Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2009 Formaðurin í Føroya Pensjónistafelagið er sannførdur um, at pensjónsreformurin er eitt gott hugskot, men hann metir hinvegin at pensjón­ istafelagið má verja í yvirgangstíðini Pensjónir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Onkur undrast, hví Føroya Pensjónistafelag var umboð­ að á einum kjakfundi, har ein reformur verður umtal­ aður, har endaliga úrslitið ikki ávirkar pensjónistarnar í dag. Hetta hevur Sigvald Kristiansen, formaður, eina greiða meining um. ­ Vit mugu verja okkum í broytingartíðini. Tað ber ikki til, at vit skulu missa pening, og tí mugu vit syrgja fyri at verja okkara eldru í hesi broytingartíðini, ið fer at koma, sigur Sigvald Kristiansen. Verður ongin yvirgangstíð, har ein til­ laging verður gjørd, so merkir hetta, at pensjónist­ arnir í dag fáa minni í pen­ sjón, enn tey fáa í løtuni. Jóannes Eidesgaard, fíggj­ armálaráðharri tekur undir við pensjónistafelagnum, at broytingartíðin verður tað tyngsta. ­ Tað er altíð soleiðis, at tá mann ger broytingar, so er tíðin, tá broytingarnar henda tað tyngsta. Hetta hava vit sæð fleiri ferðir áður, sigur Jóannes Eides­ gaard. Vit eru einstaklingar Eisini vísir Føroya Pensjón­ istafelag á, at tey halda tað vera óheppið, at tað er ein vansi at vera giftur, tá talan er um pensjónir. ­ Vit gjalda øll skatt sum einstaklingar, og tað mesta av samfelagnum er innrætt­ að til einstaklingar. Tí halda vit tað vera óheppið, at gift fólk skulu fáa minni pen­ sjón og verða revsaði av giftarmálinum, um annar parturin velur at arbeiða, staðfestir Sigvald Kristian­ sen. Sambært upprunaliga útkastinum hjá arbeiðsbólk­ inum skuldi hetta ikki broyt­ ast, men í uppskotinum, sum tað fyriliggur nú, so verður tað soleiðis, at pen­ sjónistar verða mettir sum einstaklingar, og ikki sum nú, har eitt gift par verður mett at vera ein eind. Vit skulu verja skiftistíðina Tá nýggi pensjóns­ reformurin veruliga fer at gera mun, er lítil møguleiki fyri, at hann kemur at ávirka pensjónistarnar í dag. – Hetta eigur at áhuga yngri fólk og ikki pensjónistarnar so nógv, sigur Kári Petersen, sum er í arbeiðsbólkinum, ið arbeiðir við pensjónsreforminum Pensjónir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ætlanin er, at pensjónsre­ formurin skal setast í verk um heilt stutta tíð, men tað vísir seg, at hann ikki veruliga hevur nakra ávirk­ an fyrr enn um nøkur ár. ­ Tað vísir seg, at eldri fólk hava størsta áhugan fyri pensjónsreforminum, men hann kemur at ávirka fólk, ið eru ung nógv meira enn tey eldru. Vit tað fer til dømis ikki at ávirka tey, ið hava verið hørm um, at pen­ sjónsaldurin fer at hækka. Heldur verða tað yngru fólkini, ið fara at arbeiða longri. Hinvegin er tað eisini soleiðis, at tá vit løgdu upp­ skotið fram fyri fakfeløg­ unum, so vísti tað seg ikki veruliga, at hetta uppskotið við at hækka pensjónsaldurin órógvarði teg so nógv, sigur Kári Petersen. Langtíðarloysn Verður hesin pensjónsre­ formurin settur í verk, so er talan um eina loysn, ið kemur at merkja, at mann lóggevur eini 40 ár fram í tíðina. Kári Petersen heldur tó uppá, at hetta ikki verður nakað politkararnir eru bangnir fyri. ­ Hesin reformurin er nakað mann er noyddur at gera. Verður onki gjørt, so verður skatturin so høgur, at fólk fara at flyta av land­ inum og enn færri skatt­ gjaldarar verða. Orsøkin til, at vit mugu gera hesar grundleggjandi broytingar­ nar er, at vit mugu hava eina pensjónsskipan, sum kann vera nøktandi, sam­ stundis sum hon ikki skap­ ar ein ov stóra byrðu á sam­ felagið, vísir Kári Petersen á. Sambært framrokningum verða tað í 2050 eini 13.000 fólk yvir 65 ára aldur í Føroyum, í mun til eini 7.000 í dag. Pensjónsreformur er ikki fyri pensjónistar Kári Petersen, búskaparfrøðingur, greiðir frá, at vit eru noydd at gera ein pensjónsreform, fyri at sleppa undan einum ógviliga stórum skattatrýstið Sigvald Kristiansen, formaður í Føroya Pensjónistafelagið, metir, at ein týdningarmikil partur av pensjónsreforminum verður at syrgja fyri, at eldri fólk, ið eru gift, verða mett at vera einstaklingar Tíma ikki at vera veiðimenn Tey ungu í Grønlandi hava lítlan hug at taka við sum veiði­ ella fiskimenn, sigur KNR. Orsøkin er, at veiðimannalívið er heldur baldrut, og minkandi kvotur og fellandi prísir økja ikki áhugan hjá tí yngra ættarliðinum at ganga í fedranna fótasporum. Qaerngaq Nielsen, sum hevur verið veiðimaður alt sítt lív, sigur við grønlendska kringvarpið, at tá Men í dag ræður hann nsínum abbabørnum frá at fara somu leið, tí framtíðin er alt ov ótrygg, sigur hann við KNR.