fríggjadagur 23. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2009
5
Kundin í miðdepilin, er týðandi mál í
Tryggingarfelagnum Føroyum. Ein liður í at
røkka hesum máli er, at øll skaðaviðgerð
er miðsavnað á eini deild í Tórshavn, fyri
á henda hátt at tryggja eina fakliga góða
og einsháttaða viðgerð av skaðum. Til hesa
deild verður søkt eftir leiðara.
Arbeiðsøkið er fjølbroytt og spennandi. Tað fevnir í høvuðs-
heitum um at hava dagligu leiðsluna av skaðaviðgerðini
og teimum starvsfólkum, sum har starvast, og styrkja
kundatænastuna innan skaða, soleiðis at kundin í øllum
viðurskiftum fær eina góða tænastu.
Uppgávurnar fevna m.a. um
> at leiða og fordeila arbeiðið viðvíkjandi øllum privatum
og vinnuligum skaðum
> at hava dagligu starvsfólkaábyrgdina av áleið 12
starvsfólkum og skiftandi næmingum
> at taka avgerðir í serliga truplum málum
> at støðugt dagføra arbeiðshættir og mannagongdir innan
skaðaviðgerð
Vit vænta
> at tú hevur hug og evnir at ganga á odda, og ganga
nýggjar leiðir
> at tú hevur lætt við at samstarva, og dugir at fáa
starvsfólk at virka væl saman sum eina eind
> at tú ert tænastusinnað/ur
> at tú megnar at taka avgerðir og fremja hesar í verki
> at tú ert fyrikomandi og fryntlig/ur
Fyrimun hevur umsøkjari sum
> hevur leiðsluroyndir
> hevur løgfrøðisliga útbúgving ella royndir
> er væl fyri tryggingarfakliga.
Lønar-og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið
Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í
Føroyum. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið,
kanst tú seta teg í samband við Helga L. Petersen,
deildarstjóra á tlf. 34 56 00 ella við at senda teldupost til
hlp@trygging.fo.
Umsóknarfreistin er 30. januar 2009 kl. 12.00.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal
sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
ella umvegis www.trygging.fo
Leiðari til Skaðadeildina
sansir.fo
FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar, sum
Føroya Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Marknaðar- og
produktdepilin hevur ábyrgd av produktum og tænastum og skal
tryggja, at hesi verða marknaðarførd á besta hátt.
Vit kunnu bjóða einum komandi starvsfelaga eitt spennandi
arbeiðspláss, har avbjóðandi uppgávur og menningarhugur
eru í hásæti. Tann, sum fær starvið, fær møguleika at seta sítt
sjálvstøðuga merki á arbeiðið og fer at arbeiða saman við dugnaligum
starvsfólkum.
Arbeiðið fevnir um at:
• Samskipa menningina av okkara heimasíðum
• Samskipa og framleiða tilfar til heimasíðurnar, soleiðis at tær eru
greiðar, dygdargóðar og kundavinaligar
• Dagføra heimasíðurnar
• Kunna starvsfólkini á Føroya Tele um okkara produktir og tænastur
umvegis intranetið
• Gagnnýta heimasíðurnar á ein slíkan hátt, at tær skapa meirvirði
fyri fyritøkuna
Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið:
• Dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga
• Hevur royndir í ella hugskot til at menna innihald á heimasíðum og
í at brúka heimasíður til at røkka málbólkum
• Hevur lætt við at gera hugskot til veruleika og sær møguleikar
heldur enn forðingar
• Dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, verkætlanum og tíðar-
freistum
• Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Hevur viðkomandi útbúgving
Umsóknir og starvsviðurskifti
Starvið verður sett sum skjótast. Lønin verður eftir avtalu.
Tú fært meira at vita um starvið frá Jónhild Rasmussen, leiðara á
Marknaðar- og produktdeplinum, á tel. 243302 ella á jr@ft.fo. Eisini
ber til at venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030.
Umsóknir við CV og avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu
vera starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 10. februar 2009 og skulu
sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella til:
starvsfolkadeildin@ft.fo
Heimasíðusamskipari til FT Samskifti
Til Marknaðar- og produktdepilin á FT Samskifti søkja vit
eftir einum starvsfólki, sum fær ábyrgdina av at menna
og dagføra innihaldið á heimasíðunum hjá Føroya Tele.
FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privatkundar og vinnukundar, alt
GSM-samskifti og øll staðarútgerð til fastnettelefoni og breiðband. Í felagnum starvast gott hundrað fólk. Tænastur frá FT Samskifti
verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.