Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 politiskum dráli Vit hoyrdu seinni at talan var um størri broytingar, og tí vildu vit sleppa at síggja uppgávur av tí slagnum, vit kundu vænta at fáa, soleiðis at vit kundu fyrireika okk­ um, sigur Annika Due Peter­ sen. Næmingarnir fingu at vita, at uppgávur vóru á veg, og at tey sluppu at síggja tær skjótt. Síðan bleiv tað útsett til november, og ikki fyrr enn í desember komu tær ensku. Tá vóru næmingarnir farnir undir høvuðsuppgávuna, og tí var eingin tíð at fyrireika seg fyrr enn nú í januar. – Harafturat fingu vit bara eitt uppgávusett, so vit hava als ikki havt møguleika at seta okkum inn í nýggju skipanina, greiður Marnar S. Kristiansen frá. Í enskum hava tey sæð eitt uppgávusett, ið líkist tí, ið tey kunnu vænta at fáa, men í donskum er støðan ikki eingong so góð. Har skulu allir lærararnir í donskum á fund tann 31. januar, har teir verða kunn­ aðir um broytingarnar. Føla seg gloymd Tað sum eftir ætlanini hjá næmingunum skuldi verða endaspurturin til at fáa teir góðu karakterirnar til enda­ ligu royndirnar, verður nú ístaðin brúkt til at sita og bíða eftir at fáa boð um broytingarnar. – Vit føla okkum gloymd. Mentamálaráðið hugsar opinbart ikki um at næm­ ingar koma at sita í klemmu. Tey hugsa bara at nú skulu nakrar broytingar koma ígjøgnum, og so ikki longur, og tað er rættiliga irriterandi, tí hetta er okkara framtíð, sum tað rakar, vísir Annika Due Petersen á. Bæði greiða tey eisini frá, at áðrenn føldu tey seg rættiliga sikkur uppundir royndirnar, og at tey, eftir at hava lært hesi tingini í hálvt­ triðja ár, nú høvdu lært tað, tey skulu duga. Men nú er fjáltur komin á næmingarn­ ar, og tey føla seg ósikkur og strongd, tí tey nú brádliga skulu læra nakað heilt annað, og upp á lítið hálvt ár. Krevja broytingarnar afturtiknar Loysnin á trupulleikunum hjá øllum teimum næming­ unum, ið verða raktir av broytingunum, er at broyt­ ingin verður tikin aftur fyri­ bils og ikki sett í verk mitt í einum ári. – Broytingarnar tykjast góðar, men vit hava ongan møguleika at seta okkum inní nýggju broytingarnar, tá so stutt er eftir til endaligu próvtøkurnar. Tí vilja vit heita á Mentamálaráðið um at útseta broytingina, soleið­ is at hon kemur í gildi við ársbyrjan næsta ár, sigur Marnar S. Kristiansen Hvørt Mentamálaráðið so skal at seta broytingarnar í gildi til tey, sum byrja í 3.s og 2.hf næsta ár, ella um tey velja at seta broytingarn­ ar í gildi fyri tey, ið byrja í studentaskúlanum og HF­ skeiðunum komandi ár, kann so diskuterast. – Vit høvdu nokk klárað at sett okkum inn í tað, høvdu vit fingið tað at vita við ársbyrjan og kunna loyst uppgávur síðan tá. Men hálvt ár, og serliga seinna hálvan av seinasta árinum er alt ov lítið, staðfestir Annika Due Petersen. Mótmælisskrivið og tær yvir 300 undirskriftirnar verða handaðar Mentamála­ ráðnum í dag, og næming­ arnir vóna at avgerðin verð­ ur tikin rættiliga skjótt. – Tað er býtt at vit mugu ganga her og stressa um at tingini hanga meir ella minni í leysari luft, og tí vilja vit hava eina skjót avgerð, sigur Annika Due Petersen. – Vit føla okkum gloymd. Mentamálaráðið hugsar opinbart ikki um at næmingar koma at sita í klemmu. Tey hugsa bara at nú skulu nakrar broytingar koma ígjøgnum, og so ikki