Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eg haldi ikki at eg veit um nakran, sum leitar sær á barr einsamøll. Spurningurin er so, hví gera vit ikki tað ? hvat er so kiksað við at fara einsamøll á barr, at tað nærum aldrin kemur fyri? Við hesum spurningunum í huga fór eg einsamøll á eina barr í Havnini, men sjálvsagt við einari bók í taskuni, eittans fyri at tryggja mær, at tað ikki bleiv alt ov kiksað. Eg kom inn í barrina, setti meg niður við eitt borð – uttan teldu, bók ella fartelefon í hondini – og hugdi í menu kortið. Keypti mær síðani eina stóra veðr. Heilt erligt, hvat er verri enn ein einsamøll kvinna á einari barr við einari STÓRARI VERÐ? Men fyri at mítt eksperiment skuldi rigga, so noyddist eg at keypa veðr, tí onkursvegna er tað ok at drekka kaffi einsamøll – men øl, mega kiksa. Fólk komu inn, og eg føldi bara hvussu tey hugdu eftir mær, og ímyndaði mær at tey hugsaðu “hví er handan gentan einsamøll ? hevur hon ongar vinir?”. Allarhelst bara tvangstankar, men hóast alt byrjaði eg at blíva reyð í andlitinum, og flóv yvir, at fólk skuldi halda, at eg ongar vinir hevði. Aftaná ein góðan tíma MÁTTI eg taka mína bók fram, tí tá vóru alt ov nógv fólk komin á barrina, og eg føldi meg veruliga sum ein tapara! Skilji í veruleikanum ikki hví, men tað er okkurt kiksað við at sita einsamøll og drekka øl við sær sjálvum, meðan øll onnur á barrini hava onkran at práta við. Tað hevði annars verið feitt um tað var púra náttúrligt at fara á barr einsamøll. Ímyndi tykkum hvussu deiligt tað hevði verið, um man aldrin noyddist at bíða eftir vinkonunum, ella sita heima tí vinkonurnar Akkurát Tann Dagin skuldi hygga sær saman við sjeikinum ? Tað hevði verið lekkurt, men mín niðurstøða er tann, at tað er barasta for kiksað at sita “ene og alene” við sínari øl, tó við nøkrum undantøkum sum til dømis við einari teldu ella kanska einari skúlabók? Blogga: Kiksað at verða einsamøll! Skráin fyri Rás 2 Jóhan Petur Morgunsendingin – fríggjamorgunin kl. 11.05 Jóhan Petur Johannesen, lærari er gestur. Hann greiðir frá tíðini hann var við ”Mercy Ships” Hósdagur 22. jan. 15:00 Tíðindi 15:10 Rock-balladir 16:00 Tíðindi 16:05 Bilradio 17:00 Tíðindi 17:15 Tónleikur 18:30 Tíðindi 18:45 Tónleikur 21:00 Orð á leiðini 21:30 Tónleikur 00:00 Liðugt Fríggjadagur 23. jan. 07:00 Tónleikur 08:00 Bilradio (e) 09:00 Morgunsendingin 10:05 Morgunsendingin 11:00 Tíðindi 11:05 Morgunsendingin 12:00 Tíðindi 12:15 Hittónleikur 13:00 Ynskiløtan – Send eina heilsan umvegis www.ras2.fo 15:00 Tíðindi 15:10 Vikuskiftissending 16:00 Tíðindi 16:05 Vikuskiftissending 17:00 Tíðindi 17:15 Vikuskiftissending 18:30 Tíðindi (e) 18:45 Tónleikur 21:00 Tónleikasending hjá Heimamissiónini 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Leygardagur 24. jan. 07:00 Tónleikur 13:00 Bilradio (e) 14:00 Vinnurasin (e) – Jan Müller leggur til rættis 15:00 Vinstra Víkiskilda – Barbara og Tjóðhild 16:00 Vinstra Víkiskilda 17:00 Tónleikur 21:00 Halleluja – Andrew Djurhuus og Heine Lutzen leggja til rættis 00:00 Liðugt Sunnudagur 25. jan. 07:00 Gospel tónleikur 10:00 Úr skjáttuni (e) – Evni: Missiónsvikur. Frants Jensen leggur til rættis 11:00 Tónleikur 11:30 Á Torginum (e) 13:00 Tónleikur 20:00 Reflex (e) – Ungdómssending hjá Heimamissiónini 21:00 Kelduvaðið 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt