Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2009 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Julie Joensen á Sandi andaðist á Landssjúkra­ húsinum mánakvøldið, 86 ára gomul. Kistan fer úr kappellinum hós­ dagin klokkan 14.30. Jarðarferðin verður úr Sands kirkju fríggjadag­ in klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Olaf Hentze Rasmus­ sen, búsitandi í Keyp­ mannahavn, ættaður úr Sandavági, andaðist á Drossebo Plejehjem týs­ dagin, 99 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Jegersborgs Kirke fríggjadagin kl. 12. Ian Onghamar andað­ ist á Gentofte Hospital 20. januar, 50 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Rigmor Elisabeth Thomsen fyrrv. heilsusjúkrasystir, Norðragøta andaðist í Slagelse sunnudagin 18. januar, 86 ára gomul. Kistan kemur í Vágar hósdagin kl. 14.45. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju leygardagin kl. 13.00. Familjan Tey, ið vilja minnast Rigmor, kunnu lata Gøtu kirkju eina gávu. Dagurin 22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zara­ goza. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navn­ ið er lanínskt og merkir hin sigursæli. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góða mamma okkara, vermamma , omma og langomma Petrina Jensen (vanliga nevnd Gigga) úr Kvívík andaðist í heiminum týsdagin 20. januar, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju leygardagin kl. 13.00 . Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Jógvan og Kristjan Tey, ið vilja minnast Giggu, kunnu lata Kvívíkar kirkju eina peningagávu. Tað eru ikki tey nógvu ferðafólkini, sum ferðast hendan vegin á hávetri, men tað eru tó tey sum flýggja úr heitum londum hinumegin jarðarknøttin til okkara heimspart. Ein teirra er Deborah Gellatly, sum býr í Lismore i Australia, har hon hevur skrivstovustarv. Hon er av skotskari ætt og hevur áhuga fyri Evropa og Norð­ urlondum. Hóast tað er hásummar í heimlandinum í løtuni, valdi hon at gera ein túr til Norðuratlantisku londini Norra, Ísland, Føroyar og Skotland. Deborah sigur, at við millum 35 og 40 hilatstigum er tað í so heitt hjá sær um summarið, tí er tað gott at koma hendanvegin at svala av og síggja hvussu fólk hinumegin jarðarknøttin hava tað. Hon hevur ferðast kring landið og er komin í prát við nógv fólk her. Mikudag­ in var hon í Sandoynni og vitjaði fleiri av smáu bygd­ unum har. Hon vitjaði m.a. skúlan í Dali og fekk eitt gott prát við læraran og børnini. Deborah sigur, at hon hevur virkuliga nýtt at verið í Føroyum ­ bæði fólkini og náttúruna. Hon heldur at fólkini í Føroyum eru sera vinarlig og virka so avslapp­ aði, eini tey sum búgva í høvuðsstaðnum. Hon er sannførd um at Norðurlondini eru eitt upp­ lagt ferðamál hjá australiar­ um, serliga fyri at sleppa úr ógvusliga hitanum eina løtu. Deborah Gellatly vitjar í Føroyum eina viku og fer av landinum aftur leygar­ dagin, tá hon fer til Skot­ lands. mg Deborah Gellatly: Til Føroya at svala av Deborah Gellatly býr í Lismore i Australia. Her er hon umborð á starndfaraskipinum Teistanum Mynd: Sámal Bláhamar Sosialurin 22. januar 1999 Fyri 10 árum síðan, 22. januar 1999, skrivaði Sosial­ urin um Janus Kamban, list­ amann, sum varð heiðraður. Tað var Signar á Brúnni, landsstýrismaður í menta­ málum, sum handaði hon­ um heiðursgávuna. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstov­ uni, sigur at ein góður árgangur av toski er á veg. Bygdaráðsmenninir í fimm kommunur í Eysturoy ynskja at øll oyggin verður ein kommuna. Á baksíðuni er grein um at Føroya Rættur avhoyrdi 11 vitni í málinum um eldáseting í Marco Polo og Skáanum. Fyri 10 árum síðan: Janus heiðraður í 1999