longur, sigur Annika Due Petersen Samlaði útflutn­ ingurin vaks, fiskavøruútflutn­ ingurin minkaði, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni ÚTFLUTNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Samlaði útflutningurin frá januar til novembur í fjør vaks í mun til 2007. Orsøkin er at fleiri skip eru farin av landinum í fjør. Um vit ikki rokna skip og flogfør við, útfluttu vit nakað minni enn árið fyri. Útflutningurin hesar 11 mánaðarnar var 3,9 mia. móti 3,7 mia. árið fyri. Tað er 200 mió. meir, ella ein vøkstur uppá 5%. Virðið av útflutta fiskin­ um var 3,2 mia. móti 3,5 mia. í 2007. Tað er ein minking uppá 9%. Nøgdirnar av útfluttum fiski minkaðu enn meir. Úr 374 tús. tonsum í 2007 niður í 285 tús. tons í fjør. Ein minking uppá 24%. Høvuðsorsøkin til at nøgdirnar eru minkaðar meira enn virði, er at tað serliga er nøgdin av bíligum fiskasløgum, sum svartkjafti, makreli og lodnu, sum er minkað nógv, meðan tað varð útflutt meir av teimum dýraru fiskasløgunum sum laksi og síli. Útfluttu minni av fiski Útflutningur jan-nov skift á høvuðsbólkar í mió kr. 2007 2008 munur % munur Botnfiskur 1.548 1.379 -169 -11% Flundrufiskur 219 153 -66 -30% Alifiskur 528 880 352 67% Uppisjóvarfiskur 572 394 -178 -31% Skeljafiskur 111 112 1 1% Annar fiskur og fiskaúrdráttir 571 310 -261 -46% Aðrar vørur 125 144 19 15% Skip 74 572 499 676% Útflutningur samantalt 3.749 3.945 197 5% Fiskavøruútflutningurin samantalt 3.549 3.229 -321 -9% Fiskavøruútflutningur jan-nov skift á høvuðsbólkar í tonsum 2007 2008 munur % munur Botnfiskur 62.808 55.566 -7.242 -12% Flundrufiskur 6.850 5.311 -1.539 -22% Alifiskur 18.561 33.559 14.998 81% Uppisjóvarfiskur 184.709 118.202 -66.507 -36% Skeljafiskur 9.339 9.406 68 1% Annar fiskur og fiskaúrdráttir 92.033 63.181 -28.852 -31% Fiskavøruútflutningurin samantalt 374.299 285.224 -89.075 -24% Munandi minni er komið upp á land av botnfiski fyrstu 11 mánaðirnar í ár í mun til í fjør Fritzl í rættin í mars Dómsvaldið í Eysturríki hevur nú gjørt av, at rættarmálið ímóti Josef Fritzl byrjar tann 16. mars. Eysturríkska ákæruvaldið hevur ákært Josef Fritzl fyri morð, neyðtøku, burturflyting, blóðskemd, ágang og trælahald. Hann kann fáa lívlanga fongsulsrevsing. Tann 73 ára gamli Josef Fritzl hevur viðgingið, at hann misbrúkti dóttur sína Elisabeth, og at hann fekk sjey børn saman við henni. Hinvegin sigur hann seg ikki hava ábyrgdina av, at eitt av børnunum doyði sum nýføðingur. Roknað verður við, at rættarmálið fer at taka eina viku. Sct. Brigid Day verður 1. februar Sct. Brigid er vælkent Írskt halgimenni, sum livdi frá ár: 453­523. Hon var kend fyri síni mongu undur, serliga at gera vatn til bjór. Føroya Bjór hevur í 2008 havt fýra ymsar Sct. Brigid Special Bjór. Hetta hevur verið í samband við 120 ára dagin hjá Føroya Bjór. Bjórinar hava verið væl móttiknar, serliga er tað Sct. Brigid Ale, ið er populer. Fleiri hava roynt Sct. Brigid Ale til matgerð og afturvið mati. Í samband við Sct. Brigid day, ið er 1. februar fæst í avmarkaðari nøgd: Sct. Brigid Ale, Sct. Brigid IPA og nakað av Sct. Brigid Blond. Frá Føroya Bjór verður sagt, at tey ikki heilt hava avgjørt um allar bjórinar koma aftur á føroyska marknaðin. Í løtuni framleiðir Føroya Bjór 20 sløg av øli og 15 av sodavatni. (www.bjor.fo)