fríggjadagur 23. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 23. januar 2009
Vikuskifti
6
við 1991. Hóast Harley er
góðsligari, enn tey flestu, so
gjørdist tiltikna bikarið eisini
ov fult hjá honum. Fáar dystir
undan kappingarloki hevði KÍ
útidyst ímóti B68 á Toftum. Her
hendi tað ótrúliga. Harley varð
vístur av vøllinum! – Ja tað er
ein hending, sum eg ofta verið
mintur á, og helst vil gloyma.
Eg minnist at talan var um ein
ógvuliga javnan dyst. Vit stríddust
við teir, teir vóru likamliga sterkir,
og væl fyri, so vit komu ikki til
nakrar málmøguleikar, og kanska
var tað orsøkin, sum gav mær
órógv í sinnið. Eg leyp so framav,
og hevndi meg inn á ein av
teimum útlendsku spælarunum
hjá B68. Harley er fattur tá hann
greiðir frá hendingini. Hendingin
var víst í ítróttarsendingini í
sjónvarpinum, og fekk nógva
umtalu í fjølmiðlunum og millum
manna. Harley stóð til at fáa
karantenu í 2 leikdagar, men
tá saman um kom, fekk hann
leikbann í ein dag. Boðini komu
rættiliga knappliga frá Peturi
Mohr, sum var venjari hjá KÍ tá, at
hann kundi spæla, longu aftaná
leikbann í ein dag.
Spennandi í 90-unum
Hjá Harley var tað sera spennandi
at verða partur av hópinum hjá
KÍ í 1990-unum. Í 1992 fingu
teir eina spennandi evropeiska
avbjóðing, tá teir spældu Evropa
Cup ímóti lettiska liðnum,
Skonto Riga. Skonto vann 3-0 í
Lettlandi, og 3-1 á Svangaskarði.
Olgar Danielsen skoraði fyri KÍ. Í
1996 hevði KÍ eisini eitt gott lið,
sum vann báðar dystirnar ímóti
fremsta kappingarneytanum, GÍ.
Men tá alt var liðugt, hevði GÍ
ein málmun, sum var eitt mál
betri, enn tann hjá KÍ. Í 1999 var
Tony Paris venjari hjá KÍ, og hetta
árið eydnaðist tað KÍ at vinna
greipuna, og var eisini talan um
eina fantastiska uppliving fyri
Harley. Harley hevur eisini verið í
Ungarn, í Ísrael og í Noregi við KÍ
í samband við Evropa Cup. Aftaná
aldarskiftið hevur tað ikki verið
so spennandi, men Harley hevur
so verið við til at halda KÍ í bestu
deildini. Harley fekk 5 landsdystir
á føroyska A-landsliðnum, men
hann beit seg ongantíð fastan.
Harley spældi sín fyrsta landsdyst
á Ullevaal í Oslo, tá Føroyar
tapti 2-0 í einum venjingardysti
ímóti Noregi. Harley er ógvuliga
sjálvkritiskur um orsøkina til,
at tað ikki bleiv til meira enn
5 landsdystir: - Eg haldi, at eg
havi verið ov veikur. Eg havi ikki
verið ein nóg sterkur spælari.
Og tað krevur meir á grasi.
Men eg hevði eina fantastiska
góða tíð við landsliðshópinum.
Eg var við hópinum til EM-
undankappingina 1994-1995.
Har var gott samanhald, og ein
upplivdi nógv. M.a. í Russlandi,
sum var sera áhugavert. Ein kom
víða við landsliðnum. Men næstu
undankappingina fekk Harley ikki
tíðina at ganga upp við sínum
arbeiði, og valdi hann at gevast
at satsa uppá landsliðið.
Tiltikni dysturin
ímóti MB
Spurdur um hvat hæddarpunktið
hevur verið hesi 20 árini við
besta liðnum hjá KÍ, er Harley
ivaleysur: - Tað hevur verið at
vinna Føroyameistaraheitið og
steypakappingina. Men Harley
vil kortini draga ein tiltiknan
dyst ímóti MB, sum var spældur
kappingarárið í 1990 fram.
– Hetta var tá John Kramer
var venjari. Vit møttu MB á
heimavølli, og vóru aftanfyri
0-3 í hálvleikinum. 2. Hálvleikur
var ikki meir enn byrjaður, so
vóru vit aftanfyri 0-4. Men tá
saman um kom vunnu vit 6-5,
tað var ein fantastiskur dagur.
Øll tustu inn á vøllin aftaná,
tá dysturin var liðugur. Tiltikna
útvarpingin hjá Magna Arge frá
hesum dystinum, er onkuntíð
løgd undir geislan, tá Harley og
liðfelagarnar skulu minnast aftur
á farin avrik. Enn hevur Harley
ikki tikið støðu til, um hann fer
at verða ungdómsvenjari, ella
um hann fer at hava ein annan
leiklut í KÍ. Harley er tó fullvísur
í, at hann verður at finna millum
áskoðarnarnar hjá KÍ á Injector
Arena í framtíðini. Fáum er unt at
spæla í bestu deildini í 20 ár. Tað
er Harley væl unt, sum nú hevur
takkað fyri seg. Miðlahúsið takkar
Harley Bertholdsen fyri tíðina.
Harley sang við á fyrsta KÍ bandinum í 1992
Harley - saman við tveimum KÍ formonnum Svend og Árna - við helli hjá Eliesar profeti í Ísrael
Hesar gaggurnar eru nú lagdar á hillina
Hoyr samrøðuna
við Harley
Bertholdsen á
Rás2, fríggjadagin
30. januar kl. 16.10