Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 10 Tað kendist sum at fáa vátan vøtt hjá yrkislistafólkum, tá Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, herfyri setti ein løgfrøðing sum for­ kvinnu í Mentanargrunni Land­ sins ­ stovninum, har flestu avgerðirnar verða tiknar um, hvørjar listaverkætlanir skulu stuðlast fíggarliga. Í grein her í blaðnum í farnu viku harmaðust umboð fyri myndlist, bókmentir og tónleik stórliga mátan, listarliga fakligheitin við hesum varð skúgvað til viks í einum sessi, sum hevur so stóra tyngd í føroyska listaumhvørvinum. Eisini fyri yrkisleiklistina kennist samansetingin av nýggju nevndini í Mentanargrunninum sum ein dygg undirmeting av teirra faki, staðfesta yrkissjón­ leikararnir Súsanna Torgarð, Birita Mohr, Gunvá Zachariasen og Ria Torgarð, sum eisini mugu ásanna, at teirra listagrein als onki umboð hevur í nevndini longur. Enn lægri status At yrksileiklist ikki hevur serliga stóra virðing millum føroyskar politikarar er neyvan nøkur loyna, vísa tær fýra á. Tað hava ússaligu umstøðurnar hjá Tjóðpallinum leingi verið eitt sigandi dømi um. Men at hægsti mynduleiki á økinum nú alment hevur staðfest, at leiklistin ikki hevur uppiborið fakliga grundaðar metingar er beinleiðis skelkandi, halda tær. Fyri Gunvá Zachariasen kann hendan avgerðin bara skiljast á ein hátt. – Sum yrkisleikari í Føroyum skalt tú ikki vága tær at stinga nøsina ov langt fram. Tí fyri tað, um tú hevur eina fimm ára útbúgving í leiklist skalt tú ikki billa tær inn, at tú hevur nakrar førleikar fram um onnur, sigur ein speisk Gunvá Zachariasen, sum eisini heldur hetta vera eitt ómetaliga óheppið tekin at senda teimum ungu. – Tá hatta er hugburðurin, hví í verðini skulu ung fólk so tíma at fara av landinum at úbúgva seg til sjónleikara? Tíbetur gera fleiri tað allíkavæl, men sum støðan er nú, nýtist ongum at undra seg yvir, hví tey ikki tíma at koma heimaftur, sigur hon og dylir ikki yvir, at hon sjálv meir enn eina ferð hevur umhugsað at stungið í sekkin. Uttan nýggjar og yngri kreftir er ikki ringt at spáa um, hvat fer at henda við støðinum í føroyskum sjónleiki, heldur Ria Torgarð. – Vit skulu minnast til, at støðið í føroyskum sjónleiki er hækkað sera nógv seinnu árini, men slíkt hendir jú ikki av sær sjálvum. Tað hongur neyvt saman við, at fólk hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving í fakin­ um. Jú hægri støðið verður, jú størri krøv seta leikararnir eisini til sín sjálvs, men tann menningin steðgar jú til endan, um dugna­ ligu sjónleikararnir ikki tíma at vera her, sigur Ria Torgarð. – Í staðin stimbrar hesin hugburðurin til eitt slag av jantelóg, sum bara kann verða við til at minka um virðingina fyri leiklistafakinum og geva tí ein enn lægri status, enn tað longu hevur í Føroyum, sigur Birita Mohr. Trupulleiki á ovasta rók At føroysk yrkisleiklist hevur Politikarar stimbra List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Við at skúgva listarligu fakligheitina til viks stimbra politikararnir eina jantelóg, har tað er banna at halda seg duga sítt listafak, halda nakrir av okkara fremstu yrkissjónleikararum – Fær jantelógin loyvi at ráða, kunnu vit bara standa og hyggja at meðan støðið í leiklistini lækkar og lækkar, so hon til endan dovnar fullkomiliga, sigur Birita Mohr, yrkisleikari – Vit finna okkum snøgt sagt ikki í, at fólk, sum ikki hava fakligt innlit í leiklist, skulu gera av, um okkara verkætlanir hava uppiborið fíggjarligan stuðul, sigur Ria Torgarð, yrkisleikari