hósdagur 22. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2009
21
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eftir hvíldina verður spælið ov einstáttað,
meðan alt riggar hjá teimum
Sámal Joensen, Føroyar
Skal metast eftir
spurnarkanning
á heimasíðuni hjá
Sosialinum, er
eingin ivi um, hvønn
føroyingar vilja
hava sum nýggjan
landsliðsvenjara
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at tað í gjár varð
staðfest, hvørjir teir tríggir
seinastu kandidatarnir til
landsliðsvenjarastarvið eru,
varð ein sonevndin quick-
poll løgd á netið, har lesar-
arnir hjá Portalinum og
Sosialinum kunnu greiða
atkvøðu um, hvønn av teim-
um trimum venajrakandi-
datunum tey ynskja til
landsliðsvenjara.
Starvsnevndin hjá FSF
skal seinnapartin í dag taka
støðu til, um teir fara til
samráðingar
við
Colin
Calderwood,
Flemming
Serritslev ella Luka Kostic,
men skal metast eftir at-
kvøðugreiðsluni, er eingin
sum helst ivi um, hvør er
fremsta ynskið til sessin.
Klokkan 11 í dag høvdu
1.600 fólk greitt atkøvðu,
og av hesum ynskja 62%, at
nýggi
landsliðsvenjarin
eitur Colin Calderwood.
Flemming Serritslev hevði
tá fingið 22% av atkvøð-
unum og Luka Kostic hevði
16% av atkvøðunum.
Nú skulu slíkar kanningar
á netinum sjálvandi altíð
takast við ávísum fyrivarni,
men við somikið stórum
tali av atkvøðum og somikið
greiðum prosentbýti er lítið
at ivast í, at kanningin í
stóran mun endurspeglar
eina almenna áskoðan.
Sum partur av Oyggja
leikafyrireikingunum
fara tríggir føroyskir
kastarar í næsrum til
Svøríkis, har nøkur av
heimsins bestu fræslu
ítróttafólkum eisini
hava sína dagligu
gongd
Frælsur ítróttur
Tíðindaskriv
Týsdagin, 27. januar, fara
frælsu ítróttarfólkini, Randi
Kúrberg, Rógvi Højgaard
og Heri Ziska til Vaxjø í
Suðursvøríki at venja í eina
viku. Har fara svenski lands-
liðsvenjarin í spjótkasti og
maðurin, sum millum annað
venur heims- og olympiska
meistaran í diskuskast, at
leggja lag á.
Millum heimsins
bestu
Kastarnir venja miðvíst her
heima í Føroyum alt árið,
men tað er sera gevandi at
fáa nýggj eygu at hyggja at
tí tekniska partinum av
kastinum. Hetta er orsøkin
til, at avgjørt er at fara til
Vaxjø, har venjast kann
innandura og í einum frælsa-
umhvørvi, har støðið er
sera høgt høgt. Eitt nú kann
nevnast, at í felagnum venja
Carolina Kluft (heimsins
besti 7-kempari hjá kvinn-
um í nógv ár) og Magnus
Arvidssen (ein av heimsins
bestu spjótkastarum). Hóast
tað primera við vitjanini
her og nú er at menna kast-
arnar fram móti komandi
oyggjaleikunum, har málið
er heiðursmerki til allar, so
er ein fyrimunur við túri-
num, at tey trý, sum øll eis-
ini eru venjarar í Hvirluni,
fáa íblástur til, hvussu
venjing kann skipast.
Framúr venjarar
Teir báðir venjararnir, sum
koma at leggja lag á, eru
Jonas Mellblom, sum eisini
legði lag á seinastu tvey
árini, tá kastarnir vóru í
Vaxjø.
Hin venjarin er íslend-
ingurin, Vesteinn Hafsteins-
son, sum í løtuni venur Gerd
Kanter, ið er verandi heims-
og olympiskur meistari í
diskuskasti. Vesteinn vandi
annars eisini Joakim Olsen,
sum í seinastuni er meira
kendur sum dansari, tá
Joakim í meir enn eitt ár lá
sum nummar eitt á heims-
styrkilistanum í kúlustoyti
og vann sær heiðursmerkir í
øllum teimum stóru altjóða
meistaraheitunum.
Madrid
vil hava
Wenger
Florentino Perez
vil aftur hava
valdið í Real
Madrid. Hesa ferð
við Arsene Wenger
og Cesc Fabregas
sum agni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Florentino Perez í
2000 vann sær valdið
sum forseti í Real
Madrid, var tað við lyfti
um, at hann skuldi fáa
Louis Figo til felagið.
Tað lyftið helt hann,
og nú hevur sami maður
aftur engt við stórum
lyftum, nú hann aftur
roynir at vinna sessin í
kongaliga felagnum, nú
Vicente Calderon hevur
tikið seg aftur eftir
álvarsligu
ákærurnar
um mutur.
Hesa ferð er lyftið, at
Arsene Wenger verður
settur sum venjari í
felagnum, og afturat
sær skal franski fót-
bóltsprofessarin
fáa
Cesc Fabregas og Kaka
sum nøvnini, sum eitt
nýtt ættarlið av Galac-
ticos skal byggjast um.
Tvær
ferðir
áður
hevur Arsene Wenger
sagt nei takk til sessin
sum venjari í Real
Madrid. Men hesa ferð
er lyftið samstundis, at
eingin
ítróttarstjóri
verður
settur
fyri
Predrag Mijatovic, sum
fer úr sessinum, og at
Wenger tí fær munandi
størri vald enn nakar av
undanmonnum hansara
í Real Madrid.
Fólkið vil hava Calderwood
Florentino Perez vil nú
aftur hava valdið í Real
Madrid
Í læru hjá teimum bestu
Stendur tað til lesarar hjá Portalinum og
Sosialinum er eingin ivi um, at FSF skal royna
at fáa skotska Colin Calderwood í føroyska
landsliðsvenjarasessin
Mynd: Polfoto/AP