Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 Studentaskúla- og HF-næmingar úr øllum Føroyum kenna seg niðurtraðkaðar av Mentamálaráðnum. Orsøkin er broyting- ar í skrivligu próv- tøkunum í donskum og enskum á hástigi, sum tey ikki fyrr enn nú hava fingið at vita um. Nú krevja tey broytingarnar afturtiknar MótMæli Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Miðnámsskúlanæmingar úr øllum teimum seinastu árgangunum í studentaskúl­ unum og HF­skeiðunum í Føroyum føla seg í hesum døgum sera illa viðfarin av Mentamálaráðnum. Orsøkin til at tey føla seg illa viðfarin er, at Menta­ málaráðið nýliga hevur við­ tikið eina broyting av skriv­ ligu próvtøkunum hjá frá­ farandi miðnámsflokkun­ um. Tann nýggja broytingin av skipanini ger, at tann skrivliga próvtøkan í donsk­ um og enskum á hástigi kemur at síggja øðrvísi út enn undanfarin ár. – Broytingarnar í sær sjálvum eru fínar, okkum dámar tær væl. Trupulleikin er bara tann, at vit ikki fáa at vita um broytingarnar fyrr enn nú hálvt ár áðrenn endaligu próvtøkurnar, og at vit tí ongan sum helst møguleika hava at fyrireika okkum 100 prosent til broyt­ ingarnar, sigur Annika Due Petersen, ið er lesandi á seinasta ári í Studentaskúl­ anum á Kambsdali. Saman við Marnar S. Kristiansen og øðrum næm­ ingum, ið eisini skulu upp til endaligu royndirnar í summar, hevur hon tikið stig til eitt mótmælisskriv, sum saman við yvir 300 undirskriftum frá næming­ um verður handað Menta­ málaráðnum í dag. Alt dottið á gólvið Broytingarnar eru gjørdar í uppgávunum, ið næming­ arnir skulu loysa til skriv­ ligu royndirnar nú í vár og til endaligu skrivligu próv­ tøkurnar í summar. Trupul­ leikin hjá næmingunum, ið verða ávirkaðir, er at tey í tvey og eitt hálvt ár hava ar­ beitt framm móti teimum skrivligu próvtøkunum, so­ leiðis sum tær vóru áðrenn broytingina. – Hetta er rættiliga stress­ andi. Tað verður ikki hugsað um, at hetta er okkara stríð gjøgnum trý ár, og sum skal geva eitt úrslit, sum verður ávirkað av broytingini. Stór­ ir partar av tí, vit hava stríðst okkum ígjøgnum tey seinastu tvey árini er dottið niðurfyri. Tað ger kanska tað, at øll rúka ein ella fleiri karakterir niður, sigur Marnar S. Kristiansen. Eitt dømi um broytingarn­ ar, ið eru gjørdar, er at í enskum hava tey lagt stóran dent á at umseta skrivligan tekst á umleið hálva síðu, tí at tað var ein partur av skriv­ ligu próvtøkuni. Nú broyt­ ingarnar eru framdar, er um­ setingin brádliga ikki partur av próvtøkuni longur, men ístaðin eru fleiri síður av mállæru settar inn ístaðin. Eisini eru útvaldu evnini øðrvísi enn tey, tey hava lært seg at arbeiða við. – Nýggju evnini eru nú meira handilsskúlalig og samfelagsfrøðilig, har tey áðrenn vóru meira bókmen­ talig. Evnini eru góð, men vit hava bara ikki lært at loysa hetta slagið av uppgáv­ um, og nú er eingin tíð eftir til endaligu próvtøkurnar, vísir Annika Due Petersen á. Sein boð frá Mentamálaráðnum Næmingarnir harmast eisini at broytingarnar ikki verða fráboðaðar fyrr enn nú. – Ein stórur trupulleiki er at lærararnir heldur ikki hava fingið boð um broyt­ ingarnar fyrr enn nú. Rekt­ arin hjá okkum fekk boð í oktober, at broytingar vóru á veg, men hann fekk ikki hvørjar broytingarnar vóru. Yvir 300 næmingar mótmæla p Tíðin fer til at skriva Danskir sjúkrarøktarfrøðingar brúka 20 prosent av teirri dagligu arbeiðstíðini til at útfylla oyðubløð og sjúklinga­ journalir, og 80 prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum halda, at tað mesta ar hesum arbeiðinum er óneyðugt, tí læknarnir skriva tað sama kortini. Hetta sæst í einari kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri fakblaðið Syge­ plejersken. Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum vil hava fleiri elektroniskar journalir, og Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, lovar at kanna, hvat kann gerast fyri at gera pappírsarbeiðið einfaldari. Uppreistrarleiðari tikin Laurent Nkunda, sum hevur staðið á odda fyri uppreistrar­ monnunum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, er tikin í grannalandinum Rwanda. Í einari felags fráboðan frá herleiðslunum í teimum báðum londunum stendur, at Laurent Nkunda bleiv tikin, tá hann royndi at forða teimum báðum londunum at fremja eitt felags hernaðar­ átak har eysturi í DLKongo. Teir seinastu dagarnar hevur kongolesiski stjórnarherurin framt fleiri álop á uppreistrar­ menninar, og hann hevur fingið hjálp frá stjórnarher­ monnum úr Rwanda.