fríggjadagur 23. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2009
13
Ein íløga til heilsubót - ein
lívsjáttandi íløga til kvinn-
ur og teirra avvarandi
Løgtingið játtaði undan jól
um 1 mio. kr. til kopp
seting móti lívmóðurháls
krabba. Peningurin røkkur
til at koppseta gentur í ein
um árgangi. Tilmælið frá
danska heilsustýrinum var
at koppseta gentur føddar
frá 1993 til 1996, tvs. 3
árgangir.
Sum skilst er tilmælið
grundað á, at gentur sum
eru eldri helst hava verið
kynsliga aktivar, og at kopp
setingin tí væntandi ikki hev
ur fullan virknað fyri tær.
Føroyskir myndugleikar
hava boðað frá, at vit eiga at
taka danska tilmælið til eftir
tektar, sum játtanin á fíggj
arlógini tó ikki røkkur til.
Ivin gentunum til góða
Støðan er tí ikki virðilig.
Koppingarevnið móti lív
móðurhálskrabba er prógv
að at vera fyribyrgjandi. Í
sjálvum sær er tað ein sól
skynssøga, at heilivágur
finst, sum kann forða sjúk
uni. Tí er tað sjálvsagt, at
løgtingið játtar neyðugu
upphæddina, sum skal til
fyri at fyribyrgja hesi
herviligu sjúku.
Løgtingið eigur tó at fara
longur enn danska tilmæl
ið, so allar gentur undir
myndugleikaaldur og niður
til 12 ár kunnu koppsetast í
fyrsta umfari.
Tí eigur landsstýrið bein
anvegin at biðja um tær
uml. 5 mio. kr, sum hetta
kostar eyka.
Tilmælið frá danska
heilsustýrinum um bert at
koppseta 3 árgangir og
síðani frá 1. januar 2009 og
frameftir allar 12 ára gaml
ar gentur, eiga vit tí bert at
nýta sum vegleiðandi.
Eingin vissa er fyri, at
føroyskar gentur í atburði
kunnu javnberast við sínar
medsystrar í Danmark.
Harafturat eigur møguligur
kynsligur aktivitetur ikki at
gera, at vit skilja gentur frá
16 til 18 ár burturúr, tá tað
er staðfest, at virknaðurin
av koppingarevninum ikki
er so nógv minni fyri henda
bólk, at man skal lata vera
við at koppseta tær. Ivin
eigur tí avgjørt at koma
hesum gentum til góða.
Lívsjáttandi
Tær 5 mio kr, sum heildar
koppsetingin kostar eyka
er eingangsíløga í framtíð
ina, sum fer at vinna seg
fleirfalt aftur í rakstrar
sparingum.
18 kvinnur árliga fáa stað
fest hetta krabbamein. Verða
5 árgangir koppsettir fleiri
enn ætlað, er talan um ikki
færri enn 80 kvinnur, sum
seinni í lívinum kunnu verða
spardar fyri krabbamein. Og
tað eru tøl, sum tala.
So her hevur løgtingið
møguleika fyri at gera
nakað veruliga gott og
lívsjáttandi fyri kvinnurnar
og teirra avvarandi.
Tí er tilmælið, at lands
stýrið skjótast biður løg
tingið um neyðugu upp
hæddina. Undirritaði hevur
heitt á landsstýrismannin
um at tryggja politiska
undirtøku og fáa framt
víðkaðu koppsetingar
ætlanina í verki.
Koppseting móti krabbameini
løgtingsmaður
Bjarni
Djurholm
Nú í longri tíð hevur man
sæð og hoyrt í skrivaðu og
teimum luftbornu fjøl
miðlunum um eitt mál um
at valsvik skal verða framt
í Kvívík.
Undirritaði og onnur eru
hongd út alment, og svert
aði til í einum ákæruriti, ið
er sent innlendismálaráðn
um. Tá ið eg fekk at vita,
hvør ið hevði skrivað
ákæruritið fyri Soffi, tók
eg tað meira róligt. Málið
er nú avgreitt og sjálvandi
var einki hald í skuldseting
unum, einki lógarbrot so
sum KRF vildi vera við,
men eftir stendur at verða
reinsaður fyri útspillingina,
og har er tað lættast fyri
Soffi Egholm at koma í
fjølmiðlarnar at biðja um
umbering og tað treyta
leyst. Ger hon tað, er málið
úti av verðini fyri meg.
