hósdagur 22. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2009
Í gjár var tiltak i Ment
anarhúsinum í Fugla
firði, har pensjónir
og pensjónsreformur
vóru á skránni.
Pensjónsreformurin,
ið hevur verið í
umbúna í eina tíð, varð
vístur fram. Endaliga
uppskotið verður lagt
fram í summar
Eftirløn
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í framtíðini skulu vit arbeiða
longri, hava ein minni grund
upphædd, verða tvungin at
hava persónliga uppsparing
og sleppa at arbeiða, uttan at
missa alla pensjónina, men
ein prístalsjavning av pensjón
unum verður eisini á skránni.
Hetta eru í hvussu so er
høvuðsmálini í uppskotinum
til nýggja pensjónsskipan,
sum ein arbeiðsbólkur við
Kára Petersen, búskaparfrøð
ingi, á odda hevur arbeitt við.
Hetta skal sambært bólkin
um hava við sær, at vit í fram
tíðini hava eina pensjóns
skipan, ið er bílig fyri landið
at reka, men sum samstundis
megnar at syrgja fyri, at tey
uttan pensjón klára seg.
Málið er at tryggja ein
góðan aldurdóm fyri øll á ein
hátt, so landið eisini megna
at lyfta byrðuna, segði Jóan
nes Eidesgaard, fíggjarmála
ráðharri, millum annað. Stór
ur dentur varð lagdur á, at
landið í framtíðini í stóran
mun skal taka sær av teimum,
ið hava lítla persónliga eftir
løn, men hesi skulu verða
heilt fá.
Minka
grundupphæddina
Í dag er ein grundupphædd
á fólkapensjónini, sum verð
ur nýtt til útrokningar av
ymiskum øðrum tingum.
Ætlanin í løtuni er eisini at
grundupphæddin skal hava
so stórt virði, at fólk kunnu
yvirliva við henni. Í fram
tíðini skal henda minka,
samstundis sum viðbøturnar
til tey, ið hava tørv á almanna
pensjón skulu vaksa.
Eitt av argumentunum fyri
hesum er, at tey, ið longu
hava eina góða privata pen
sjón skulu fáa minni frá
landinum.
Pensjonistafelagið hevur
hinvegin hug at venda
málinum á høvdið.
Vit kunnu ikki liva við,
at grundupphæddin minkar
fyri okkum. Hon verður
nýtt til at rokna ymiskt út,
og hon merkir eisini, at øll
fáa líka nógv, segði Sigvald
Kristiansen,
formaður
í
Føroya Pensjónistafelagið.
Kári Petersen greiddi í tí
viðfangi frá, at pensjónirnar
sambært reforminum skulu
skrúvast saman soleiðis, at
tey, ið hava tørv á pen
sjónum skulu fáa pensjónir.
Lønarjavning
av pensjón
Pensjónsskipanirnar
eru
ikki reguleraðar síðan 1999,
og tað merki, at pensjónistar
í veruleikanum hava minni
pening um hendi, tá prís
talið er vaksið seinastu
tíggju árini.
Í framtíðini skulu pen
sjónirnar prístalsjavnast, so
mann megnar at fylgja við
tíðini. Seinni er ætlanin, at
pensjónirnar skulu lønar
javnast soleiðis, at pensjón
irnar ikki fylgja við prístal
inum, men við ymisku
lønarbroytingunum.
Ein onnur grundleggjandi
broyting í reforminum, er, at
vit í framtíðini eisini skulu
gjalda eftirløn meðan vit eru
í almennum skipanum sum
ALS og barnsburðarfar
loyvir og so framvegis.
Hægri pensjónsaldur
Samstundis sum fólk gerast
eldri og eldri, so skal pen
sjónsaldurin
somuleiðis
hækkast. Tað er í uppskotin
um ein ætlan, har pensjóns
aldurin veksur við einum
mánaði um árið. Hetta skal
síðani avroknast tíggjunda
hvørt ár, soleiðis, at pensjóns
aldurin í 2029 verður 68 ár, í
39 verður 69 ár, í 49 verður
70 ár og so framvegis.
Vit síggja, at tey eldru
verða betri og betri fyri, og
tí kunnu vit gera soleiðis,
samstundis sum landið spar
ir pening, tí tað eru umleið
700 fólk, ið gerast pensjón
istar um árið, segði Kári
Petersen. Tó legði hann aft
urat, at ætlanin er at demma
uppfyri soleiðis, at tey, ið
longu eru so mikið slitin, at
tey ikki kunnu arbeiða fáa
møguleika at fara á pensjón
fyrr.
Hetta líkaði ikki summum
í salinum, sum vístu á, at
Føroyar longu hava ein av
hægstu pensjónsaldrum í
heiminum, og tað tí verður
løgi at hækka hann.
Gjalda egna eftirløn
Á fundinum kom eisini
fram, at tað eru summir
bólkar gjalda øgiliga lítið
fyri ikki at siga onki í egna
pensjónsuppsparing. Talan
er serliga um fólk uttan fak
feløg umframt limir í Fiski
mannafelagnum,
sum
gjalda heilt lítið. Stemning
urin á fundinum var, at
hetta er nakað, sum skal
broytast.
Endaliga uppskotið um
pensjónsreformin
verður
lagt fram í summar. Ætlanin
var eisini, at Sonja Jógvans
dóttir, forkvinna í Samtak,
skuldi eftir ætlan eisini vera
á fundinum, men hon hevði
forfall. Á fundinum vóru
eini 90 fólk, sum mest vóru
í eldra endanum, men yngri
fólk, ið reformurin veruliga
fer at ávirka vóru eisini á
fundinum.
Pensjónsreformur
á breddan
Ætlan við pensjónsaldri
Fólk skulu arbeiða til tey eru:
68 í 2019
69 í 2029
70 í 2039
71 í 2049
Hetta vil siga, at fólk, ið eru fødd frá 1951 skulu
arbeiða til tey eru 68 ára gomul.
Frá 1961 til tey eru 69.
Frá 1971 til tey eru 70.
Frá 1981 til tey eru 71.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at tey, ið eru 27 ár
og yngri í dag skulu arbeiða, til tey eru 71 ára gomul.
Mest eldri fólk vóru
møtt, tá kjakfundur var
í Mentunarhúsinum
í Fuglarfirði um
pensjónsreformin, ið er í
umbúna
Húsavirðið rapar í Keypmannahavn
Virðið á føstum ognum er minkað nógv í Danmark í seinastuni. JyllandsPosturin skrivar,
at fleiri av teimum, sumn hava sett húsini ella íbúðina tilo sølu, hava verið noydd at skarva
heilt upp í 50 prosent av tí upprunaliga søluprísinum fyri at sleppa av við ognina.Á
heimasíðuni bolig.dk eru fleiri dømi um húsaeigarar, sum hava sett søluprísin 40 prosent
niður fyri at fáa keypara. JyllandsPosturin skrivar, at virðið á húsum og íbúðum er minkað
mest í Keypmannahavn og á Frederiksberg og heldur minni í Århus og Odense.