Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 16 - 23. januar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 24. januar fyll­ ir Torrey Lindberg í Klaks­ vík 85 ár. Torrey er ættaður úr Trongisvági, sonur Hansinu og Andreas Lindberg. Tor­ rey vaks upp í stórum systk­ inaflokki, tí Hansina og Andreas fingu 11 børn, 9 dreingir og 2 gentur. Eftir lokna skúlagongd fór Torrey at arbeiða hjá ein­ um kolafelag, sum helt til á Drelnesi. Í 1946 fór hann til Danmarkar á handilsskúla, og í 1947 giftist hann Kor­ inthu, f. Iskasen úr Klaks­ vík. Tey búsettust í Klaks­ vík, og Torrey fekk starv á skrivstovuni hjá Kjølbro. Fyrst í 60­unum fekk Kjøl­ bro sær heilsølu, og Torrey fór so at arbeiða har. Seinni gjørdist hann leiðari á heilsøluni. Torrey var eisini eitt skifti lærari á handils­ skúlanum, sum var kvøld­ skúli, og hann hevði onkrar roknskapir um hendi. Korintha og Torrey fingu sonin Kára, sum er giftur við Mariu, f. Olsen í Gøtu. Í 1977 stovnaði Torrey, saman við soninum, egna heilsølu, Norðoya Frukt­ sølu. Har arbeiddi Torrey, til hann gavst fyri aldur. Tey ið ynskja at heilsa uppá Torrey, eru vælkomin á Sambýlið á Heygnum, millum kl. 17 og 20. -red Torrey Lindberg 85 Á tingfundi 23. januar 1979 fór val fram av løgmanni, ið síðan útnevndi hinar fimm landsstýrismenninar. Tað eydnaðist Tjóðveldis­ flokkinum, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkinum at koma ásamt um átrokandi spurn­ ingar, sum høvdu staðið í botni undir landsstýrissamr áðingunum. Einasta broyting frá und­ anfarna landsstýrinum, var at Heðin M. Klein og Her­ geir Nielsen úr Tjóðveldis­ flokkinum vóru skiftir út við Petur Reinert og Finn­ boga Ísakson. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979 Landsstýrið fyri 30 árum síðan Landsstýrismenninir, f.v. Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen, Tjóðveldisflokkurin, Atli P. Dam og Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin, Dánjal Pauli Danielsen og Demmus Hentze, Fólkaflokkurin. Atli P. Dam var løgmaður Dagurin 23. januar. Emerentius. Navnið er komið skeivt fyri; tað skal vera Emer­ entiana, deyð umleið ár 300 (í gomlum álma­ nakkum Emerent). Hon var vinkona við Agnas (sum varð tikin av døg­ um umleið ár 300) og var steinað til deyða, tá ið hon fylgdi vinkonuni og harðliga hevði at teimum, sum píndu og drupu hana. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Føðingar 14. januar fingu Anna Sofía Gaard og Jón í Soylu, Argir, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4525 gr. 16. januar fingu Maud Egholm og Jens Christian Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3950 gr. 16. januar fingu Hildur D. Michelsen og Samson Højgaard, Argir, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4650 gr. 17. januar fingu Kristín Baldvinsdóttir og Rókur Tumm­ asarson, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr. 19. januar fingu Jóhanna og Bogi Andreasen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3525 gr. 19. januar fingu Beinta og Jens Sørensen, Eiði, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4380 gr. 21. januar fingu Saloma V. Jóhannesen og Rógvi Á Heygum, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr. 22. januar fingu Margaret L. Kjelnæs og Heri Kjelnæs, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. Tann 17/1­2009 fekk Ró eina lítlasystur. Diddan var 51 cm long og vigaði 3650 gr. Foreldrini hjá hesum fittu prinsessunum eru Karin Dahl og Kenneth Jacobsen 16/12­08 fekk Heini eina lítlasystur, hon vigaði 4550g og var 55 cm long. Foreldrini eita Anna Mohr Askham og Hans Jon Askham Prógv Bogi Dam Jacobsen hevur 13. januar 2009 lokið prógv sum »Bachelor of Architecture and Construction Management« á VIA Univercity College í Horsens. Brúdleyp 9. jan. 2009 giftust Jessie Hansen og Leif Mortensen, Hoyvík Í dag, 23/1 kl. 17, giftast í Kollafjarðar kirkju, Hallgrím Hansen og Simona Midjord. Opið hús verður leygardagin frá kl. 15. Gullbrúdleyp 25. januar hava Sólvá og Hans Mortensen, Tórshavn, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd á degnum. 30 ár Leygardagin 24 jan. 2009 fyllir Beinta Sørensen av Viðareiði, búsitandi á Glyvrum, 30 ár. Dagurin verður hildin á Sjókaféini, Fjøruvegur 3 í Runavík frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ár Leygardagin 24. januar verður Torrey Lindberg 85 ár. Tey ið ynskja at heilsa uppá Torrey, eru vælkomin á Sambýlið á Heygnum, millum kl. 17.00 og 20.00. Andlát og jarðarferðir Ian Onghamar verður kór­ settur í kapellinum á Vestre Kirkegård í Keypmannahavn leygardagin kl. 14. Jarðarferð­ in verður úr kirkjugarðskapell­ inum í Havn seinni. Jarðarferðin hjá Rigmor Thomsen í Norðragøtu verð­ ur úr Gøtu Kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Rigmor, kunnu lata Gøtu kirkju eina gávu. Urnan við Sannu Nolsøe, ætt­ að úr Vági, búsitandi í Herlev, fer úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Mikudagin andaðist á Suður­ oyar Sjúkrahúsi Erling Beck úr Porkeri, 74 ára gamal. Petrina Jensen, vanliga nevnd Gigga, úr Kvívík, and­ aðist í heiminum týsdagin 20 januar, 90 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Kvívíkar kirkju leygardagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir