fríggjadagur 23. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 23. januar 2009
Vikuskifti 13
Hollywood er heimavøllur
Leirvíkingur Hans Fróði Hansen ferðast í Los Angeles
sum var tað hansara egni heimstaður. Hann hittir
stjørnurnar til veitslur og skal nú samstarva við eina
heimskenda poppstjørnu um eina nýggja ætlan. Hvussu
er lívið í Hollywood, og hvussu kunnu føroyingar røkka
so langt? Vit spyrja, og Hans Fróði Hansen svarar
Ragnar spælir live
Ragnar Finnson, sum tók alt Danmark á bóli í kappingini
Talent, fer at spæla live á Hvonn. Ragnar hittir eisini Peter
Aalbæk og hevur eina óvanliga avbjóðing til Aalbæk.
Rockrøddin sum hvarv
Í fleiri ár var hann ein tann besta og mest markanta
røddin í Útvarpinum. Men so bráðtagnaði hann, og
seinnu árini hevur einki verið at hoyrt til hann. Vit leita á
slóðina og finna fram til útvarpsmannin Heðin Arge og
fáa greiði á, hvat hann tekst við nú.
Hví drepa
føroyingar
ikki hvønn
annan?
Føroyingar drepa ikki hvønn annan við vilja. Síðani 1988 er
bert eitt dráp skrásett í Føroyum, meðan í øllum okkara
grannalondunum eru dráp púra vanlig. Vit royna at finna
fram til eina frágreiðing um, hví føroyingar ikki drepa hvønn
annan við vápnum.
Durita vil
føra skip
Durita Christophersen úr Vest
manna líkist ikki týpiska skipara
num, men hon er í holt við at
taka útbúgving sum skipsførari.
Prátað verður við hana um
hennara val av útbúgving, og
hvat hon ætlar sær, tá ið hon
einaferð kann taka ræði á brúnni
á skipum.