fríggjadagur 23. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 23. januar 2009
Vikuskifti
4
Eitt serligt 20 ára
skeið er endað í
føroyskum fót
bólti. Harley
Bertholdsen sum
hevur spælt við
besta liðnum hjá
KÍ, árini 1988
2008, fer ikki at
tørna út fyri
besta liðið hjá KÍ
aftur
Skrivarin hevur leitað sær norður
til hølini hjá Sosialinum og Rás2
í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.
Stutt aftaná eg havi sett meg inn
í skrivstovuna, trínur ein høgur og
rankur maður innar í hølini. Ikki
sæst á honum, at hann skjótt fer
um tey 40 árini, og at hann hevur
verið partur av besta liðnum
hjá KÍ í samfull 20 ár. Maðurin
er blíður og fyrikomandi sum
altíð. Dygdir sum røkka langt í
dagliga lívinum, og eisini tá ein
skal selja dygdargóða máling.
Fyrsti spurningurin til Harley
Bertholdsen, er sjálvsagt hví
hann hevur valt at gevast á besta
liðnum hjá KÍ? Harley er ivaleysur
í svari sínum: - Nú er man komin
upp í árini, tað er ikki tí skaðar
arga, men eg havi bara valt at
gevast. Aldurin spælir eisini inn.
Harley fer skjótt um tey 40, og
sum hann sigur við egnum orðum:
- Tað er sjálvsagt lættari at siga,
at ein er í 30-unum, enn at siga,
at ein er 40 ár. Harley viðgongur,
at tað kridlar eitt sindur í honum,
tá hann koyrir framvið Injector
Arena á Djúpumýru: - Talan er
um eitt gott umhvørvið, og ein
treivst væl í hasum umhvørvinum.
Onkuntíð fer ein at ynska seg
aftur, serliga summarkvøldini.
Barlastin, sum Harley hevur
fingið, sum ítróttarmaður hevur
eisini hjálpt handilsmanninum
Harley: - Ein lærir, at ein skal
ongantíð geva upp. Harley hevur
bygt sær eitt stórt kontaktnett,
við at hava spælt í bestu
fótbóltsdeildini í 20 ár: - Eg vil
siga, at ein hevur fingið nógvar
vinir ígjøgnum fótbóltin. Tá fólk
koma inn í handilin hjá Harley,
sum eitur ”Norðoya Litbúð” er tað
ofta so, at fólk hava hug at beina
prátið inn á fótbólt: - Eg royni
at gera tað handilsliga liðugt
fyrst, áðrenn prátið kemur inn á
fótbóltin. Men Harley undirstrikar,
at hann hevur havt nógv góð
fótbóltsprát inni í handlinum.
Byrjaði 8 ára gamal
Harley var 8 ára gamal,
tá hann byrjaði at spæla
pinkulingafótbólt, sum tað var
nevnt í 1970-unum. Tá í tíðini
byrjaðu kappingarnar ikki fyrr
enn í piltadeildini, tá ein var 10
ára gamal. Árgangurin hjá Harley
er 1969. Sami árgangur sum
legendan Kurt Mørkerø, og tann
eisini væl kendi málverjin, John
William Joensen, sum hevur
verið so beinasamur at læna
okkum myndir til hesa greinina.
Áhugin í skúlaflokkinum hjá
Harley fyri fótbólti var stórur,
og var tað eisini ein avgerandi
faktorur fyri, at Harley sjálvur
fekk so stóran áhuga fyri fótbólti.
Tá í tíðini vóru eisini nógv
býlingalið í Klaksvík, og høvdu
Harley og hinir dreingirnir úti á
Bumshamri eisini sítt býlingalið.
Teir vóru eisini nógv í Víkunum
og spældu fótbólt. Tá var ikki so
nógv gjørt við innandura fótbóltin,
tá Harley var smádrongur, men
hendinga innandura kappingar
vóru, sum Harley tók lut í. Slíkt
var ikki so væl skipað, sum í dag.
Tríggir KÍ-brøður
Yngru brøðurnir hjá Harley, Eddie
og David hava eisini tørnað út
fyri KÍ: - Vit vóru stuðlaðir til at
spæla fótbólt, og foreldrini vístu
okkum altíð áhuga, og tey fylgdu
væl við okkum upp gjøgnum
fótbóltsdeildirnar. Foreldrini,
Malena og serliga Kristian hava
verið at síggja millum stuðlarnar
hjá KÍ, og hevur Kristian eisini
ferðast nógv til útidystirnar
hjá KÍ. Harley heldur, at Eddie
og David góvust ov tíðliga at
spæla fótbólt á høgum støði.
Miðlingurin, Eddie gavst at
spæla fótbólt, tá hann var mitt
í 20-árunum. David hevur verið
sjómaður, og hevur tí ongantíð
gjørt so nógv við fótbóltin, sum
evnini hava rokkið til. Millum
túrarnar hjá Skálaberg, hevur
David tó gjørt vart við seg á 2. liði
hjá KÍ. David slapp at royna seg á
1. liði í einum ólavsøkudysti. Um
miðlingin sigur KÍ-veteranurin:
- Eddie var kanska tann tekniskt
besti av okkum trimum, og tann
besti spælarin av okkum. Harley
er ivaleysur í hesi metingini.
Góður árgangur
Fyrstu ferð Harley gjørdist
Føroyameistari var í
smádreingjadeildini í 1982. Teir
møttu HB í finaluni. Aftaná tveir
dystir og umdyst var framvegis
javnt, og farast mátti til
brotssparkskapping, sum Harley
og liðfelagarnir vunnu aftaná, at
liðini høvdu tikið 9 brotsspørk í
part. Millum mótstøðumennirnar
í HB, var verjulegendan, Jan
Dam, Bjarni Mikkelsen og Ivan
Weihe, sum var eitt stórt talent
hjá HB. Harley vann aftur FM við
smádreingjaliðnum hjá KÍ í 1983.
Tað gjørdist ikki so dramatiskt
hetta árið. Harley og liðfelagarnir
vunnu kappingina við einari
Ítróttarprofilur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Myndaútvegari: John William
Joensen
Ein sneis við góðum
upplivingum
Ein ungur Harley Bertholdsen í nærdysti