Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 sigur hon. - Vit vita enn ikki hvat vendir upp og hvat vendir nið­ur. Alt er so óstabilt, og nógvir leysar endar eru, ið­ vit skulu hava greið­i á. Alla ta tíð­ina, eg havi sitið­ í býráð­num, hevur tað­ bara gingið­ upp og frameftir, sigur Gunvá við­ Keldu. Tey eldru og alter­ nativir bústaðir Hon ivað­ist onga løtu í at taka av, tá valúrslitið­ vísti, at Fólkaflokkurin fekk flestar atkvøð­ur á valinum, við­ henni sjálvari sum topp- skorara. - Eg ivað­ist onga løtu. Eg fekk flestar atkvøð­ur, og eg kendi tað­ sum eina álitis- váttan. Tað­ er eitt álit, sum eg skal liva upp til. Men tíverri verð­ur ikki rúm fyri stóru íløgunum, undanfarna stýrið­ gjørdi. Nú skal strammast í. - Men eg havi hugsað­, at kanska er júst hetta styrkin hjá kvinnunum. At fáa nógv burturúr ongum. Her spælir psykan inn, trúgvi eg. Kvinnurnar tora og duga at arbeið­a uttan at skula vísa vøddar, sum mennirnir ofta gera. Komandi tíð­in er uppløgd at nýta til at leggja ætlanir um stórar íløgur, og hetta fyrsta árið­ skal nýtast til at finna stevið­ í samgonguni. Og borgarstjórin í Klaksvík er ikki í iva um hvør bólkur nú stendur fyri tørni. Tað­ eru tey eldru í samfelagnum, sum eisini hevur verið­ eitt økið­, hon hevur viljað­ stríð­st fyri, með­an hon hevur sitið­ í býráð­num. Seinastu árini hevur kommunan bjóð­að­ út grund- stykki, bygt barnagarð­ og í løtuni er skúlabygging í gongd. Nú standa tey gomlu fyri tørni, og ein av møgu- leikunum er at bjóð­a út alternativan bústað­ til eldri fólk, ið­ ikki orka at taka sær av stóra urtagarð­inum, ella ikki megna trappurnar ella reingerð­ing av mongu rúmunum longur. Og her er tað­ av stórum týdningi at mann letur rætta málbólkin vita, at mann arbeið­ir við­ tí. Eisini er arbeið­sbólkur settur at gera eitt álit um kommunureform. Hetta merkir, at vit innan stutta tíð­, eisini innan eldraøkið­, fáa at vita hvat liggur í kortinum. Her mugu vit vera tilreið­ar, við­ ætlanum um loysn við­víkjandi plássum til røktarheim, ellis- heim, sambýli og øð­rum til eldri. - Tey gomlu í dag eru ikki von við­ at krevja nakað­. Tí er tað­ uppgávan hjá okkum í kommununi at upplýsa tey um at ein loysn er á veg, og lata tey vita at vit arbeið­a fyri tey. Samstarv skal útnyttast Umframt eldraøkið­, saknar borgarstjórin eitt fjølmentað­ hús, sum egnar seg til fram- førslur av ymiskum slag. Eitt konserthøli, sum sam- stundis kann bjóð­a út útbúgving innan tónlist, og kann forbarma seg yvir sjónleikararnar í býnum. Harafturat saknar hon eina yvirornað­a ætlan fyri mið­- býin. Eina ætlan, har rúm er fyri estetikki, og borgarin verð­ur innblandað­ur, eitt nú við­ at skipa fyri borgara- fundum. Somuleið­is heldur nýggi borgarstjórin í kommununi allar dyr opnar fyri samstarvi við­ granna- kommunurnar í arbeið­num at menna kommununa. - Vit mugu duga at útnytta samstarv. Bæð­i við­ granna- kommunur og vinarbýir, og royna at savna tað­ tilfeingi, sum er. Um føroyingar skulu koma aftur, mugu vit samansjóð­a tær eindir, býurin hevur, og gera hann lokkandi. Sum er, stendur fólkatalið­ í