Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 16 - 23. januar 2009 Kringvarp Føroya kunngjørdi í morgun broyt­ingar í skránni. Broyt­ingarnar hava millum annað við sær, at­ lurt­arasendingin hjá Elisi verður flut­t­ og longd við einum t­íma seinnapart­in, og Morgunlest­urin missir sína endursend­ ing. Framyvir skal skráin hanga bet­ur saman, er grund­ gevingin kringvarp Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í morgun kunngjørdi leið­ arin fyri miðladeildina hjá Kringvarpinum, Allan Dals­ garð fyri lurtarunum, at broytingar frá og við mána­ degnum fara at merkja skránna hjá Kringvarpi Før­ oya. Morgunlesturin, sum fyrst verður sendur klokkan 07.00, verður ikki longur endursendur klokkan 10.00. Í staðin verður hann lagdur út á netið. Ctrl E, sum higar­ til hevur havt senditíðina týsdag til fríggjadag millum 15­17.00, kann nú eisini hoyrast millum 10­12.00 fyrrapart. Elis verður fram­ yvir partur av seinnaparts­ skránni, og kunnu lurtarar tískil ringja til hansara eftir døgurða. Ikki bert tann eina tíman, men við tveimum. ­ Endamálið við hesum broytingum, er at fáa meir samanhang í innihaldið í skránni. Ein roynd at halda uppá lurtaran. Lurtarin skal fáa meir fyri pengarnar er hugskotið, sigur Allan Dals­ garð, leiðari fyri miðladeild­ ina hjá Kringvarpi Føroya. Tað, at leggja lurtarasend­ ingina hjá Elisi Poulsen beint eftir døgurða, er ikki fyri at leggja seg uppat Rás2, sum hevur Ynski­ løtuna á skránni millum klokkan 13­15.00. ­ Tað hevur einki við tað at gera. Vit hava gjørt nakr­ ar brúkarakanningar, sum vísa at ein steðgur er í skrán­ ni frá klokkan 10.00. Tað er ikki sendingunum tað er galið við, men skránni, sigur leiðarin fyri miðla­ deildina hjá Kringvarpi Før­ oya. Ein av sendingunum, ið ikki passar inn í morgun­ skránna hjá Kringvarpinum, er endursendingin av Morgunlesturinum. Sum nevnt verður hann í staðin lagdur á netið, har allar sendingar framyvir skulu leggjast. Leiðarin fyri miðla­ deildina sigur, at hetta er úrslit av skerjing og menn­ ing á stovninum, og at ætlan­ in er at víðarimennað skrán­ na. Kringvarp Føroya fer framvegis at senda í 24 tímar um døgnið, men ætlanin er at hava sendingar um náttina, heldur enn bert at senda tónleik. Kring­ varpið er byrjað uppá nýggja sending við live konsertum frá Roskilde festivalinum, og í næstum kemur nýggj tónleika­ sending á skránna, umframt at dokumentarsendingar eru settar á skrá longri frammi. Vetrarútsølan byrjar leygardagin 24. jan. kl. 9.00 Opið er frá kl. 9-16 Skráin skal hanga betri saman Brúkarakanningar hjá Kringvarpi Føroya staðfesta, at steðgur kemur í hjá lurtaranum fyrrapart. Tískil má endursendingin av Morgunlestrinum klokkan 9.50 víkja, Ctrl E verður send bæði fyrrapart og seinnapart, og Elis fær ein tíma afturat og verður fluttur til eftir døgurða. Savnsmynd