Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 8 Bilkoyring og flutningur av ferða­ fólki eru nógv broytt seinastu hálvu øldina. At tað sum tyktist sum ein vanligur leigutúrur við einum hýruvogni, skuldi føra til hvast orðastríð millum Dagblaðið og Dimmalætting um politikk og flaggstríðið, mundi bilførarin í Taxa, Andrew Djurhuus, ikki gruna, tá hann koyrdi táverandi løgmann, Andras Samuelsen, heim eftir eina jarðarferð í 1948. Onkur, sum hevði sæð Andras leigað bilin, fekk nógv burtur úr hesi hending. Í Dagblaðnum 15. juni 1948 stendur at lesa undir yvirskriftini: Løgmaður beinir fyri føroyska flagginum "Tað er ikki óvanligt at síggja bilar við einum lítlum flaggi framman. Nú ein dagin skuldi løgmaður hava bil eftir ein jarðarferð. Bilurin, sum hann leigaði, hevði eitt lítið føroyskt flagg framman. Fólk sóðu løgmann siga nakað við bilstjóran, ið síðan fór fram og tók føroyska flaggið av bilinum ­ tástaðni fór Andras Samuelsen inn í bilin. Sum løgmaður hevur Samuel­ sen í hvussu er so bundið seg til at virða flaggið, at hann ikki ger tað innast inni, vita vit, skrivar Dagblaðið. Hetta dømi sýnir best, at hann er so nógv ov lítil til starv sítt, til at vera andlit Føroya úteftir. Var hann nóg stórur, hevði hann havt kenslur sínar hjá sær sjálvum og latið føroyska flaggið staðið í friði. Var hann ikki so lítil, sum hann er, hevði hann eisini havt lagt hitt danska bringumerki, hann gongur við, ta tíð hann er løgmaður. Tað hevur ongan áhuga hjá okkum, at vita hvat Andras heldur um føroyska flaggið, men føroyingar mega krevja, at hann sýnir tí ta virðing, sum landsins flagg hevur uppiborið”. Mikudagin 16. juni svarar Dimmalætting aftur: Ein "Dagblaðs" lygusøga "Dagblaðið bar í gjár ­ við stórum stavum og yvir 2 teigar ­ tey boðini út millum manna, at løgmaður A. Samuelsen noktaði at fara inn í ein bil, tí hesin hevði eitt lítið føroyskt flagg framman. Løgmaður bað bilmannin taka flaggið burt, hann so gjørdi, og tástaðni fór A. Samuelsen inn í bilin". So ljóðar søga Dagblaðsins. Henda roynd fólkafloksmanna at íbirta eina nýggja flaggølu fer kortini at miseydnast. Tí at søga Dagblaðsins er lygn, stutt sagt, frá enda í annan. Ikki eitt satt orð." Í Dagblaðnum 18. juni stendur hendan greinun: Andras og flaggið Bilstjórin, ið koyrdi Andras Samuelsen, hevur verið hjá okkum og sagt, hvør hann er. Tað er nevnliga Andrew Djur­ huus, bilførari í Taxa, og hann greiðir soleiðis frá tilburðinum: Hann koyrdi fólk til jarðarferð, og hevði tí hitt lítla pyntuflaggið á bilinum í hálvari stong. Andras Samuelsen hevði biðið Tað sum tyktist sum ein vanligur leigutúrur við einum hýruvogni í 1948 førdi til hvast orðastríð millum Dagblaðið og Dimmalætting um politikk og flaggstríðið. Skrivingin í bløðunum vísir eisini at rúsdrekkakoyring er ikki nakað nýtt fyribrigdi mítt land Føroyar Flaggstríð og bilkoyring og í Havn í 1948 Føroyar mítt land Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fleiri bilar parkeraðir á Áarvegnum í sambandi við onkra almenna vitjan Myndaeigari: Johan M. Restorff