fríggjadagur 23. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 16 - 23. januar 2009
- Eg ivist onga løtu
í, at fyrrverandi
Navarin og Borgarin
fara at fáa stóran
týdning fyri økið
– ikki bara fyri okkara
kommunu, men fyri
alla Suðuroynna,
sigur borgarstjórin í
Hvalbiar kommunu,
Otto West, sum fer at
halda røðu, tá skipini
koma til bygdar
seinnapartin í morgin
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagurin verður ein
stórur dagur hjá hvalbingum
og suðuroyingum í síni
heild. Tá koma skipini, sum
felagið TG Fish síðsta heyst
keypti frá Føroya Banka, á
Hvalba.
Skipini eru nú á veg úr
Danmark, har serliga hevur
verið hugt at motorunum.
Ein partur stóð fyri klassing,
og nýggju eigararnir hava
gjørt tey ting, sum gerast
skulu – eisini nakað frammi
í tíðini.
Hvalbiar kommuna fer
leygardagin at skipa fyri mót
tøku og borgarstjórin, Otto
West, fer at halda røðu.
Aðru ferð
Otto West hevur sitið í bygd
aráðnum síðan ár 2000, og í
fjør summar gjørdist hann
borgarstjóri, tá Levi Nicla
sen tók seg aftur.
Á seinasta kommunuvali
varð hann afturvaldur, og nú
situr hann sum borgarstjóri í
nýggja bygdaráðnum.
Tá Sjagaklettur kom á
Hvalba fyri umleið seks
árum síðan, helt eg eisini
eina røðu. Tá var eg for
maður í trivnaðarnevndini,
sigur Otto West.
Hann ivast onga løtu í, at
Navarin og Borgarin fara at
fáa stóran týdning fyri økið
– ikki bara fyri Hvalbiar
kommunu, men fyri alla
Suðuroynna.
Vit eru sera fegin um, at
tað eydnaðist at keypa
skipini til Suðuroyar, leggur
hann aftrat.
Nakað av forvitni og spenn
ingi hevur sjálvandi verið um,
hvussu gomlu Navarin og
Borgarin fara at kallast, nú
teir eru vorðnir partur av
fiskiskipaflotanum í Suðuroy.
Hóast skipini enn ikki
eru komin til bygdar, kunnu
vit avdúka, at tey vera
heimahoyrandi í Hvalba, og
nýggju nøvnini eru Hamra
nes og Breiðanes.
Tað er felagið P/F Sjaga
klettur, sum er størsti ein
staki eigari í nýggja felag
num TG Fish – og næst
størstur er eitt felag í
Scrabster í Skotlandi.
TG Seafood, sum rekur
fiskavirkið í Hvalba, er
eisini við, og um hetta felag
er Delta Seafood á Tvøroyri
partur í keypinum.
Talið av partaeigarum í
TG Fish er út við fimmti,
og reiðari verður Mikkjal
Hammer.
Móttøka verður
fyri Breiðanesi
og Hamranesi
Otto Vest, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, fer at halda røðu.
Hetta verður aðru ferð, hann heldur røðu fyri skipum, sum
koma til bygdar
Mynd: Áki Bertholdsen
Seinnapartin í morgin stevna fyrrverandi Navarin og Borgarin inn í havnina í Hvalba, har
bygdaráðið fer at skipa fyri móttøku
Tikararnir hava gíslar
ST vil vera við, at teir Tamilsku Tikararnir í Sri Lanka hava
tikið fleiri almenn starvsfólk sum gíslar, og at teir nokta
teimum at sleppa burtur úr økinum, har tikararnir berjast við
stjórnarherin. Uppreistrarmenninir hava verið fyri fleiri
ósigrum í seinastuni, og teir eru nú riknir saman á eitt øki,
sum er einar 400 ferkilometrar har norðuri í landinum. Men
har eru eisini meiri enn 200.000 sivilfólk, og Tamilsku
Tikararnir brúka fleiri teirra sum gíslar fyri at forða
stjórnarherinum at leypa á, sigur ST.
Prestar stjólu úr talvuni
Tveir katólskir prestar í amerikanska statinum Florida dugdu ikki
at halda fingrarnar burturi frá pengunum, sum komu í talvuna, tá
innsavnað bleiv. Tí fór ein partur av pengunum til elskarinnur hjá
prestunum og til spæliferðir til Las Vegas. Annar presturin, tann
81 ára gamli John Skehan, viðgekk á rættarfundi í gjár at hava
stolið fleiri hundraðtúsund dollarar, meðan hin skuldsetti
presturin noktaði seg sekan. Ákæruvaldið heldur, at teir báðir
hava tikið millum fimm og seks milliónir krónur frá kirkjuni.
Teir flestu, sum
fara at manna
skipini, sum koma
á Hvalba í morgin,
eru úr Suðuroy, men
onkur einstakur er
norðanfjørðs
Manning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikkjal Hammer, reiðari,
segði við Sosialin herfyri,
at einir 67 mans verða við
hvørjum skipi, sum í morgin
stevna inn á Hvalba.
Sum eg havi skilt, sigldu
Navarin og Borgarin við 6
monnum, og soleiðis verður
tað helst eisini, tá skipini
loysa á fyrsta túri.
Hann sigur, at manning
arnar til bæði skipini so
gott sum eru settar.
Flestu eru her úr oynni,
men onkur einstakur kemur
norðanfjørðs. Vit hava eina
blanding av royndum fólki
og fólki, sum ikki hava so
drúgvar royndir. Eg haldi,
at
skipini
verða
væl
mannað, tá tey loysa, sigur
reiðarin.
Tríggir navigatørar, sum
hava verið knýttir at lemma
trolaranum Sjagakletti, fara
at skiftast um brúnna, tá
“nýggju” hvalbiartrolarar
nir loysa.
Hesir eru Tórhallur Ran
drup, John Martin Poulsen
og Hanus Tausen, allir úr
Hvalba.
Hvussu vit fara at skipa
okkum við manning og
skifti millum túrar, fáa vit
at síggja, tá vit veruliga eru
komnir
í
gongd,
sigur
Mikkjal Hammer.
Hann ásannar, at tað
verður ikki nakar dansur á
rósum, sum hann tekur til,
at reka skipini.
Reiðarin vísir á, at trol
ararnir helst skulu fiska fyri
einar 30 miljónir krónur um
árið, um raksturin skal
hanga saman.
Hetta er eitt stórt veiði
virði, og vit ivast onga løtu
í, at hetta verður hart. Skip
ini skulu rekast væl og
skynsamiliga, men fáa vit
ongar óvæntaðar trupul
leikar at dragast við, hava
vit vónir um, at hetta fer at
bera til, sigur Mikkjal
Hammer.
Manning er til Breiðanes og Hamranes