Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 Gunvá við Keldu eitur nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, og er hon er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi. Í takt við at fiskivinnubýurin roynir at stýra uttan um fíggjarkreppuna, verður hjartabarnið hjá borgarstjóranum í hesum valskeiðnum sett út í kortið, nevniliga tey eldru í samfelagnum. Gylta leiðin er opinleiki og samskifti millum borgarar og býráð SAMRØÐA Eilen Antoniussen eilen@sosialurin.fo Nýggi borgarstjórin í Klaks­ víkar kommunu skrivar søgu, við tað at hon er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi. ­ Tað eru nógv, ið siga tað við meg, at eg skrivi søgu við at vera fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi. Og við tí fylgir ein ábyrgd, tí eg vil helst eydnast væl. Og samstundis havi eg onga aðra kvinnu at samanlíkna við. Men eg havi sett mær fyri at klára nøkur ting, og eg eri av tí uppfatan at mann sleppur so langt, mann vil. Fyri hana er borgar­ stjórastarvið kortini ikki so fremmant. Hon hevur í fleiri ár tikist við býráðs­ politikk, hóast hon seinasta valskeið valdi at taka seg úr samgonguni, og tískil ikki sat í nakrari nevnd. ­ Hetta er ein stór ábyrgd at taka á seg. Eg umboði 5.000 borgarar. Á tann hátt havi eg kent mun á, men praktiskt haldi eg ikki at mann kann fyrireika seg til starvið. Tað er nógv at seta seg inn í, og nógv má eg arbeiða meg fram til, sigur Gunvá við Keldu. ­ Tað er umfatandi at seta seg inn í eina politiska skip­ an, og eg má gera mær mínar egnu royndir. Men eitt, sum er av stórum týdningi í býráðspolitikki og sum eg fari at leggja meg eftir, er at samskifta væl við tey innblandaðu. Bæði tey, ið sita í við­ komandi nevndunum, og teir borgarar, ið verða raktir av okkara avgerðum. Kommunan hevur koyrt skjótt Nú Gunvá við Keldu tekur yvir sum borgarstjóri í kommununi, eru tað truplar tíðir, hon kann rokna við. Størsta arbeiðsplássið í býnum, Kósin, liggur stilt, og umframt fíggjarkreppu­ na, sum alla tíðina andar okkum í nakkan, hevur Klaksvíkar kommuna fíggjarligar trupulleikar at dragast við. Og ovast á pappírinum hjá borgar­ stjóranum stendur fíggjar­ liga støðan, sum skil skal fáast á. ­ Ovast stendur tað fíggjarliga. Tað er nakað, sum skal takast í álvara. Vit hava fallandi inntøkur, stóran rakstur umframt lán at dragast við. Tí er okkara fremsta uppgáva at økja um inntøkurnar, sigur Gunvá við Keldu. Av teimum 20 millión­ unum, ið eru avsettar til íløgur í hesum fíggjarári­ num, fara 18 teirra til skúl­ an við Ósánna, sum er rivin niður. Arbeiðið við at bygg­ ja hann upp aftur er í gongd, og gongur tað arbeiðið sína gongd. ­ Eg merki væl, at kommunan higartil hevur koyrt skjótt, og knappliga er steðgað upp. Og tað merkir borgarin eisini. Men eg má siga, at teir borgarar, ið hava vent sær til okkara við trupulleikum í samband við kreppuna, eru konstruktivir og positivir. Og vit vilja fegin hava, at borgarar í kommununi skulu kenna at teir kunnu koma til okkara, tí borgarin vil eisini tað besta fyri býin, Tey eldr Danskar kvinnur met í bróstkrabba Kvinnur í Rumenia, Letlandi, Póllandi og øðrum evropeiskum londum hava betri møguleikar at sleppa livandi frá bróstkrabba enn danskar kvinnur. Tí hóast danska heilsuverkið er eitt tað besta og mest framkomna í heiminum, er Danmark tað ES­landið, har flestu kvinnur tapa bardagan ímóti bóstkrabba. Tað stendur at lesa í einari frágreiðing hjá ES­nevndini, ið er almannakunngjørd í dag. Í frágreiðingini stendur millum annað, at hóast færri danskar kvinnur fáa bróstkrabba nú enn fyrr, eru tað fleiri, sum tapa bardagan við sjúkuna. Trupulleikin er vantandi rørsla og í meira lagi av alkoholi, og tað kann sum kunnugt vera medvirkandi til bróstkrabba, sigur ein yvirlækni við DR. Tað verður ikki rúm fyri stóru íløgunum í kommununi, nú nýggj leiðsla er komin til. Hetta fyrsta árið fer til at leggja ætlanir fyri størri íløgur, og ovast á breddanum stendur eldraøkið, sum nú eigur tørn Myndir: Jens Kristian Vang Danskar fyritøkur gjalda ikki Nógvar danskar fyritøkur hava ilt við at gjalda tað, sum tær skulu, og tað hevur havt við sær, at tær enda í skrá­ setingini hjá RKI, sum skrásetir tey, sum ikki megna at rinda sína skuld. Ritzau skrivar, at um hálvan januar stóðu næstan 17 prosent fleiri fyritøkur í RKI­skrásetingini enn í januar í fjør. Í meðal skylda fyritøkurnar 35.000 krónur, og tað er meiri, enn meðaltalið hevur verið fyrr. 2008 var eitt ringt ár hjá nógvum donskum fyritøkum, og ikki færri enn 3.856 fóru á húsagang.