Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 16 - 23. januar 2009 Politiið er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Føroyum. Talan er um sjálvstøðug størv við nógvum avbjóðingum. Høvuðsuppgávan hjá løgregluni er í stuttum: · at vera sjónlig og skapa tryggleika, · at fyribyrgja ósemjur og ófrið · at kanna og uppklára · at upplýsa og gera fyribyrgjandi arbeiði Grundarlagið fyri løgregluarbeiðnum er virðingin fyri rættartrygdini. Atlitið til borgaran og samfelagið er altíð í miðdepli- num. Lønin er kappingarfør frá fyrsta degi. Roynd- artíðin er trý ár, eftir tað fært tú fast starv. Møguleiki er fyri rúgvu av serskeiðum og trygdin í starvinum er góð. Møguleiki er eisini at flyta millum deildir og arbeiða ymsastaðni í landinum. Eingi krøv eru um formliga útbúgving ella lívsroyndir. Men tú skalt hava fyritreytir fyri at loysa álagdar uppgávur í samsvari við reglur og virði í samfelagnum og við virðing fyri tí einstaka og rættindum hansara. Vit ynskja eisini eitt hóskiligt býti millum kvinnur og menn. Tú skalt hava fylt 21 ár, hava føroysk- an/danskan heimarætt, hava góða heilsu, vanliga hoyrn og vanliga litsjón, og eisini skalt tú hava koyrikort til persónbil. Umsóknarfreist til upptøkuroyndirnar í vár, er sett til 30. januar 2009. www.politi.fo www.politi.dk www.blivpolitibetjent.dk POLITIIÐ SØKIR EFTIR POLITISTAEVNUM! FØROYA LANDFÚTI Jónas Broncksgøta 17 · Postboks 3018 · 110 Tórshavn · tel 35 14 48 Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið um stuðul og verið við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál! SamVit bjóðar til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkamál. Til endamálið eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk. Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum. Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum SamVit stuðlar við. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av, at verkætlanin er av slíkari stødd, at stuðul kann verða latin. Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virki/feløg ganga saman, hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til. Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski parturin í verkætlanini fær stuðul. Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki. Upplýsingar Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá: s endamáli s kostnaðarætlan s fíggjarætlan s tíðarætlan s samstarvspørtum Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast SamVit á serligum umsóknar- blaði, ið kann takast niður á www.samvit.fo, og sum annars er at fáa frá SamVit. Meira fæst at vita við at venda sær til Per Hansen á tlf. 30 69 00. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 30. januar 2009. Ein millión til at marknaðarføra Føroyar SamVit · undir Bryggjubakka 12 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn Tlf +298 30 69 00 · Fax +298 30 69 01 · www.samvit.fo