hósdagur 22. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 15 - 22. januar 2009 ]
Føroyska landsliðið
spældi ein fínan fyrra
hálvleik, men eftir
steðgin fall spælið
fullkomuliga saman,
og talan kundi eins
væl verði um veruligt
stórtap
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað byrjaði annars so væl.
Føroysku hondbóltsharrar
nir vóru mest sum flúgvandi
fyrsta góða hálva tíman í
dystinum móti Grønlandi,
og tá farið varð til steðgin,
vóru okkara menn framman
fyri við fimm málum.
Men so gekk alt galið.
Endaliga úrslitið av dyst
inum mikukvøldið varð, at
Grønland vann ein tryggan
3330 sigur í einum dysti,
har eingin veruligur spenn
ingur
var
um
útfallið
seinasta lítla korterið.
Góða løtan
Tað vóru fleiri orsøkir til, at
okkara menn byrjaðu dystin
somikið væl.
Ein teirra var heilt víst, at
tær báðar fyrstu skoringar
nar komu frá ávíkavist
høgra og vinstra veingi. Tað
bar við sær, at grønlendingar
alt fyri eitt máttu halda eina
ávísa breidd í verjupartinum.
Og so var longu nógv vunn
ið fyri okkara viðkomandi.
Sámal Joensen slapp væl
framat við síni skotstyrki,
og plássið á strikuni gjørdist
eisini heilt gott. Verjuspælið
hekk eisini væl saman, og
tá Lars Black í málinum so
eisini stóð ein sera góðan
dyst, gekk dysturin spaku
liga tann vegin, at føroy
ingarnir skuldu vinna ein
tryggan sigur.
Og ikki minst var tað
gleðiligt at síggja, at okkara
nú vóru teir, sum revsaðu
mistøkini hjá mótstøðuni.
Nakað sum annars hevur
verið beint tvørturímóti teir
dystir, sum landsliðið hevur
spælt í undankappingini.
60 minuttir
Tað skuldi tó vísa seg at
vera ein trupulleiki, at
okkara menn skuldu spæla
meira
enn
tann
eina
hálvleikin.
Tí hóast fyrsta løtan av
seinna hálvleiki eisini gekk
so
hampuliga
væl,
so
megnaði okkara lið als ikki
at byggja víðari upp á hetta
eftir steðgin.
Undan dystinum varð
annars hildið, at tað fór at
koma okkara monnum til
góðar, so hvørt sum dysturin
leið, at grønlendingar bert
høvdu 10 mans við í hóp
inum til Føroya. At breiddin
hjá mótstøðuni fór at halta,
so hvørt minuttirnir gingu á
talvuni.
Men onkursvegna gjørd
ist støðan so beint tann
øvuta. Fysiskt vóru grøn
lendingarnir betur fyri enn
okkara, og stutt inn í seinna
hálvleik gearaðu teir av
álvara upp. Møðin gjørdist
sjónlig hjá okkara, sum
misnýttu fleiri møguleikar
á rað, og sjey úrslitaleys
føroysk álop bóru við sær,
at gestirnir vunnu seg upp á
javnleik.
Og hóast okkara gjørdu
eina roynd at svara aftur, so
eydnaðist hetta ikki. Sein
astu ferðina, Føroyar vóru
omaná, var eftir, at Høgni
Klein hevði sett bóltin í
netið til 2322, men tá stóð
skriftin mest sum málað á
vegginum.
Og í veruleikanum kundi
talan blivið um stórsigur.
Nakrar bjargingar frá Lars
Black seinastu løtuna og
tvey kanónskot frá Sámali
Joensen móti dystarenda
minkaðu munin niður í trý
mál, men nóg mikið til
pynta um myndina var hetta
tó ikki.
Stabilitetur
Júst Sámal og Lars vóru
annars teir av føroysku spæl
arunum, sum stóðu sterk
astir í myndini á degnum.
Tað í sjálvum sær er
sjálvandi at fegnast um,
men tað er ikki nøktandi, at
sveiggið í føroyska avrik
inum er somikið stórt, sum
tað var í gjár. Bæði millum
einstøku spælararnar, men
serstakliga var tað tanka
vekjandi, at botnstøðið í
spælinum
fall
somikið
nógv, sum tað gjørdi tað
eftir steðgin.
Ein orsøk til hetta er heilt
víst, at okkara menn ikki
hava somu altjóða avbjóð
ingar, sum grønlendingar
so leingi hava havt, og tí er
ov sjáldan, at spælararnir
veruliga hava spælt undir
trýsti
í
samfullar
60
minuttir.
Hinvegin kundi dysturin
mikukvøldið eisini bent á,
at orkan ikki var til staðar í
nóg stóran mun. Var hetta
frágreiðingin,
so
er
trupulleikin lættur at loysa,
men stóri spurningurin er tá
heldur, hví hann ikki langt
síðani er loystur.
Føroyar-Grønland 30-33 (19-14):
Dumpaðu eftir steðgin
Føroyar – Grønland 30-33 (19-14)
Málskjúttar
Føroyar: Sámal Joensen 8, Agnar Joensen 5, Áki Mørk 5
(3), Høgni Klein 4, Janus Sørensen 3, Áki G. Olsen 2, Finnur
Hansson 1, Tróndur Kragesteen 1, Esbern Patursson, Janus
Einar Sørensen, Josef Abrahamsen, Lars Black (má), Levi
Nybo (má)
Grønland: Minik Dahl Høegh 7(2), Andreas Lorenzen 6,
Miilo Rosing 5, Jacob Laursen 5, Anguitmmarik Kreutzman
3, Danny Brandt 3, Rasmus Laursen 2, Akutaaneq Kreutz-
man 2, Muusa Ostermann Søholm, Jens Bang (má)
Brotskøst: 3/3 – 2/2
Útvísingar: Føroyar 1: Agnar Joensen – Grønland 2: Jacob
Larsen, Rasmus Larsen
Dómarar: Eyðun Samuelsen – Andreas F. Hansen (Føroyar)
FAKTA um dystin
Tottenham vunnið seg í finaluna
Tottenham verður mótstøðuliðið hjá Manchester United í Carling Cup
finaluni. Tað varð staðfest í gjárkvøldið, tá liðið endaði omaná eftir seinnu
hálvfinaluna móti Burnley. Men tað var tætt við, at Premier Leaguefelagið
varð eyðmýkt. Tottenham vann greitt 41 í fyrra dystinum millum liðini.
Men á heimavøllinum hjá Burnley, vann heimaliðið við trimum málum
móti ongum eftir 90 minuttum. Men í longdu leiktíðini skoraðu russiski
Roman Pavlyuchenko og enski Jermaine Defoe, soleiðis at Tottenham
samanlagt vann 64, víðari luttøku.
Jones vil aftur til Føroya
Tað kom óvart á fleiri, at David Jones í august í fjør,
varð uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá ÍF. Innhýsis
trupulleikar høvdu við sær, at partarnir máttu steðga
samstarvinum. Men bretski venjarin vónar, at hann aftur
verður at síggja í føroyskum fótbólti. Sjálvandi vil eg
aftur til Føroya, um nakað felag er áhugað. Eg meti meg
framvegis hava nakað at prógva, sigur David Jones.
Agnar Joensen fekk gott rásarúm, tá føroyska
álopsspælið hevði bæði breidd og brodd fyri steðgin,
men eftir steðgin gjørdist arbeiðsumstøðurnar á
strikuni munandi verri
Mynd: Álvur Haraldsen