fríggjadagur 23. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 23. januar 2009
Vikuskifti
7
5. januar andaðist mætasti yrkjarin í
Danmark, Inger Christensen. Hon varð
fødd í 1935. Ikki var tað ein sjálvfylgja, at
Inger gjørdist yrkjari. Foreldur hennara vóru
arbeiðarar, men hon vísti rættiliga tíðliga,
at hon var so mikið væl fyri málsliga, at
leiðin sum yrkjari var vís. Hon gjørdist
fólkaskúlalærari við læraraskúlan í Århus.
Eftir hetta arbeiddi hon í fýra ár sum
lærari, til hon í 1964 fór at skriva fulla tíð.
Í 1962 debuteraði hon við yrkingasavninum
Lys. Síðani hevur hon skrivað o.u.
20 bøkur. Flest øll yrkingasøvn, men
eisini barnabøkur, ritroyndir, sjónleikir
og skaldsøgu. Hon er mest kend fyri
systemyrkingarnar. Hesar ógvuliga
kompaktu yrkingar, sum eru bygdar á ymisk
system úr støddfrøðini og úr bókmentum.
Inger Christensen verður mett at vera
yrkjarin, ið hevur havt størstan týdning
fyri danskan lýrikk. Hon er umsett til
eini tjúgu tungumál, og tá ið teir báðir
Jerome Rothenberg og Pierre Joris góvu út
mammutverkið, Poems for the Millenium,
volume 1, 2 og 3 á knappar 3000 blaðsíður,
var Inger við. Hetta sigur, at hon hevur
verið ein av størstu yrkjarunum í farnu øld.
Í mong ár hevur hon verið í uppskoti til at
fáa virðisløn Nobels fyri bókmentir.
E
g hitti Inger í Tallinn í 2001, hagar eg
varð boðin á ein poesifestival. Hóast
hon tá var 66 ára gomul, var hon altíð fyrst
á fótum og síðst í song. Morgunmaturin
var ein blá Cecil og eitt glas av hvítum víni.
Vit lósu upp saman á Tjóðbókasavninum
og í einum sjónleikarhúsi. Hon skein av
bókmentagleði og hugsavnan.
Næsta kvøldið vórðu vit bæði og íslendska
skaldið Sjón boðin út at eta saman við
danska konslinum í Tallinn. Sum ungt skald
millum slíkar risar var eg lítillátin. Bilur
kom eftir okkum á hotellinum. Matstovan
var eitt gamalt sjónleikarhús, har teir
ovastu í KGB plagdu at hugna sær. Hølið
var ógvuliga hugnaligt og vit fingu borð
á miðjum gólvið, við útsýni til ein tóman
pall. Konsulin var fyrrverandi marinari og
hevði verið í Føroyum. Kona hansara var
minst tríati ár yngri enn hann, snotilig
og smæðin. Tagdi, tá ið maðurin talaði.
Ringdi heim til barnagentuna í heilum at
kanna um alt gekk, sum tað skuldi. Úti við
síðurnar í hølinum vóru settir upp básar
við tjøldum, ið kundu dragast fyri, so at
gestirnir kundu sita í friði og náðum. Har
høvdu KGB ovastarnir sitið og hugnað sær
við kvinnuligum selskapi og havt týðandi
loynifundir um njósnaraupplýsingar úr
vestri.
E
g var í Tallinn um ta tíðina, tá ið valið
var í Føroyum. Fullveldissamgongan
hevði mist gongulagið og vinglaði millum
avgerðir um fólkaatkvøðu ella ikki.
Konsulin visti sjálvandi nógv um føroyskan
politikk og um fullveldisstríðið. Sjón helt
fyri, at tað var sára lætt. Tað var ikki ein
spurningur um at búgva í skúrinum hjá
mammu sínari, tað handlaði um at byggja
síni egnu hús, soleiðis at mamman ikki
alla tíðina gekk og plágaði um hetta og
hatta. Inger, sum hevði fingið forrættin
- ein tallerkur á stødd við eina hampiliga
bilfelgu, við tveimum evarska smáum
grønum rullum á, minni enn seruttir til
støddar - sat og lurtaði eftir okkum, festi
í eina sigarett fyri og aðra eftir. Drakk
fleiri gløs við hvítum víni og nart ikki
bilfelguna við seruttunum. Meðan vit ótu
høvuðsrættin, kjakaðust vit tríggir um
tjóðarbygging og áræði, meðan hon sat og
roykti og drakk. Heldur ikki hin væl prýddi
hjørturin, ið vit fingu sum høvuðsrætt, fekk
Inger at eta. Av og á breyt hon okkum av
og segði sína hugsan um, hvussu danir
vóru. Teir vóru dovnir og hildu, at teir allir
áttu at liva sum drotningin – ferðast, vinka,
ganga ókeypis til konsertir og annars
bara vera til. Sjón og eg vóru púra samdir,
men generalkonsulin rísnaði og gjørdist
reyðleittur og harðmæltur. Konan bað hann
slappa av einar tvær ferðir.
T
á ið ísurin, ein bananasplitt, var farin
niðurum, og vit gjørdu okkum klár at
fara, reistist Inger upp úr stólinum, hevjaði
vínglasið høgt og segði við meg: “Når I
bliver selvstændige, erklærer jeg mig som
dronning af Færøerne.” Vit reistust øll,
skálaðu og fóru víðari til eina whiskey-
og vindlabarr, har Inger legði seg á eina
reyða leðursøfu við einum 24 ára gomlum
whiskey og einum feitum vindli. Sum ein
drotning.
Tá ið eg standi
Tá ið eg standi
einsamøll i kavanum
gerst klárt
at eg eri eitt ur
hvussu skuldi ævinleikin
annars funnið runt
Inger Christensen, Lys 1962
Friður veri við minninum um Inger
Christensen.
Oddfríður M. Rasmussen
Hon skein av bókmentagleði
Hon var altíð síðst í song og fyrst á fótum. Morgunmaturin var ein blá Cecil og eitt
glas av hvítum víni. Og so skein hon av bókmentagleði og hugsavnan.
Rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen minnist mæta skaldið, Inger Christensen