Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 15 - 22. januar 2009 ] HM-støðurnar Bólkur A d v j t mál +/- stig 1 Frakland 4 4 0 0 141-84 57 8 2 Ungarn 4 3 1 0 126-88 38 7 3 Slovakia 4 2 1 1 124-96 28 5 4 Rumenia 4 2 0 2 118-107 11 4 5 Argentina 4 0 0 4 97-121 -24 0 6 Australia 4 0 0 4 60-170 -110 0 Bólkur B 1 Kroatia 4 4 0 0 140-89 51 8 2 Svøríki 4 4 0 0 136-88 48 8 3 Spania 4 2 0 2 144-103 41 4 4 Suðurkorea 4 2 0 2 116-103 13 4 5 Kuwait 4 0 0 4 76-151 -75 0 6 Kuba 4 0 0 4 80-158 -78 0 Bólkur C 1 Týskland 4 3 1 0 117-93 24 7 2 Pólland 4 3 0 1 123-101 22 6 3 Russland 4 2 1 1 113-109 4 5 4 Makedonia 4 2 0 2 109-106 3 4 5 Tunesia 4 1 0 3 107-117 -10 2 6 Algeria 4 0 0 4 89-132 -43 0 Bólkur D 1 Danmark 4 4 0 0 135-93 42 8 2 Noreg 4 3 0 1 134-91 43 6 3 Brasilia 4 2 0 2 106-133 -27 4 4 Serbia 4 2 0 2 123-117 6 4 5 Egyptaland 4 1 0 3 85-104 -19 2 6 Saudi Arabia 4 0 0 4 78-123 -45 0 Armstrong flutti tyrlu Spenningurin hevur verið stórur, men fram til í nátt hevði Lance Armstrong ikki veruliga sýnt gomlu styrki sína, nú hann við luttøkuni í Tour Down-Under er í ferð við sítt comeback á hjólhestinum. Á triðju etapuni í gjár var hann tó partur av einum útbroti, og hetta vakti stóran ans. Ein tyrla fylgdi við tí, sum fyrifórst, men tá Armstrong helt trýstið frá hesari órógvað súkklararnar, gav hann fyriskiparunum boð um, at tyrlan skuldi burtur, og hetta eydnaðist eisini hjá amerikanska súkklukonginum. City skilir einki Hóast ørandi upphæddir stóðu honum í boði, so fer brasilski Kaka ikki til enska Manchester City. Og sambært brasiliumanninum ganga nógv ár, áðrenn Manchester City verður nakað stórfelag. – Har var eingin teirra, sum hevði ánilsi fyri, hvat teir í veruleikanum vildu. Og satt at siga havi eg fingið eina byrðu av mínum herðum, nú samráðingarnar endaðu uttan úrslit, sigur Kaka sambært italskum miðlum. Danmark og Svøríki vunnu tryggar sigrar Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo So blivu tey norðurlendsku hagtølini brotin í HM endaspælinum í Kroatia. Noreg tapti tepurt 26-27 ímóti Serbia í bólki D. Serbia førdi 12-10 í hálv- leikinum. Seinastu løtuna tóku norðmenn málverjan út, og spældu við 7 monnum úti fyri at kunna tryggja sær tað eina stigið, men Erlend Mamelund gav bóltin burt- ur, og so fór tann royndin í vaskið. Í annaðkvøld kl. 19.15 møtast Danmark og Noreg. Í sama bólki vann Danmark ein tryggan 26-17 sigur yvir Egyptalandi. Støðan í hálvleikinum var 12-7 til Danmark. Danski venjarin, Ulrik Wilbek var væl nøgdur við danska verjuspælið og málverjan Kasper Hvidt, men hann helt ikki, at álopið riggaði nóg væl. Lars Christiansen gjørdist toppskjútti við 7 málum. Svøríki vann 30-19 á Kuwait í bólki D. Hálvleiks- støðan var 17-9 til Svøríki. Úrslitini í gjár : Bólkur A: Ungarn-Argentina 31-20 Australia-Rumenia 20-40 Slovakia-Frakland 26-35 Bólkur B: Kuba-Suðurkorea 26-31 Kroatia-Spania 32-22 Svøríki-Kuwait 30-19 Bólkur C: Makedonia-Týskland 23-33 Algeria-Russland 28-29 Pólland-Tunesia 31-27 Bólkur D: Saudi Arabia - Brasilia 24-26 Danmark-Egyptaland 26-17 Noreg-Serbia 26-27 Noreg snávaði ímóti Serbia Tað var munur á andlitsbráunum í báðum legunum eftir dystin. Her síggja Kári Nielsen og Sámal Joensen alt annað enn nøgdur út, meðan grønlendsku starvsfelagar teirra hava munandi lættari við at finna