Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 9 Í 1948 vóru tilsamans 590 akfør í Føroyum Bilar, motorsúkklur og onnur akfør pr. 1. januar 1948 Tórshavn 220 akfør Argir, Hvítanes og Hoyvík 16 akfør Streymoyar sýsla 46 akfør Eysturoyar sýsla 84 akfør Norðuroyar sýsla 52 akfør Vága sýsla 59 akfør Sandoy 12 akfør Suðuroy 101 akfør Tilsamans 590 akfør í Føroyum í 1948 um bilin fyri at verða koyrdur heimaftur úr kirkjugarðinum. Tá jarðarferðin var yvirstaðin, helt bilførarin tað ikki vera orsøk til at hava flaggið í hálvari stong. Ístaðin fyri at fáa tað aftur í rættlag, tók hann tað burtur av bilinum, og - leggur bilførarin aftrat - Andras Samuelsen bað meg ikki um at koyra flaggið burtur. Hendan hending vísir bara, hvussu eymt flaggmálið var tá í tíðini, og hvussu lítið skuldi til fyri at slíkar misskiljingar kundu koma fyri. Bilførarar koyra við stívari kenning Tað sær út til at tey høvdu eisini trupulleikar við rúsdrekkakoyring fyrr. Fótgangari spyr blaðstjóran á Dagblaðnum um hvat kann gerast við bilførarar sum koyra við stívari kenning ella meira. Bilar koyra við meira ella minni fullum monnum við rattið. Í Dagblaðnum 11. juni 1948 stendur undir Spurteigurin soljóðandi fyri­ spurningur. Yvirskriftin ljóðar: Um rúsdrekkakoyring - koyra við meira ella minni fullum monnum við rattið Harra blaðstjóri, hvat kann gerast við tað, at ein ofta er við at koma illa fyri, tí bilførarar koyra bil við stívari kenning ella meir? Kann tað verða loyvt at bilar ferð eftir ferð - t.d. sunnukvøld - koyra við meira ella minni fullum monnum við rattið. Undirskrivað: Fótgangari Blaðstórin á Dagblaðnum svarar: Tað er ikki loyvt at koyra bil við kenning, enn minni tá menn eru fullir. Allarstaðir verða fólk, ið eru drukkin, hart sektaði um tey koyra bil. So vítt vit vita, og sum dømi hava verið um, verða heldur ikki fingrar lagdir ímillum, tá ein maður kemur fyri rættin her fyri slíka ger. Um so skuldi verið, at menn koyra bil við kenning, og politiið ikki ger nakað við tað ella ikki ansar eftir tí, mega fólk sjálvi melda tað - verður tað ikki gjørt, kann einki verða bøtt her. – Tá vanlukkan er hend er tað ov seint. Vit kunna samstundis skoyta uppí, at bilferðslan í Havn eigur at verða umskipað - men tá má gongufólkið eisini lærast til at yvirhalda reglarnar. Ongastaðni í heiminum ýla bilarnir sum her - um bæði gongufólk, súkklistar og bilar yvirhildu ferðslureglurnar var henda ýlingin óneyðug. Undirskrivað: Blaðstjórin Bilurin hevði eitt føroyskt flagg framman (modellmynd) Bilstøðin Taxa var í hesum bygninginum í Lucas Debesargøtu frá 1945 til 1952 Andras Samuelsen (1873­1954) var løgmaður í Føroyum frá 1948 til 1950 Andrew Djurhuus bilførari (1920­1999) koyrdi á bilstøðini Taxa. Hann var ein av stovnarunum av bilstøðini Auto í 1952 Lýsing hjá bilstøðini Taxa Akfør í Føroyum í 1948