Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 Obama kendar sendimenn Barrack Obama segði í nátt, at allir partar eiga at vísa ein góðan vilja fyri at bøta um støðuna í Miðeystri, og hann heitti á Ísrael um at lata markið við Gaza-geiran upp. Beint frammanundan hevði forsetin boðað frá, at hann hevði valt fyrrverandi ST-sendiharran Richard Holbrooke og fyrrverandi semingsmannin Grorge Mitchell til sínar serligu sendimenn í Miðeystri, Afghanistan og Pakistan. Báðir eru kendir semingsmenn. Richard Holbrooke var millum annað semingsmaður í gamla Jugoslavia, og George Mitchell var við til at fáa frið í Norðurírlandi. Bankakreppupakkar í Rás2 Vinnurásin á Rás2 frá týsdegnum verður endursend leygardagin klokkan 14. Hon fer m.a. at snúgva seg um teir bjargingarpakkar, sum eru á breddanum í bæði Danmark og Føroyum og í Bretlandi. Jan Müller tosar við Rúna M. Hansen, stjóri í StatoilHydro, um gongdina í Bretlandi, har bankapakkar eisini eru millum dagsins fremstu mál. Rúni starvast í London í løtuni. Leo Poulsen tosar við forstjóran í Føroya Banka, Janus Petersen um heimliga bankapakkan. Síðani er fjølbroytt skrá í sendingini um ársins leiðaradag, komandi byggimessuna og stuðulsmøguleikar hjá føroyingum til verkætlanir. Rás2 leygardagin klokkan 14. Strandferðslan verður noydd at seta stórar sparingar í verk í ár. Nú verður umhugsað, hvussu tað skal gerast, men tað er stórur vandi fyri, at tað fer at raka bæði vinnulív og ferðafólk StrandferðSla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu sparingar setast í verk á Strandferðsluni. Tað verður neyðugt, nú tað er greitt, at Strandferðsl- an ikki fekk ta játtan á fíggjarlógini fyri 2009, sum ætlanin var. Dánjal Andreasen, stjóri, sigur, at nú verður kannað eftir, hvussu sparingin kann setast í verk. Men undir øllum umstøð- um er vandi fyri, at tað fer at raka bæði ferðafólk og farm. Avmarkaðir møguleikar Tilsamans kemur Strand- ferðslan at mangla 2,9 milli- ónir krónur í ár, sum antin skulu fáast til vega við spar- ingum ella við meirinn- tøkum, ella við eini saman- tvinning av báðum. Men harafturat hanga 2,3 milliónir í leysari luft, sum Strandferðslan kanska eis- ini má finna sparingar ella meirinntøkur fyri. Men hesar 2,3 milliónir- nar er ein upphædd, sum stjórin á Strandferðsluni væntar at fáa í eini eyka- játtan. - Tað er eitt mistak í fíggj- arnevndini, sum hevur gjørt, at hon var skorin burt- ur og tí vóna og vænta vit, at tað verður rættað og at peningurin verður játtaður. Hesar skeivu útrokninga- rnar í fíggjarnevndini førdi við sær, at Strandferðslan fekk ikki 120 milliónir, sum ætlanin var, men bara 118,7. Hendir tað ikki, skal Strandferðslan finna spar- ingar og meirinntøkur fyri 5, 2 milliónir í ár, sigur stjórin. Hækka 10-15% Í næstu framtíð fer Strand- ferðslan at hava fund við Landsstýrið um figgjarligu støðuna fyri at vita, hvussu farast skal fram. Endar tað við, at Strand- ferðslan fær tær 2,3, milli- ónirnar aftur, sum stovns- leiðarin væntar, er tað kortini undir øllum umstøð- um greitt, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum gera raksturin hjá Strandferðsluni áðurnevndu 2,9 milliónir krónurnar bíligari í ár. - Talan er um at spara 1,9 millión í lønarhækkingum, sum politiski myndugleikin ikki hevur lagt upp fyri í fíggjarlógini. Men harum- framt er neyðugt at finna eina millión í øðrum spar- ingum. Tað einasta, sum kann forða fyri, at tiltøk verða sett í verk, er at Landsstýrið eisini játtar stovninum hesa upphæddina, men tað er ikki væntandi. Einasti máti at fáa roknistykkið at ganga upp, er at sera sparingar í verk, ella at hækka