smílið fram Mynd: Álvur Haraldsen Nøgdur við fyrra hálvleik Toppskjúttin á føroyska liðnum, Sámal Joensen, sigur seg vera væl nøgdan við fyrra hálvleik í gjár. - Vit standa okkum væl undan steðginum. Vit hava ferð á bóltinum og hugflog í álopspartinum. Eftir hvíldina verður spælið ov einstáttað, meðan alt riggar hjá teimum, sigur Sámal Joensen, sum í alt skjeyt átta av føroyskum málunum. - uni Takkar fyri gestablídni Rasmus Larsen, sum í løtuni umboðar danska Otterup, takkar føroyingunum fyri gestablídni undir dystinum. - Eg meti, at um vit spældu um stig í dag, høvdu vit fingið ein torførari og meira fysiskan dyst. Eg kann ikki annað enn takka føroyingunum fyri gestablídni, staðfestir Rasmus Larsen brosandi. Rasmus Larsen leikti í gjár sín landsdyst nummar 87 fyri Grønland. Tað sjáldsama er, at Grønland tilsamans hevur leikt 87 landsdystir í hondbólti. - uni Sámal fekk krampa Tað kom dátt við hjá føroyska liðnum, at toppskjútt- in Sámal Joensen noyddist at taka seg aftur einu løt- una í seinna hálvleiki. Orsøkin var, at vestmenn- ingurin fekk krampa í tjúkkan. Tað tók broddin av føroyska álopsspælinum, sum annars riggaði væl í fyrra umfarinum. - uni Ov lítið hugflog - Vit tapa seinna hálvleik við átta mál- um, eftir at vit vunnu fyrra við fimm málum. Tað er sjálvandi ikki nøktandi. Soleiðis sigur Janus Sørensen, sum skjeyt trý av føroysku málunum í gjár. Hoyvíkingurin staðfestir, at glottar vóru á føroyska liðnum undan hvíldini. - Tað er ov lítið hugflog í álopsspæli- num eftir steðgin. Verjan stóð ikki eins væl, og avrikið sum heild er ikki í lagi. Tað riggar væl hjá okkum í løtum í fyrra hálvleiki, og tað er sjálvandi posi- tivt. Sigurin hjá Grønlandi var uppibor- in, men tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri, staðfestir Janus Sørensen. - uni Ørskapurin manglaði Jakob Andreassen, grønlendski landsliðsvenjarin, staðfesti, at grøn- lendska liðið var í stórum trupul- leikum í fyrra hálvleiki. - Vit mangla ørskap undan steðgi- num. Men í seinna umfarinum verður betri, og vit taka av møgu- leikunum. Men vit eru sera væl nøgdir. Liðið er sera ungt og í stór- ari menning. Vit høvdu bara 10 leikarar við í ferðalagnum, og vit hava allir havt ein frálíkan dag í Føroyum. Vónandi verður hetta gjørt aftur, sigur Jakob Andreassen, grønlendski landsliðsvenjarin, í stuttari viðmerking. - uni Mistøkini kostaðu Kári Nielsen, annar av føroysku venjarunum, staðfestir, at mistøkini kostaðu dýrt í seinna hálvleiki. - Vit gera ov nógv mistøk eftir steðgin. Vit misnýta fleiri upplagdar møguleikar, og spælið riggar heldur ikki serliga væl. Hevur úrslitið nógv at týða? - Sjálvandi vildu vit vinna. Men vit vildu samstundis síggja allar leikararnar á vøllinum. Úrslitið kemur heldur ikki óvart á meg, tí grønlendskur hondbóltur er í stórari menning. Tað vóru tó fleiri glottar í dag. Í fyrra hálvleiki umstillaðu vit okkum væl og hildu avtalurnar, sigur hann. Kári Nielsen staðfestir eisini, at tað kom dátt við, at Sámal Joensen noyddist at taka seg aftur í seinna hálvleiki. - Hann var ein støðug skothóttan allatíðina. Og tá Finnur Hansson og Áki Mørk ikki reiðuliga raktu dagin, merktist tað væl, greiðir Kári Nielsen frá og leggur afturat, at tað var týðiligt, at Grønland hevði leikarar, sum spæla í bestu donsku deildini. - uni