fríggjadagur 23. januar 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2009
3
Leiðari til Statoilstøðina í Gundadali
Hevur tú evnini og førleika at leiða eina av okkara
størstu Statoilstøðum, hevur tú nú møguleikan at
søkja spennandi og avbjóðandi leiðarastarvið á
Statoilstøðini í Gundadali.
Arbeiðið umfatar m.a:
• dagligu leiðsluna av Statoilstøðini
• at leiða og menna starvsfólki
• at tryggja at tænastan altíð er góð
• at tryggja at vørur altíð eru á hyllunum
Tú verður partur av einum leiðaratoymi av 12
Statoilstøðum kring landið.
20 fólk eru knýtt at Statoilstøðini í Gundadali. Tú
hevur tilvísing til sølu- og marknaðarleiðaran á
Statoil Føroyar.
Umsøkjarin:
Fyri at kunna røkja starvið best møguligt, rokna vit
við, at:
• tú hevur útbúgving og/ella royndir innan
detailhandil ella líknandi.
• ert fyrikomandi
• hevur góð samstarvsevnir
• er tænastusinnað/ur
• kann arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri
persónligari og fakligari menning.
Møguleikar eru fyri at luttaka á skeiðum.
Lønin verður sett eftur royndum og útbúgving.
Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og
royndir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
16. februar og skulu sendast til:
P/F Mentir (Statoil Føroyar)
Postboks 3098, 110 Tórshavn
frámerki “Leiðari til Statoilstøðina í Gundadali”
ella við telduposti til hwa@statoil.fo
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Hans Waag, sølu- og marknaðarleiðara á
tel 34 35 35.
Allir umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Endamálið hjá Statoi Føroyar er at veita brúkarunum kring Føroyar oljuúrdráttir, og eitt nevt og gott vøruúrvæl. Vit stremba eftir
at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av okkara fremstu málum. Fyri Statoil arbeiða
umleið 150 fólk.
sansir.fo
Høvuðsarbeiðsuppgávur:
• Allar vanligar bókhaldsuppgávur
• Lønaravrokning
• Telefonavgreiðsla
• Vanligt skrivstovuarbeiði
Førleikakrøv:
• Hóskandi útbúgving og royndir á økinum
• Kunnleiki til bókhaldsskipanina Navision ella líknandi
skipan er ein treyt
• Góður kunnleiki til føroyskt og enskt mál
Persónligir eginleikar:
• Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Álítandi og fyrikomandi
Løn:
Lønin verður ásett eftir avtalu við atliti at royndum og
útbúgving.
Virkisøkið:
Virkisøkið er P/F Supply Service og onnur atknýtt feløg
innan fi skivinnu, fastogn o.a. Arbeiðsstaðurin er í Leirvík.
Umsóknir:
Sendið skrivliga umsókn við avritum av prógvum og
viðkomandi skjølum til:
P/f Supply Service
Kulibakki 8
Postboks 59
520 Leirvík
Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 13. februar 2009.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Eru spurningar um starvið, vinarliga ringið til Sólruna
Poulsen á tel. 614900.
Um P/F Supply Service
P/F Supply Service er offshoreparturin av samtakinum
P/F Sjóborg, ið hevur rikið reiðaravirksemi síðan 1970.
Felagið byggir í løtuni tríggjar nýbygningar av slagnum
Havyard 832 CD. Skrivstovan hjá P/F Supply Service er
í Leirvík og er góðkend við ISO 9001, ISO 14001 og
OHSAS 18001.
SKRIVSTOVUFÓLK TIL P/F SUPPLY SERVICE
P/F Supply Service í Leirvík søkir eftir skrivstovufólki til fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.
FO-520 Leirvík
Faroe Islands
Tel +298 61 49 00
Fax +298 44 33 49
www.supplyservice.fo
P/F Supply Service