fríggjadagur 23. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 23. januar 2009
Vikuskifti
5
málúrtøku uppá 144-0. Finalurnar
ímóti LÍF vunnu teir samanlagt við
18-0. Harley plagar ikki at taka
ógvusliga til orðanna, men hann
er ivaleysur í, at tað er eitt met,
sum ikki verður tikið. Umframt
John William og Kurt Mørkerø,
so var m.a. Jákup Mikkelsen á
liðnum tá. Tá var hann útispælari.
Harley dámar betri skipanina
í yngru deildunum í dag, at
javnbjóðis mótstøðulið møtast.
Ov stóru ójavni var millum liðini
í yngru deildunum fyrr. Liðið
hjá Harley var eisini sterkt í
dreingjadeildini, men tá mistu teir
eitt FM-heitið, orsaka av einum
skriviborðsfeili. Tað vóru rættiliga
nógvir av teimum í 1980-unum,
men tað er eisini bøtt uppá hetta
í føroyskum fótbólti. Nú fáa
feløgini bótt fyri slíkar feilir. Tá
komið var upp til unglingaárini,
vóru fleiri dragnaðir frá liðnum,
so árgangurin gjørdist ikki so
sterkur í unglingadeildini. Tá
Harley var 17 ár kom tann fyrsti
graslíkisvøllurin í Føroyum. Ì
1988 varð graslíkið lagt á vøllin
í Klaksvík, og meðan arbeiðið
var í gongd, fóru Harley og
liðfelagarnir til Fuglafjarðar,
fyri at venja á tí nýggja
graslíkisvøllinum í Fuglafirði.
Á besta liðið í 1988
Harley fekk sína debut á fremsta
liðnum hjá KÍ í 1988, og var hetta
árið tá KÍ bjargaði sær tilveruna í
1. deild í tí allarseinasta seinasta
dystinum í kappingarárinum,
sum var ímóti NSÍ. NSÍ rakti
yvirleggjaran stutt áðrenn
leiklok, og stóð á gomlum
nøglum hetta árið: - Vit komu
skeivt frá byrjan, tí vøllurin ikki
var liðugur í Klaksvík. Og nógv
av venjingini, var bara renning
á vegunum. Av tí, at vit komu
so illa frá byrjan, so hingu vit í
botninum alt kappingarárið. Men
ungir og góðir spælarar komu
inn í hópin komandi árið, og KÍ
hevði nú ein vøll, har spælandi
var næstan alt árið. Og longu
í 1990 fór veruliga at bragda.
Saman við liðfeløgunum vann
Harley ein knúsandi 6-1 sigur
á GÍ í finaluni í kappingini um
Løgmanssteypið. Sigurin hevði
ovurhonds stóran týdning fyri KÍ
og allar Norðoyggjar. Tí talan var
um fyrsta heitið, sum KÌ vann í
bestu mansdeildini í 18 ár, og var
fagnaðurin stórur, tá teir komu í
land við Ternuni, tá hon legði at í
Klaksvík.
Vunnu FM í 1991
Fagnaðurin gjørdist ikki minni í
1991, tá tað aftaná eina bíðitíð
uppá 19 ár, eydnaðist KÍ at vinna
FM-heitið aftur. Harley var tó
ikki við KÍ frá kappingarbyrjan.
Várið 1991 var Harley á einum
kristnum málskúla í Bournemouth
í Suður-Onglandi. Heimafturkomin
seinast í mai, fór Harley at venja
við KÍ-hópinum. Harley spældi við
2. deild fyrstu dystirnar, men stutt
tíð gekk, so bleiv Harley partur av
1. deildarliðnum hjá KÍ. B36 var
á odda í byrjanini av kappingini,
men so meldaði KÍ seg uppí
gullstríðið við at vinna 3-0 á B36
í Gundadali: - Eg minnist, at vit
vunnu 7 dystir á rað. Talan var
ikki um nakrar stórsigrar. Tað
bleiv togað í land við 2-1 sigrum
og 1-0 sigrum, men tað eydnaðist
so at vinna, meðan B36 meir at
kalla steðgaði upp. Tað kundu vit
so gera okkum dælt av. Vit vunnu
3-0 á B36 her norðuri, og løgdu
okkum á odda tá. So upprann
síðsti leikdagurin í Sarpugerði í
Norðragøtu. Júst sama leikvøllin,
har KÍ misti meistaraheitið í
1983 úr hondum í einum 1-5
tapi ímóti GÍ, og júst í líknandi
illveðri. KÍ tapti aftur, hesaferð
1-2. Allir leikarar og viðhaldsfólk
kundu kortini stórfegnast,
tí núverandi løgmaðurin,
táverandi HB-málverjin, Kaj
Leo Johannesen hevði nakrar
fepurbjargingar í Gundadali,
sum forðaðu B36 í at vinna og
fara avstað við FM-heitinum.
Harley viðgongur, at teir sendu
Kaj Leo nógvar penar tankar tá.
Lagnunnar speisemi vildi tað
soleiðis, at 15 ár seinni, ein
stormfullan heystardag á Mølini
á Eiði spældi KÍ meistaraheitið í
hendurnar á HB, við at vinna 1-0
á EB/Streymi. Soleiðis verður
alt útjavnað við árunum. Um
1991-liðið sigur Harley: - Vit vóru
ungir og svangir, og vit vildu
vinna, og vit høvdu eitt sera gott
samanhald á liðnum. Har vóru
nógvir góðir spælarar, og vit
fungeraðu eisini væl, sum eitt lið.
Undirstrikar Harley. Todi Jónsson
og Jákup Mikkelsen, sum vóru
partur av liðnum gjørdust seinni
danmarksmeistarar.
Fekk leikbann
Men tað er ikki bara FM-heitið,
sum Harley kann seta í samband
Harley við FM-steypinum í 1999
Harley á Molde Stadion í Noregi
Harley og póllendingurin, Marek
Harley við løgmanssteypinum í 1999
➘