inntøkurnar. Sparingar kunnu gerast við at sigla færri túrar. Men tær kunnu eisini finnast við at seta ferðina á skipunum niður. Og her er tað fyrst og fremst Smyril, sum hugsað verður um, tí hann er so stórur, at tað er bara har, at nøkur nevniverd sparing fæst burtur úr. Ein annar máti er at seta prísin á ferðaseðlum upp. - Skulu vit útvega okkum meirinntøkur upp á 2,9 milliónir, sum alt talar fyri at vit mugu, verður neyðugt at hækka ferðaseðlaprísirnar 10% í miðal. Tað merkir, at ein ferða- seðil við Smyrli, sum nú kostar 80 krónur, fer hereftir at kosta 90 krónur. Samstundis fer tað her- eftir at kosta 220 krónur at ferðast við vanligum persón- bili, nú kostar tað 200 krónur. Men ein annar máti er at hækka prísin á farmi 15% í miðal. Ein triði møguleiki er sjálvandi ein samantvinning av øllum hesum møguleik- unum. Neyvan færri túrar Í øllum førum hevur Dánjal Andreasen skilt, at polit- iskur vilji er neyvan til at lækka túratalið aftur. - Tað var tógvið stríð at fáa túratalið hjá Smyrli upp á ta støðið, sum tað nú er á og tær ábendingar vit higar- til hava fingið, er, at tað er ikki politiskur vilji til, at túratalið skal lækka. At seta ferðina á Smyrli niður sparir nógva olju. Men tað er ein møguleiki, sum Strandferðslan longu hevur brúkt. - Smyril er settur til at hava eina tænastuferð upp á 21 míl, men tá ið veður og vindur eru til vildar, verður tikið av motorunum fyri at spara olju, tó so at sigl- ingstíðin skal altíð halda og hvør túrur er roknaður at taka 1 tíma og 55 minuttir. Væntandi er ikki, at ferðin verður lækkað meiri, tí so verða túrarnir við Smyrli ov drúgvir. Men fær Strandferðslan heldur ikki hasar 2,3 millión- irnar í eini eykajáttan, sum fíggjarnevndin hevur rokn- að skeivt, skulu heilt aðrir bollar í súpanina fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, sigur Dánjal Andreasen. Nú sparingar skulu setast í verk á Strandferðsluni, hugsar stjórin nógv um, hvussu vinnulívið í Suðuroy kann sleppa so snikkaleyst sum gjørligt StrandferðSla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hendan næsta tíðin skal brúka at eina nágreini- liga viðgerð fyri at vita, hvussu tey skulu spara ella finna meiri inntøkur fyri at raka ferðafólk og vinnulív minst møguligt. Sum tað sæst í greinini omanfyri, skulu sparingar setast í verk á Strandferðsl- uni. - Tað verður mest ferða- fólk og vinnulív í Suðuroy, sum hetta fer at raka og tískil skulu tiltøkini, sum verða sett í verk, verða ser- stakliga væl umhugsað fyri ikki at raka privata brúkaran og vinnulívið í Suðuroy harðari enn allar hægst neyðugt, sigur stjórin á Strandferðsluni. - Vit vilja helst sleppa undan at hækka prísirnar, men spurningurin er bara, hvat vit verða noydd til, leggur hann afturat. Fastur oljuprísur Ein máti at fáa játtanina at halda, er sjálvandi at oljan lækkar alsamt, men er vandamikið at dúva upp á tað og at arbeiða upp á ein væntaðan vinning, tí lækkar oljan ikki, mugu enn størri inntriv gerast seinni í ár. Men í hesum sambandi roynir Strandferðslan nú at fáa eina avtalu við oljufelag- ið um ein fastan prís restina av árinum, so at stovnurin veit akkurát, hvussu stórar oljuútreiðslurnar verða. - Nú sveiggini í oljuút- reiðslunum eru so stór, hevði tað verið ein stór hjálp í arbeiðnum, at leggja raksturin til rættis, tí sum er, broytist oljuprísurin so nógv, at tað er sera tórført at meta um frammanundan, sigur Dánjal Andreasen. Raka vinnulívið sum minst Dýrari at sigla við Strandferðsluni Strandferðslan skal spara pengar í ár og nú leggja tey høvdið í blot fyri at vita, hvussu tað kann gerast uttan at raka ferðafólk og vinnulív óneyðuga hart