Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsi­ num, sær tað ikki sum ein trupulleika, at útlendingar virka í Føroyum. Stóri trupulleikin er, um vit missa førleikar av landinum, ella um føroyingar ikki hava sama møguleika sum útlendingar at bjóða upp á arbeiðir ArbeiðsmArknAður Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vinnuhúsið er ikki bangið fyri, at kapping valdar, tá talan er um uppgávur, ið skulu gerast í samfelagnum, men Marita Rasmussen, stjóri, er bangin um eina gongd, sum er í løtuni, har føroyingar ikki hava somu møguleikar sum útlendingar at bjóða upp á arbeiðir. - Tað eru konkret mál, har føroyingar ikki eru slopnir at bjóða, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, uttan at vilja velja nakað dømi. Hon leggur afturat, at størsti trupulleikin ikki er, at vit kunnu missa eitt sindur av peningi av landi- num. - Stóri trupulleikin er, um vit missa nakrar førleikar av landinum, vísir Marita Rasmussen á. Men hon roknar ikki við, at hetta fer at henda í sama mun, sum fyrst í 90unum, tá yrkið sum sveisari til dømis datt burtur í Føroyum, og nógvir handverkarar fluttu av landi- num at starvast. - Í 90unum var stóra kreppan her, og útlendingar stóðu við opnum ørmum at fáa dugnaligar føroyingar til arbeiðis. Í dag eru avbjóð- ingar kring allan heim, so tað er ikki heilt tað sama, sigur stjóri Vinnuhúsinum. Styrkt úr kreppu Marita Rasmussen er eisini á ein hátt bangin fyri, at før- oyingar risikera at koma veikari úr kreppuni, enn onnur lond, um politiski myndugleikin tekur nøkur stig. - Vit mugu fyrst og fremst vóna, at politiski myndug- leikin ger lisitatiónir, soleið- is, at føroyingar eru í eini javnbjóðis kapping við útlendingar. Tí annars kunnu vit risikera at missa førleikar, sigur Marita Rasmussen. Hon vísir á, at ein møguleiki er, at gera nakrar strategiskar útbjóð- ingar, har mann avmarkar talið av útlendskum fyri- tøkum. Soleiðis, at vit hava ein møguleika lata vera við at gerast veikari viðvíkjandi førleikum, enn vit vóru áðr- enn kreppuna. Íslendingar í Føroyum Í løtuni eru nógvar upp- sagnir í føroyskari byggivin- nu, handverkararnir siga seg ikki kunna kappast við íslendska lønarlagið, og tí verða fyritøkurnar noyddar at siga fólki upp. Vinnuhúsið arbeiðir við málinum. - Vit kanna í løtuni málið, og royna at fáa serfrøðingar at hyggja at tí, sigur Marita Rasmussen, ið ikki vil úttala seg so nógv um kon- kreta málið við íslendingum og byggivinnu, tí tað er eitt trupult mál. Men hon vísir á, at Vinnuhúsið kemur við eini útsøgn um málið í næs- tu viku. Norðmenn aftur fyrstir á Suðurpólin Í 1912 vann norðmaðurin Roald Amundsen kappingina við bretan Scott um at koma sum tann fyrsti á Suðurpólin. Nú hava somu lond aftur kappast um tað sama, og enn eina ferð eydnaðist tað norðmonnum at vinna, skrivar VG. Á tí vinnandi liðinum vóru tveir 27 ára gamlir norðmenn. Ímóti teimum kappaðust fýra bretsk og eitt írskt lið, og harðastu kappingina fingu norðmenninir frá einum liði, sum BBC-maðurin Ben Fogle stóð á odda fyri. Her kann verða nevnt, at norðmenninir brúktu 17 dagar og 11 tímar um ferðina eftir Antarktis til ajálvan Suðurpólin. Mjørki í Frankfurt Tað er sanniliga ikki bara í Vágum, at mjørkin kann leggja flogferðsluna stilla. Tað sama hendi í einari av heimsins størstu floghavnum gjáramorgunin. Í ein lítlan tíma var so tjúkt í mjrøka kring floghavnina í Frankfurt, at leiðslan gjørdi av at útseta allar fráferðir og komur. Flogleiðslan sigur, at 75 fráferðir vórðu avlýstar ella útsettar, og at 23 flogfør, sum vóru á veg til Frankfurt, fingu boð um at lenda í Køln, Stuttgart og øðrum floghavnum har um vegir. Føroyar kunnu missa førleikar av landinum Allur heimurin stendur fyri avbjóðingum í løtuni, og tí handlar um at snúgva sær sum frægast. Marita Rasmussen greiðir í hesum viðfangi frá, at vit mugu syrgja fyri at fremja nøkur tiltøk, ið ansa eftir, at vit ikki missa førleikar av landinum Hvalbiar kommuna hevur higartil verið noydd at bera allan kostnaðin av at bøta um havnalagið eftir herviliga uppgangin í fjør vetur, tá grótkast­ ið fekk stóran skaða HvAlbA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Otto West, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sigur, at nú arbeiðið at umvæla og bøta um grótkastið í Hvalba er liðugt, er havnalagið aftur vorðið tryggari hjá skipum og bátum. Tað er felagið J&K Peter- sen, sum hevur gjørt hetta arbeiði, og nú liggur grót- kastið betri, enn tað nakran- tíð áður hevur gjørt. - Vit eru væl nøgd við arbeiðið, sum felagið hevur gjørt. Grótgarðurin er nú hægri og steinarnir, sum skulu halda styrkini, eru lað- aðir betri enn áður. Otto West sigur, at í upp- ganginum í fjør vetur kom eitt stórt hol á grótkastið, og tí varð neyðugt beinan- vegin at gera nakað við hetta. - Vit søktu myndugleikar- nar um stuðul til arbeiði, sum vit vistu fór at gerast kostnaðarmikið, men hað- ani fingu vit ikki eina krónu. Tað undrar borgarstjóran í Hvalbiar kommunu, at Skálavíkar kommuna kundi fáa stuðul frá landinum, tá teirra havnalag fór so illa í sama uppgangi, meðan eingin stuðul kundi veitast kommununi í Suðuroy. - Nei, hetta skilja vit ikki rættiliga. Havnin í Hvalba er partvís ein samferðslu- havn, tí stórar maskinur kunnu ikki koyra ígjøgnum tunnilin til bygdina. Hann sigur, at nú J&K Petersen hava gjørt hetta arbeiði, hevur verið neyðugt at flyta allar maskinurnar við skipi hjá Strandferðslu- ni. - Eg haldi, at landsins myndugleikar við ikki at veita okkum stuðul til umvælingarnar av havna- lagnum hava gjørt mun á okkum og øðrum borgarum, og tað haldi eg ikki, vit eiga at lata fara aftur við borði- num. Otto West vísir á, at Hval- biar kommuna hevur verið hampiliga væl fyri, og tí hevur hon higartil goldið alla hesa íløguna sjálv. - Vit høvdu einki val. Havnalagið, sum er grundar- lagið undir skipum og virki á staðnum, sum aftur er grundarlagið undir tilveruni hjá okkum, mátti fáast í lagi aftur, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu. Hava bøtt um havnalagið fyri 11 milj. krónur Havnalagið í Hvalba er nú trygt aftur hjá skipum, bátum og vinnuliga virkseminum á staðnum Mynd: Vilmund Jacobsen