aðrir Ísraelfanatikarar her
heima, ikki hava áhuga fyri
eini neyðsemju. Hamas
eins og hesir trábeitnu
krevja rættvísi fyri síni
sjónarmið. Hjá hesum
fanatikarum eksisterar
eingin neyðsemja. Nei!
annaðhvørt ella. Stór synd
bæði í ósekum palestinum
og ósekum ísraelum.
Sum tíðindamaður í
útvarpi Føroya í 40 ár havi
eg upplivað mangar koll
veltingar og rembingar frá
1960 til ár 2000, har »geo
grafiin« broytti Europa
kortið burturav í 1990
árunum. Hesin Jenis av
Rana hevur helst tá hingið
og reiggjað inni í Trongis
vági, sum suðuroyingar so
væl duga at taka til, uttan
at vit her norðanfjørðs altíð
dugdu at skilja tað, ið sip
að var til. Tit! Tíðindafólk í
kringvarpinum: Latið tykk
um ikki verða tikin av fót
um, bara tí at ein fanatikari
heldur tykkum halla í so
nógv til vinstru.
Hvussu tað annars fer at
hepnast Jenisi, George W.
Bush, ið hvarv úr forseta
sessinum týsdagin tann 20.
í hesum, og jødum yvir
høvur at sannføra okkum
vanligu menniskju um
serrættindi ísraela til at
gera tað, teimum lystir, fer
tíðin at vísa. Vit vanligu
menniskju styðja og stuðla
Ísrael, kortiliga ikki eftir
somu præmissum sum
fanatikararnir.
Jenis, Húgni og Høgni
ÍVar iVerseN
Til allar suðuroyingar og onnur.
Hvør kennist við hesa konuna?
Elisabeth Kathrina Muller, fødd 14. februar í 1876, fyrsta barn hjá Lars Muller, Porkeri
og Mariu Soffie Kvalvig, Víkarbyrgi.
Fólk, sum vita okkurt at siga um Elisabeth Kathrine, eru vælkomin at ringja á tlf.
448204 ella á 268296.
Hvør kann hjálpa mær?
Dia
elliNDssoN
viðmerkingar
Lesið