Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 11 ment seg so nógv seinnu árini, hevur eisini verið við til at stimbra áhugaleikin, eru tær fýra rættiliga sannførdar um. Tað er nevniliga ein misskiljing at halda, at hetta kjakið eisini er eitt stríð millum áhugaleik og yrkisleik. Í sjónleikaumhvørvinum liva áhuga­ leikararar og yrkisleikarar fínt lið um lið, tí tey har eru samd um, at hetta eru tveir ymiskir mátar at arbeiða við sjónleiki uppá. ­ Tí skulu áhugaleikur og yrkisleikur heldur ikki metast út frá somu treytum. Tað krevur fakligt innlit at gera skikkaðar metingar av yrkisleiki. Viðurkennir man ikki tað, dugir ongin longur at skyna á muninum millum áhugaleik og yrkisleik. Úrslitið verður ein suppa av miðlamáta sjónleiki, har teir nýskapandi og skeivu vinklarnir mugu gjalda prísin, og tað hevur hvørgin av leikgreinunum ella áskoðararnir gleði av. Tvørturímóti, sigur Gunvá Zachariasen. Súsanna Torgarð minnir eisini á, at við hækkaða leikstøðinum hava føroyskir áskoðarar lært at virðismeta dygdargóðan sjónleik. ­ Tað er ikki har, virðingin trýtur. Tvørturímóti eru áskoðararnir altíð skjótir at koma við rós­ andi orðum og stimbrandi viðmerkingum. Tí er tað eisini bæði hugstoytt og óskiljandi, at virðingin fyri sjónleiki ikki er til staðar hjá hægsta myndug­ leikanum á økinum, har tú átti at vænta eitt ávíst fakligt tilvit ella í øllum førum eina virðing fyri innlitinum hjá øðrum, sigur hon. Listafólk duga sjálvi Í blaðnum herfyri róði Helena Dam á Neystabø, menta­ málaráðharri, fram undir, at listafólk kanska ikki altíð eru tey best egnaðu at stýra í listaumhvørvinum. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hon hevði tilnevnt ein løgfrøðing við drúgvum fyrisitingarligum royndum til formanssessin í Mentanargrunninum. Útsøgnin hevur vakt stóra undran millum mong listafólk, og eisini í leiklistaumhvørvinum ivast tey í, um mentamálaráðharrin veit, hvat hon tosar um. – Tey munnu vera fá, sum hava so drúgvar royndir í at fyrisita og skipa síni starvsviðurskifti, sum listafólk. Tey eru jú noydd til gera alt sjálvi, líka frá at skriva umsóknir og at leggja fíggjarætlan fyri sínar verkætlanir til at gera roknskapir og finna røttu sambondini, tí tey hava snøgt sagt ikki ráð at fáa fólk at gera slíkt fyri seg, minnir Gunvá Zachariasen á. Eisini undrast tær fýra yvir, hví fyrisitingarligi parturin í Mentanargrunninum nú knappliga var vorðin ein trupulleiki fyri mentamálaráðharran. Ein skrivari hevur í mong ár tikið sær av fyrisitingarligu uppgávunum hjá grunninum, og tað hevur virkað fínt. Hinvegin hava listafólk leingi eftirlýst, at tann listafakligi parturin bleiv styrktur, men enn er onki hent á tí økinum. – Sjálvandi skal fyrsitingin í grunninum vera í lagi, men tað er ikki uppgávan hjá einum fyrsitara at hugsa stórar kreativar tankar. Tað skulu listafólkini ­ væl kvalifiserað listafólk, sum hava listarligar visjónir og duga at meta um listarliga dygd. Tað er tað, vit hava brúk fyri, og í tí strembanini mugu fyrisitingarligu uppgávurnar koma í aðru røð, sigur Birita Mohr. listarliga jantelóg – Tað er ikki millum áskoðararnar, at virðingin fyri leiklistini vantar. Tað er hjá hægsta politiska mynduleika, at vit kenna okkum fakliga undirmett, sigur Súsanna Torgarð, yrkisleikari – Sum yrkisleikari í Føroyum skalt tú ikki vága tær at stinga nøsina ov langt fram og billa tær inn, at tú dugir títt fak betri enn nakar annar, staðfestir Gunvá Zachariasen, yrkisleikari