Klaksvík í stað­. Fyrst manglað­u grundstykkini, og nú manglar fíggingin. Og borgarstjórin ásannar, at fakliga og fíggjarliga eru ikki somu møguleikar í kommununi í dag. - Men eg eri positiv. Tað­ er givið­, at vit líta á fiski- vinnuna, men vit eru fyrr komin aftur í aftur. Kósin kemur aftur í aftur, spurn- ingurin er bara hvussu. Her hava vit við­ fleiri ókendar faktorar at gera við­ fiska- prísum og veð­ri. Sólin fer eina ferð aftur at skína Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hevur brotið­ upp um armar. Reklamuvirkið­, hon var stjóri fyri og enn eigur part í, hevur lagt saman við­ øð­rum virki, og hon hevur innsæð­, at nýggja starvið­ fer at krevja nógva tíð­ og orku. Vónandi kann hon halda fram við­ sangi- num, sum fyllir nógv í hennara lívi, men hon hevur kortini sligið­ seg til tols við­, at okkurt helst má víkja. - Fyri meg persónliga er tað­ umráð­andi at kunna kobla úr. Tað­ er bara gott fyri høvdið­. Eg trívist ikki við­ at arbeið­a alla tíð­ina. Eg havi seinastu árini sungið­ nógv, og mær dámar væl at ganga túrar og so framvegis. Okkurt fær helst ikki ta tíð­ina, sum fyrr. Men eg má siga, at eg eri spent uppá uppgávurnar, ið­ fylgja við­ borgarstjórastarvinum. Mær hevur altíð­ dámt væl eina góð­a røð­u til dømis. Eg ikki eri nakar garvað­ur røð­ari sjálv, men tað­ lærir mann helst. Fyri meg vil tað­ vera tað­ mest umráð­andi at persónligheitin skínur ígjøgnum í eini talu, heldur enn at lesa eina talu upp, sum onkur annar hevur skrivað­. Gunvá við­ Keldu tekur samanum, og metir tað­ vera gott fyri okkum menniskju at steð­ga á eina løtu. Sleppa tí materialistiska eina løtu. Samstundis kennir hon týdn- ingin av ikki at mála tað­ so svart fyri borgararnar í kommununi, sum júst nú trongja til ein sterkan skipara. - Eina ferð­ fer sólin at skína aftur, sigur Gunvá við­ Keldu. ru eiga tørn 1,9 mió. arbeiðs­ leysir bretar Arbeið­sloysið­ í Bretlandi er nú komið­ upp á 6,1 prosent, og so stórt hevur tað­ ikki verið­ síð­ani í apríl í 1999. Í hesum mánað­inum er talið­ á arbeið­sleysum farið­ upp um 1,9 millión, og tann seinasta mánað­in er talið­ á teimum, sum fáa stuð­ul vegna arbeið­sloysi, vaksið­ næstan 80.000, sigur Sky News. Seinastu tríggjar mánað­irnar eru 225.000 komin afturat á listan fyri arbeið­sleysum bretum. BBC sigur, at arbeið­sloysið­ veksur skjótari millum kvinnur enn menn. Эblaðið aftur á gøtuna í 2009 Tað­ einasta erotiska blað­ið­ í Føroyum kemur nú aftur á gøtuna. Saknurin hevur allarhelst verið­ stórur, men nú er føroyska Ð-blað­i aftur ávegis. Jógvan á Høvdanum yngri váttar fyri Rás2, at hóast Ð-blað­i ikki hevur verið­ útgivið­ í eina tíð­, so er ætlanin at blað­i skal koma út aftur á gøtuna í 2009. Jógvan sigur, at tørvur er á slíkum blað­i, og at undirtøkan hevur verið­ ótrúliga stóra. - Í byrjanini var trupult at fáa kvinnur at verð­a við­ í blað­num, men síð­an tann fyrsta útgávan kom út er hugburð­urin grundleggjandi broyttur, og kvinnur eru meira jaligar nú enn tær vóru í byrjanini, sigur Jógvan á Høvdanum. Enn er ikki greitt júst nær fyrsta Ð-blað­ið­ í 2009 kemur út.