Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 Tá tað kemur til gransking skal okkurt serligt til, fyri at føroyingar sleppa upp í part í Ev­ropa. Tó eru aðrir møguleikar, enn júst ev­ropisku tilboðini. NORA og NPP gev­a nev­niliga føroyingum møgu­ leika fyri hugskots­ menning, umframt, at framúrskarandi hugskot altíð hav­a møguleika InnovatIon Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár var tiltak í Miðla­ húsinum í Vágsbotni, har hugskotsmenning og møgu­ leiki fyri fíggjarligum stuðli frá ymiskum grunnum vóru lagd fram. Ov fáir stólar vóru tiltakið, har NORA, FPP og sjeynda rammu­ skráin greiddu frá ymisku møguleikunum fyri stuðli til menning av føroyskum hugskotum og gransking. Eftir fundin vóru ymisk sjónarmið førd fram. Mill­ um annað vísti ein av áhoyrarunum á, at føroy­ ingar hava ilt við at fáa stuðul í sjeyndu rammu­ skránni, tí Føroyar ikki hava nakran atlimaskap í ES. Hinvegin eru møgu­ leikarnir hjá føroyingum at koma inn í ES sum sníkar, við okkara støðu, sum danskir ríkisborgarar at seta dótturfeløg á stovn í einum evropiskum landi, ella skal hugskotseigarin vinkla hug­ skotið til eitt evropiskt enda­ mál. NORA Norrønt Atlantssamstarv, ið NORA verður nevnt á føroyskum, hevði fyrsta uppleggið, har greitt var frá freistum og øðrum, ið er at finna á heimasíðuni hjá NORA. Tað, sum NORA sær sum sína styrki, er, at føroyingar hava allan møguleika at vera við, bara hugskotið er gott nokk. Hinvegin er upphæddin ikki so øgiliga stór, sum mann kann fáa í stuðli til ein verkætlan. Í mesta lagi 500.000 krónur, og egin­ fígging skal vera helvtin. Eisini er eitt krav, at minst tvey NORA­lond eru við í ætlanini. NPP Northern Perefieri Program minnir ikki sørt um NORA, men grundleggjandi mun­ urin er, at NPP letur møgu­ leikan upp fyri breiðari samstarvi, enn júst londini í økinum. Eisini eru eitt vet fleiri lond, við í NPP enn í NORA. Eisini er møguleiki fyri meiri peningi. Upp til 3 mió evrur, um tað er eitt høvuðshugskot. Tað eru longu fleiri føroysk hugskot, hava fing­ ið studning frá NPP. FP7 7 rammuskráin verður tað nevnt av granskingar­ ráðnum. Talan er um eina ætlan um hugskotsmenning í Evropa. Grunnurin hevur heilt nógvan pening, og kann tí stuðla stórum verk­ ætlanum. Einasti trupul­ leikin er, at tað er so torført at sleppa upp í part. Bogi Hansen, oceano­ logur, er ein, ið hevur fingið stuðul frá hesum grunni, og orsøkin til tess er, at hann gjørdi eina gransking, ið kann nýtast aðrastaðni enn í Føroyum og bara kundi gerast av honum. Allir hesir grunnar foku­ sera uppá umleið somu vinnugreinar. Ferðavinna, flutningur, lívfrøði og kunn­ ingartøkni eru vinnugreinar, ið føroyingar hava størst møguleika at fáa stuðul til, frá hesum ymisku grunn­ um. Hugskotsstuðul til føroyingar Fremstu føroysku hugskotsmennararnir vóru umboðaðir í Miðlahúsinum, tá greitt varð frá møguleikum við stuðli til at fremja hugskot í verki Mynd: Jens Kristian Vang John D. Olsen frá granskingarráðnum greiddi frá risaupphæddunum, ið sjeynda rammuskráin kann geva framúrskarandi føroyskum ætlanum Mynd: Jens Kristian Vang SkrivStovufólk NSR-tænastan í Tórshavn søkir eftir skrivstovufólki. uppgávur · vanligt skrivstovu­ hald og skrivara­ uppgávur · telefonavgreiðsla · skjalaskráseting · samskifti við viðskiftafólk førleikakrøv · hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir · tænastusinni · góðan kunnleika til føroyskt · góðan telduførleika · góð samstarvsevni vit bjóða Eitt áhugavert, fjøl­ broytt og sjálvstøðugt starv við skiftandi uppgávum, herímillum samstarv við skúlar, dagstovnar, ráðgevar, Sernámsdepilin og tænastueindirnar. NSR­tænastan í Tórs­ havn er nýggj deild undir Sernámsdepli­ num, og tú verður við til at skipa og byggja upp virksemið saman við starvsfeløgunum. Sernámsdepilin fer í næstum at arbeiða við elektroniskari skjala­ handfaring. Upplæring fæst í hesi skipan. Setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv og verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðs­ gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. umSóknir Send umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skjølum til nSr-tænastuna frælsið 30, postboks 3150 110 tórshavn ella til nsr@nsr.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í sein­ asta lagi 30. januar 2009. Starvið verður sett skjótast til ber. Fleiri upplýsingar fáast við at venda tær til Harriet Hansen, sam­ skipara, tlf. 212055, harriet@nsr.fo. Sernámsdepilin veitir sernáms frøðiliga ráðgeving til børn og ung frá 0–18 ár. NSR-tænastan hoyrir undir depilin og er skipað í øki kring landið. Sí www.snd.fo. NSR-tænastan er stytting fyri náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingartænastuna hjá Sernámsdeplinum. SeRNámSdepiliN SnD