Søgan er í stuttum, at
Soffi Egholm ringdi til
mín og spurdi, um eg var
áhugaður at stilla upp og
nevndi nøkur nøvn, har
bert ein var úr Kvívík. Tað
gjørdi, at eg morgunin eftir
metti, at Alistin burdi hild
ið á fram (sjálvur havi eg
verið uppstillaður og vald
ur tvær ferðir, og stillari nú
fyri aðru ferð á hesum
góða lista). Setti meg síðan
í samband við tey 4, ið
vóru vald fyri fýra árum
síðani, á hesum sama lista,
og játtaði bert Jón Thomas
sen at halda á fram. Her er
vert at nevna, at Soffi
Egholm ikki hevði spurt
nakran av teimum 4. Kl. 10
hendan sama morgun hevði
eg ringt til eini 1214 fólk
og fingið 6 av teimum at
játtað at stilla upp.
Og nú byrjar sirkussið
Kl 10 ringir Soffi Egholm
og er ikki mjúk at strúka;
hvat hon segði, skal eg ikki
endurgeva her, men samd
vóru vit ikki, tá samtalan
var liðug. Síðani hendi ikki
tað stóra tann dagin fyrr
enn kl. 14. Tá ringir Soffi
Egholm aftur, ella rættari,
tá taki eg telefonini aftan á
at hon hevur ringt fleiri
ferð. Nú var vent í holuni,
hon var líka sum komin
niður aftur á jørðina og
kærdi sína neyð yvir fyri
mær, at nú var næstan
eingin eftir á hennara lista
og bað um at sleppa sjálv
triðja uppá, ella sum hon
málbar seg: "Kunnu vit
sleppa upp á tín lista,
Heini?" Hon nevndi síðani
seg sjálva, Reidun Magnus
sen og Magnus Svartham
ar. Eg játtaði beinanvegin
og segði, at tað var í fín
asta lagi. Eg nevndi síðani
tey 6 valevnini, ið eg hevði
fingið og segði, at so verð
ur bert ein listi. (Tá var
Óla Hans ikki á listanum.)
Eftir hetta, ringdi eg til
Hjalmar Ingebrightsen og
bað hann skaffa eitt val
evni á Válinum, tí av teim
um 9 fólkunum var eingin
av Válinum, og fekk hann
Óla Hans Olsen at stilla
upp. Nú skuldi verið lið
ugt. Ikki visti eg, at hon sat
og skrivaði øll nøvnini inn
á teldu og at hon skrivaði
eitt navn aftrat, ið eg ikki
var vitandi um. Síðani
printaði hon listan út og
kallaði hann fyri sín lista
A. (Tað er annars upp til
valstýrið at gera av, hvønn
bókstav listarnir fáa!)
Ætlanin var, at tá eg kom
norður frá arbeiði, skuldu
Anni og eg skriva listan og
skaffa stillarar. T. v. s. eg
havi ikki biðið Soffi um
nakað sum helst!!! Tá eg
kom norður til Kvívíkar,
hitti eg Anni Isaksen, og
vísti hon mær eitt avrit av
tí listanum, sum Soffi
hevði skrivað. Eg ringdi so
til Soffi kl. 16.45 og minti
hana á avtaluna og gjørdi
henni púra greitt, at val
evnið, ið hon hevði sett á
listan undir ongum umstøð
um bleiv góðtikið av mær
sum stillara og høvuðs
manni aftan fyri listan. Eg
havi einki ímóti persónin
um, men kommunalpolit
iskt standa vit langt frá
hvørjum ørðum.
Kl. 17.25 tosaði eg aftur
við Soffi og gav henni
greið boð um, at tey trý
valevnini, ið hon fyrr um
dagin hevði nevnt fyri
mær, vóru vælkomin á
listan. Men vildu tey hava
tað fjórða valevnið við, so
stillaðu tey upp á teirra
egna lista. Hon valdi tað
seinna.
Tað ið síðani hendi var,
at vit koyrdu listan í tvey,
settu Óla Hans á okkara
lista, sjálvandi, og sendu
Hjalmar Ingebrigtsen yvir
aftur til Soffi við listanum
við hennara nøvnum og
teimum stillarum, ið hon
hevði biðið skriva undir.
Har var einki krógvað og
einki gjørt, ið Soffi ikki
visti um, sum hon annars
roynir at gera tað til. Síðani
fingu vit stillarar til okkara
lista, og lótu hann inn á
kommunuskrivstovuna.
"Sannleiksvitnið" Soffi
Ikki kann sigast annað enn,
at tað er nógv í ákæruriti
num, ið hon hevur sent til
myndugleikarnar ið ikki
passar:
1. Tað passar ikki, at hon
bleiv koyrd av listanum,
hon valdi tað sjálv.
2. Tað er kolasvørt lygn,
at Anni og undirritaði steðg
aðu Hjalmar Ingebrigtsen
úti á alfara vegi og kravdu
at fáa listan frá honum.
