Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 16 • 23. januar 2009 Umborð á bátinum Contender, sum mikukvøldið lá við bryggju í Runavík, hittu vit av tilvild ein skota og ein portugisa, sum fiska gággur og selja tær til útróðrarmenn Tað var tómligt við Beta- bryggj­una hj­á Runavíkar havn mikukvøldið, tá vit koyrdu fram við. Einki skip lá við bryggj­una, har landingarmiðstøðin er. Stundum eru fleiri skip inni og landa í senn - ella dag um dag, men so kunnu eisini dagar ganga, har einki skip er. Soleiðis var mikukvøldið. Í ytru havnini lógu nøkur skip, men har var einki fólk at síggj­a. Eitt av donsku sj­óverkuskip- unum lá á ytru síðu heilt úti á pierinum, og á innaru síðu uttar- laga á pierinum lá ein sandbátur. Innari lá onkur línubátur, og inni ímóti molakrókinum lógu fýra av teimum seks skipunum, sum Føyroya Banki í fj­ør heyst keypti á tvingsilssølu, Fj­alshamar, Nón- hamar, Safir og Smaragd. Aftrat hesum lá okkurt skip við bryggj­una undir fiskavirkinum hj­á Faroe Seafood, og við syðra enda av bryggj­uni lá onkur útróðrarbátur. Her var einki at heinta hj­á blaðmanninum, tí einki menniskj­a sást við bryggj­ukantin. Leiðin bar nú yvir á Rókakaiuna, tey rópa. Hetta er bryggj­an fram við maskinverkstaðnum Mekanik í Runavík. Nú vaks forvitni, tí tekin vóru um lív umborð á einum 50 tonsara, sum lá við bryggj­u. Skipið var merkt TG 321, so hetta var eitt skip úr Suðuroy. Hetta gj­ørdi ikki forvitni minni, tí skip sunnaneftir av hesi støddini eru ikki so vanlig norðanfyri. Ein j­eepur stóð á bryggj­uni, og okkurt lj­ós sást skína út úr messuni. Eg fór úr bilinum, hugdi oman móti skipssíðuni. Umborð á bátinum, sum annars var útgj­ørdur til snellufiskiskap og hevði línuspæl frammi móti bakkanum, lógu toskarhøvd í kassum, og frammi á ristini við línuspælið lógu nakrar feskar gággur. Ein undarlig samanseting, snellur og feskar gággur, hugsaði eg. Inn gj­øgnum kúgvaeyga sást nú í knokkin á tveimum monnum, sum sótu við borðið í messuni og fingu sær at eta. Teir sóu meg, og annar kom nú út í hurðina og beyð mær innar. Skj­ótt skilti eg, at hvørgin teirra var føroyingur. Annar líktist føroyingi í útsj­ónd, meðan hin hevði eitt myrkari dæmi og kundi verið suðurevropeari. Ein skoti og ein portugisi, báðir fyrikomandi og fryntligir á at líta. Inni í lítlu, men hugnaligu messuni sótu teir og fingu sær at eta. Skotin hevði keypt sær grillmat, helst í Shawarma á Høgabóli, og portugisin sat og skar sær nøkur súrepli í pettir. Skotin, Joe Nicholson, sum hevur búð í Vági í eini 10 ár, kom fyrstu ferð til Føroya fyri fleiri árum síðan við skipum, sum komu higar at landa. Seinni búsetti hann seg í Vági, har hann eisini kom við gamla Heygadrangi, sum tá kallaðist Orcades Viking, ið plagdi at leggj­a fisk upp í Vági. Portugisin, sum kom til Føroyar í fj­ør heyst, kom tá úr Íslandi, har hann hevur arbeitt í meira enn trý ár. – Eg eigi bátin Contender, sum er ein eldri føroyskur útróðrar- bátur, ið hevur havt fleiri nøvn undan hesum, sigur Joe. Sambært Skipalistanum er Contender bygdur úr eik í Frederikssund í Danmark í 1941 og er merktur stívliga 50 BRT. Millum nøvnini, sum báturin áður hevur havt, eru Dúgvuberg, Óluvant. Líggj­as, Sigatindur og Skálafossur. Báturin hevur ræðisavmarking og er skrásettur sum stuttleika- bátur. – Vit fiska gággur við bátinum og selj­a tær til útróðrarmenn. Útróðrarmonnum dáma væl at hava feska gággu til agn, tí teir siga, at hon fiskar meira fisk við toskaskræðu. Sum skilst á skotanum, royna teir her norðuri á leiðini, tí her er marknaðurin fyri at sleppa av við gágguna størri. – Í Suðuroy er lítil útróður, og har er soleiðis heldur eingin marknaður, leggur hann aftrat. Joe sigur, at teir verða tríggir mans við Contender, og um nakrar dagar kemur eisini ein íslendingur heim at fiska gággur saman við teimum. Hann verður triði maðurin umborð. Sum skilst á Joe, kendust hann og portugisin ikki, men hesin er komin til Føroya um eitt felag, sum tekur sær av at útvega fólk til føroyska arbeiðsmarknaðin. Portugisin er blíður, og vit spyrj­a hann eftir eksotiskum frítíðarplássum í Portugál. Eg lati hann vita, at eg tvær ferðir havi verið í Portugál, seinni ferðina í Algarve. – So hevur tú helst verið í Albufeira, er hann skj­ótur at siga – og rætt gitti hann. Eg steðgaði eina góða løtu umborð hj­á skotanum og portugisanum, men áðrenn eg fór, gav eg teimum eitt eintak av bókini “UMBORÐ – søgur um siglandi”, ið er sprottin úr greinarøðini “Umborð” í Sosialinum. Teir vóru báðir fegnir, og Joe Nicholson byrj­aði beinanvegin at blaða í bókini. Tá hann hevur búð í Føroyum í eini 10 ár, kendi hann sj­álvsagt nógvar av monnunum, sum eru umrøddir í bókini, eins og hann kendi andlitið á Olgu Thomsen úr Hvalba, sum hevur siglt um Suðuroyarfj­ørð fyri Strandfaraskip Landsins tað mesta av einum hálvum mansaldri. Eg takki teimum báðum fyri hugnaligt prát og blíðsskap og ynski teimum góða gágguveiði. umborð Teir fiska gággur við Contender Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Ein skoti og ein portugisi, sum fiska gággur til føroyskar útróðrarmenn, og í mikukvøldið fingu teir eina bók at stytta sær stundir við, meðan teir bíða eftir líkindum Mynd: Vilmund Jacobsen Joe Nicholson kom í sínari tíð til Føroya at landa, og hetta endaði við, at hann búsetti seg í Suðuroy, har hann nú hevur búð í eini 10 ár Mynd: Vilmund Jacobsen