3. Heldur ikki passar tað,
at eg einki hevði við listan
at gera.
4. Tað passar heldur ikki,
at eg skal hava forðað
Soffi ella nøkrum ørðum at
stilla upp.
5. Tað passar heldur ikki,
at hini valevnini á lista A
ikki vóru vitandi um broyt
ingarnar við listanum.
6. Eg ringdi tvær ferðir
til Soffi og segði henni, at
nýggjur listi bleiv gjørdur
um vit ikki blivu samd, so
tað passar ikki, at hon í
seinastu løtu, av tilvild,
fekk at vita hvat hent var
við listanum.
T. v. s. hon vendir øllum
á høvdi og fær tað at ljóða
trúligt; ikki sørt
"sofistiskt"!!
Eisini stendur í skrivi
num, at hon kundi havt
góðan møguleika at gerast
borgarstjóri í Kvívíkar
kommunu, um bert ein listi
kom inn. Hetta loyvi eg
mær at ivast í, tá ið hetta er
arbeiðshátturin, ið hon
brúkar.
Nei, tað ið nívir hasa
konuna er, at eg eisini fór
at gera ein lista. Hevði eg
ikki gjørt tað, hevði hon
kunnað latið ein lista inn,
har hon var høvuðsvalevni,
sambart teimum nøvnum,
hon nevndi fyri mær kvøld
ið fyri, og tað var eisini tí,
at eg reageraði, sum eg
gjørdi. Hon sá nú sína
ætlan detta sundur. Helst
var tað tí hon var so ill
hendan góða morgun.
"Fjølmiðlagreðingurin"
Sosialurin hevur verið
hennara miðstøð seinastu
tíðina og hava teir slúkt
øllum rátt, sum hon er
komin við. Fleiri ferðir er
hon sloppin á forsíðuna.
Undirritaði fekk greitt at
vita, tá teir tosaðu við meg,
at sama pláss sum hon,
fekk eg ikki. Eg eri annars
av tí áskoðan, at málið skal
fáa frið í fjølmiðlunum
soleingi tað verður viðgjørt
í IMR. Á Rás2 slapp hon
eisini framat at sverta meg
út, uttan at fáa ein einasta
kritiskan spurning, sjálvt
um teir tá kendu mína
søgu; eg hevði tá latið eina
nágreiniliga frágreiðing
inn til IMR. Objektivt,
ha!? KVF hevur eisini lisið
ákærurnar upp, men ikki
lisið mítt aftursvar til
innlendismálaráðið.
Síðani Soffi Egholm
kom upp í kommunal
politikk í Kvívík, hava tað
við jøvnum millumbili
verið negativar greinar um
okkara kommunu at sæð í
Sosialunum. Hetta hevur
ikki bøtt um samstarvið í
kommununustýrinum,
heldur tvørturímóti. Hvat
endamálið hevur verið, er
ikki gott at vita. Í hvussu
er hjálpir tað lítið at fara í
miðlarnar hvørjaferð tað
gongur einum ímóti. Tað er
ein óbrúkiligur máti at sam
skifta við hinar kommunu
stýrislimirnar uppá.
Soffi hevur annars verið
á kommunustýrisfundi og
valt bæði borgarstjóra og
nevndir, í nývalda komm
unustýrinum, uttan at mót
mæla nøkrum sum helst!?!?
Tí kann man spyrja, hví
hon kærir. Her loypir ketan
av. Eg loyvi mær at ivast í,
um ketan nakrantíð hevur
verið uppi á?
Eg vil at enda ynskja
nýggja kommunustýrinum
góða eydnu. Kommunan er
væl fyri fíggjarliga, so tað
er bara at fara til verka,
nógv er at tríva í, ikki minst
eldraøkið liggur á láni.
Viðmerking
frá Sosialinum
Heini Holm fekk allan
møguleika at úttala seg, tá
fyrsta greinin um komm
unala stríðið í Kvívík varð
skrivað. Hann tók tó ikki
telefonina, tá ringt varð til
hansara og hevur seinni
sagt, at hann valdi at lata
vera við at taka telefonina,
tí hann visti, hvat sam
røðan skuldi vera um.
Seinni fekk hann
einsamallur møguleika at
greiða frá sínari støðu.
Sjálvur vildi hann treyðugt
vera við, men tað eydnað
ist at fáa hann at úttala seg.
Síðan tá hava allar grein
irnar viðgjørt sjónarmiðini
hjá báðum pørtum, um
framt, at blaðið hevur
greitt frá gongdini í
málinum.
Blaðstj.
Soffi Egholm tapti dyggiliga - einaferð afturat !!!
stillari á lista A
heini holm
viðmerkingar